Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 Árið eftir megna argjamenn ikki at yvirliva í bestu deildini. Sorg­ar­ leikur rakar felagið, tá formaður­in, Tórálvur Stenberg, brádliga and­ ast vegna sjúku. Felagið roynir at fóta sær, men hóast tað eydnast at vinna á B36 í steypakappingini, so megnar liðið ikki at bjóða av í landskappingini, har fyrsti dyst­ urin í bestu deildini verður taptur vesturi á Eiðinum móti VB/Sumba, sum bara fær 11 stig tað árið. Oddbjørn Joensen verður skift­ ur út við Sigfríð Clementsen mið­ skeið­is í kappingarárinum, og fel­ag­ ið keypir fleiri spælarar inn. Tað er ikki nokk at bjarga liðnum í bestu deildini. 33 spælarar eru á vøllinum fyri AB tað árið. Aftur í bestu deildina – nú við egnum fólki Í 2008 vinnur AB seg aftur í bestu deild­ina. Hesa ferð við Allani Mørk­ øre sum venjara. Higartil er tað bara Rógvi Poulsen, ið hevur sligið í gjøgnum frá ungdómsliðnum. Hann skiftir til HB, har hann er við at vinna FM. Nú síggjast fleiri av teimum ungu argjamonnunum fáa møgu­ leik­an. Teirra millum Dion Splidt, Jónas Stenberg, Heðin Sten­berg, Jobin Drangastein, Alex Mellem­ gaard, Rói Danielsen, Rógvi S. Holm, Martin Midjord, Teitur Jóannes­ arson og Dánjal Rói Olsen. Felagið er væl betri stillað til bestu deildina í 2009, og málið er at halda longri enn eitt ár. Árið eftir prógva argjamenn, at teir eisini kunnu yvirliva í besti deildini. Liðið endar á sætta plássi, sum er besta úrslitið hjá felagnum enn tann dag í dag. Aftur niður 2010 fer í søguna sum eitt tann ring­ asta í søguni hjá AB, sum flytur nið­ ur við bara 14 stigum. Sámal Erik Hentze tekur yvir móti endanum av kappingarárinum. Tað tekur tvey ár at koma upp aftur í bestu deildina. Fýra ár í Effo Í 2013 er AB aftur í bestu deildini, men aftaná 11 umfør hevur liðið bara tvey stig og sær út sum ein nið­urflytari. Í 12. umfari vinnur AB 3-1 á Vikingi og tapur ikki í átta dystir. Árið eftir er skilið tað sama og argjamenn bjarga sær aftur eftir vánaliga byrjan. Í 2015 verður søgan endurtikin. Sámal Erik Hentze tek­ ur yvir í seinnu hálvu, og so bjarga argjamenn sær í evstu løtu. Gongur ikki longur Eftir trý ár við vánaligari byrjan og einum sterkum endaspurti, so gongur ikki longur. AB hevur tapt allar lykladystirnar í seinnu hálvu, fyriuttan dystin móti B68. Dreym­ urin um eitt AB, ið skuldi blanda seg upp í Evropa og í minsta lagi verða miðskeiðis í deildini, er av á hesum sinni. Burtur eru fleiri av evnaríku spælarunum, sum í dag skuldu havt verið berandi kreftir á lið­ num. Hóast umstøðurnar á Argjum eru blivnar so ótrúliga nógv betri, enn tá AB í 2006 á fyrsta sinni kom í bestu deildina, so sæst tað ikki aftur á vøllinum. Fyri triðju ferð skal AB niður úr bestu deildini. Næstbesta deildin er so vánalig, at tað er næstan ikki ein spurningur um AB kemur upp aftur, men meiri um tað verður sum nummar eitt ella tvey komandi ár. Verri fyri felagið er, at tað ikki hevur eydnast at savna argjafólk og AB spælarar sum felagið, umframt at felagið nú aftur skal gjøgnum eina skiftistíð. Seinast riggaði væl við at byggja upp, men tað er dottið frá so hvørt. Nú skal AB byrja av nýggjum, men tað er ongin gyltur árgangur at taka við. Tann ár­gang­ urin er í besta fótbóltsaldri, men fáir eru eftir á Argjum og eru ber­ andi kreftir. FÓTBÓLTUR BRAST Á ARGJUM Spælarar, sum eru uppaldir í AB Jónas Stenberg Heðin Stenberg Rógvi Poulsen Dion B. Splidt Rói Danielsen Rógvi S. Holm Jobin Drangastein Teitur Jóannesarson Dánjal Rói Danielsen Tummas Justinussen Beinir Ellefsen Hørður M. Mohr Karstin Højgaard Alex Mellemgaard (eisini B36) Norski Stig-Roar-Søbstad kom til AB í 2009 AB tapti sunnudagin fyri Skála, og verður nú næstan við vissu at síggja í næstbestu deildini