Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 4 Felagsskapurin Sea Shepherd, sum í nógv ár hevur verið í støðugum stríði ímóti grindadrápi, hevur nú latið nýtt skip byggja á skipasmiðju í Turkalandi. Skipið er teknað og sniðgivið til virksemið hjá Sea Shepherd. Skipið líkist einum krígsskipi, men hevur ongar kanónir. Nýggja skipið kostar umleið 80 milli­ ónir krónur at byggja á skipasmiðju í Antalya í Turkalandi og skal í fyrsta umfari brúkast í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Skipið hevur stóran motor og oljutanga og er tí betur ført fyri at verða við í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Sea Shepherd vil ikki vátta, hvussu skjótt nýggja skipið gongur, men hildið verður, at tað kann sigla um 30 míl um tíman. - Okkara størsta avbjóðing í átøkum hig­artil hevur verið, at japanarar hava stór skip, sum kunnu raka okkara skip meint, og sum kunnu sigla und­an okkum. Tað fer okkara nýggja skip at broyta, sigur Peter Hammerstedt, kampanjuleiðari hjá Sea Shepherd við Fairfax Media. Nýggja skipið hjá Sea Shepherd hev­ ur fingið navnið Ocean Warrior, og sagt verður, at umborð verður bert veganskur matur gjørdur. Skipið hjá Sea Shepherd er í stóran mun fíggjað við hollendskum vedd­ingarpengum, og tá ið Ocean Warrior fer av skipasmiðjuni í Turklandi, gongur leiðin fyrst til Amsterdam at vísa skipið fram, áðrenn skipið fer til Australia ella New Zealand at gera klárt til átøk ímóti japanskum hvalaveiðiskipum í Suð­ur­høv­ um. FRÍGGJADAGIN LEYGARDAGIN SUNNUDAGIN 5-10 m/s 5-10 m/s 3-8 3-8 Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5-10 m/s. Um kvøldið veksur hann vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13-18 m/s. Um náttina minkar hann aftur vindin til 8-13 m/s. Tað verður fyri tað mesta turt og sólglottar, men seinnapartin skíggja og um náttina fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig. Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5-10 m/s, ístøðum upp í skrið 13-18 m/s. Um náttina 3-8 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men seinni turt og vandi fyri mjørka. Hitin um 10 stig. Sunnudagin verður 3-8 m/s av eystri. Um náttina verður 5-10 m/s av suðri. Tað verður regn ella ælaveður og sólglottar í støðum. Hitin alt samdøgrið um 10 stig. stendur mestsum í stað. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Don't be fooled. People arent who they "post" to be. Sæð á Facebook: "Ein vinur er ein tú kanst tosa við, ein góður vinur er ein tú kanst vera saman við uttan at siga nakað" Citat hjá Peter Plys Parkeringsplássini í Havnini hava verið til viðgerðar hesa vikuna. Nógv hava funnist at, at tað eru ov fá parkeringspláss í miðbýnum í Havn. Um orðið sigur Sprotin: parkeringspláss[-'ke:-] h11 pláss at parkera bilar á, bilstøðil Leygardagin varð Hav­ frúgvin, leikur eftir Jóa­ nes Niel­sen, frum­sýndur á Tjóð­pallinum Mikukvøldið var innbrot í Apotekinum í Havn Jógvan á Lakjuni vil hava hjúna­bands­lógina aftur til við­gerðar í løgtinginum Einasta rullitrappan í Føroyum, tann í Handilskjarnanum í Havn, varð tikin niður í vikuni Tað er vandi fyri kreppu í føroyska búskapinum, heldur danska váða­r­ áðið Taks er komið til eina niður­støðu í skattamálinum hjá Eik, men enn fær Føroya fólk einki at vita um niðurstøðuna »Parkering« Paul Watson nýtt krígsskip MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt standa á bók hjá Javnað­ar­ flokkinum, sum er ríkastur av flokkunum. 551.000 MANGT OG HVAT Visti tú? Zeta arkitektar skjóta upp at gera yvir 800 parkerings­pláss í Havn