Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Fyri triðju ferð í søgu felagsins er AB flutt niður úr bestu deildini. Argjamenn hava framvegis ein ástøð­iligan møguleika at yvirliva, men tað trúgva teir ikki ein gongd upp á sjálvir. AB hevur annars verið í fram­ gongd síðani undan aldar­skift­ inum. At tað fór at taka nøkur ár at fáa fótafestið í bestu deildini var væntað, men tað er heldur óvænt­ að, at AB nú aftur er at finna í næstbestu deildini. Tá AB í 2014 presenteraði Jóan Símun Edmundsson vóru boðini, at AB nú skuldi meir enn bara yvirliva í bestu deildini. Hóast dreymurin hevur verið realistiskur, so hevur veruleikin víst seg at verið harðari enn væntað. Klekingarmaskina Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at tað var pláss fyri AB í høvuðs­staðnum. Undan fram­ gongd­ini hjá AB, so vóru tað at kalla ongir argjamenn, ið gjørdu um seg í føroyskum fótbólti. Onkrir snodd­ aðu til bestu liðini í Gunda­dali, men tað bleiv ikki meir enn tað. Við AB eru fleiri argjamenn kominr á føroyska fótbóltskort­ið, men enn restar tann stóri spælar­in, ið eisini ger um seg á landsliðnum. Higartil er tað bara Rógvi Poulsen, sum hevur fingið landsliðsminuttir av teimum, sum eru uppaldir á Argjum. AB hevur eisini verið staðið, har fleiri spælarar hjá serliga HB og B36 eru komnir til, tá teir ikki hava megnað at gjørt seg galdandi í Gundadali. Tað eru eisini nógv dømir um spælarar, sum hava vunnið seg fastar á AB-liðið, fyri síðani at flyta av landinum ella skifta til onnur feløg. Fráflyting Tá hugt verður eftir øllum egin uppaldu spælarunum, sum hava spælt á besta liðnum hjá AB, so kann tú undrast á, at felagið ikki hevur eitt betri grundarlag. Stóri trupulleikin hevur verið fráflyting. Tað hevur í skemti verið sagt, at AB kundi havt eitt heilt akademiskt lið í Danmark, sum passandi kundi verið ein partur av danska AB liðnum - Akademisk Boldklub – ið heldur til í Gladsaxe. Her er talan um bæði spælarar, sum eru uppadir í felagnum og spælarar, sum eru komnir til aðrastaðni frá, men hava verið við í eina tíð. Fótbóltsmentan AB bleiv stovnað í 1973, men tað er ikki fyrr enn síðst í 90 unum, at felagið ordiliga byrjar at menn­ ast. Av tí sama hevur felagið ong­ar fyrrverandi spælarar ella venjarar, at heita á til ymiskar felags­upp­gáv­ ur. Hyggur tú kring landið, so sært tú næstan altíð eitt kend fótbóltsandlit, sum er partur av felagnunum. Skalt tú finna eina ”legendu” í AB, so er tað nærmasta tú kemur 29 ára gamli Jónas Stenberg, sum spælir enn. Eina ferð fer lívssirkul­ in í AB at mæla runt. Millum annað síggja vit nú spælarar koma aftur eftir lestur, men enn hevur ikki eydnast at fáa frágongd og tilgongd at ganga hond í hond. Í dag eru børnini eisini á Argj­um eisini AB arar, men soleiðis var ikki undan aldarskiftinum. Tá hildu tey við HB og serliga B36. Tí kemur tað at taka eina tíð, áðrenn AB hevur ein fótbóltsmentan, ið stendur mát við fleiri av hinum feløgunum. NSÍ sum fyrimynd Eitt felag, sum hevur verið gjøg­ num nakað av tí sama er NSÍ. Fel­ agið er stovnað í 1957 og tað er ikki fyrr enn í seinnu hálvu í 90 unum, at NSÍ vinnur sær fast pláss í bestu deildini. Felagið hevur enntá verið í fíggjarligum trupulleikum so seint sum í 2012. Tá var málið bara at yvirliva við sínum egna fólki. NSÍ hevur eisini havt sínar góðu ár­ gang­ir, ið hava borið felagið í fleiri ár. Í dag sært tú fyrrverandi spæl­ arar verða venjarar, formenn og sita í nevndunum. NSÍ, Runavík og økið rundanum er ein søga um hvussu tú kanst menna eitt felag í ein­um umhvørvi, sum somuleiðis stendur í menning, men ikki er rótfast sum onnur støð. Graslíki var byrjanin Tað var undir leiðslu av Tórálvi Sten­berg sála, at AB stutt undan aldar­skiftinum setti sær sum mál at røkka bestu deildina. Fram til tá hevði liðið bara verið í lægri deildunum og spældi á grúsvølli. Graslíkisvøllurin var startskotið til eina nýggja byrjan, sum skuldi seta AB á føroyska fótbóltskortið. Tað sást skjótt, at argjamenn byrj­ aðu at hugsavna seg um AB, held­ ur enn hini bæði feløgini í høv­ ðus­staðnum. Serliga er tiltikið, at argjafólk halda við B36. Eftir aldarskiftið eru eisini fleiri ungdómslið hjá AB, ið byrja at klára seg væl. Tað eru bæði á mans og kvinnusíðuni. Í bestu deildina Í 2006 røkka argjamenn á fyrsta sinni málinum um at spæla í bestu deildini. Rúni Nolsøe verður settur sum spælandi venjari, með­an stóri spælarin á liðnum er All­an Mørk­ øre. Tá AB ikki hevur fyrr­ver­andi spælarar at heita á, so kemur væl við, at tveir so royndi fót­bólts­ spæl­arar koma út á Argir. Í harðari kapp­ing við LÍF og TB flyta B71 og AB upp í bestu deildina. Fyrsti lærupeningin DREYMURIN SUM Eftir fýra á í bestu deildini mugu argjafólk ásanna, at AB ikki hevur rokkið málinum um at blíva ein fastur táttur í bestu deildini. Stór fráflyting hevur gjørt sítt. Nú má AB enn eina ferð byrja av nýggjum AB fegnast um mál móti KÍ í 2007