Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 5 BARBARA HOLM, BLAÐSTJÓRI Teir eru festligari enn tey flestu, sum sleppa fram­at miðlunum hjá Kring­varpinum, tað skulu teir eiga. Og júst tí hevði eg vænta mær meir. Eg hevði væntað, at eg fór at krympa tær, at tey á bíbliubeltinum fóru at blíva ill. At lesarabrøvini fóru at koma stormandi inn í mótmæli móti hesum freku fýrunum í Sortudýki. Eg hevði vænta, at tað fór at blíva flovisligt nakrar ferð­ir. Men tað gjørdi tað ikki. Tað var hugnaligt, eg smílt­ist størsta partin av send­ingini og eg helt tað var heilt okey undirhald. Men har var einki poeng við sendingini og eg skilji ikki samanhangin millum spøk­ilsir á Tinganesi, støðina á Sornfelli og kantinuna á Lands­sjúkrahúsinum. Og eg hevði væntað mær meira prik og hvassari kant á Koba & Vatnhamar. Men hey – kanska kom­andi partur verður hvass­ari. Um ikki, so er tað hugna­ligt nokk til, at eg hevði tímað at hugt einaferð aftrat. Fyrsti parturin er í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hós­kvøld­ið eftir Dag&Viku. KOBA&VATNHAMAR Hetta heldur redaktiónin... SÓLVIT NOLSØE, TÍÐINDAMAÐUR Í MIÐLAHÚSINUM Fiskivinna er eitt evni, ið nógvir føroyingar hava eina avgjørda meining um. Tað er í øllum lætt at hava eina yvirorðnaða meining um fiskivinnuna og hvønn týdning hon hevur fyri Føroyar. Tað skal mann bert hyggja at hagtølum fyri at staðfesta. Hinvegin kann tað ofta tykjast møtumikið, at seta seg inn í hvussu skipanin hongur saman. Hvat er ein fiskidagur og hvat er bólkur 5? Hetta eru orð og setningar, sum vit ofta hoyra, men kanska ikki hava reiðiliga greiðu á hvat tað merkir. Í hesum sambandi hevur Óli Samró skrivað eina ógvuliga relevanta bók. Serliga í hesum døgum tá ein fiskivinnunýskipan verður diskutera og eingin reiðiliga veit hvat fer at henda frá 2018 at rokna. Bókin er í stuttum um hvussu fiskivinnur runt um í heiminum verða skipaðar. Dentur verður lagdur á Føroyar og londini rundanum okkum, so sum Ísland, Norra og ES. Tað er av nátúrligum orsøkum, tí tað er í teimum økjum, ið føroyingar fiska fyri tað allarmesta. Bókin lýsir ógvuliga einfalt og lætt t.d. okkara egnu skipan við eini bland­ing av fiskidøgum og kvotum, alt eftir hvørjum skipa­ bólki tú er í. Óli hevur eisini gjørt tað ógvuliga skilagott grafiskt, við at seta m.a. tíðarlinjur inn, ið vísa á tær stóru broytingarnar í okkara fiskivinnuumsiting og við at seta talvur upp, ið vísa hvussu skipanin í stórum trekkum hongur saman. Tað er eitt stórt pluss. Hann lýsir kanska dekan ov nógvar skipanir runt um í heim­inum, men eg skilji væl endamálið, sum er at vísa á margfaldni og ymiskleikan og at tað ikki er nøkur one-size-fits-all skipan. Skipanir verða lagaðar til eftir kriterium sum verja av stovnum, búskaparligt endamál, økismenning o.s.fr. Samanumtikið hevur Óli Samró givið okkum øll­um eitt gjøgn­umført og lætt yvirlit yvir hvussu fiskivinnur verða um­ sitnar og hvørjar motiv­atións­ fakt­orar gera seg galdandi í hvørjum landi, í síni umsiting av fiski­vinnuni. Øll við sam­fel­ags­ áhuga og áhuga fyri okkara høv­ uðs­vinnu burdu útvega sær eitt eintak. EIRIKUR LINDENSKOV Sjúrður Skaale, fyrrverandi politiskur spuna­smiður fyri Tjóðveldi og lands­ stýrið hevur skrivað drúgva bók um samráðingarnar um fullveldi, sum vóru í 2000. Í bókini greiðir hann gjølla frá tilgongdini hjá Tjóðveldisflokkinum og fullveldissamgonguni upp und­ir samráðingarnar, sum vóru í Keyp­ mannahavn í 2000. Vit frætta um arbeiðið við Hvítu­ bók, um hvussu tað politiskt varð lagt til rættis soleiðis, at »tann rætti« sann­leikin kom út í miðlarnar. Hvussu tey í landsstýrinum løgdu til rættis soleiðis, at tað vóru tey »røttu« fólk­ini í útvarpinum, sjónvarpinum, á Sosialinum og á Dimmalætting, sum bóru tíðindini. Vit lesa um, hvussu spent støðan var millum landsstýrið og donsku stjórnina - serliga millum Poul Nyrup Rasmussen og Høgna Hoydal. Vit lesa um, hvussu glasliga ætlanin fánar, hvussu Fólkaflokkurin blot­nar. At kreftir í Fólkaflokkinum heldur vilja bleytaru leiðina hjá Javn­ að­arflokkinum. Vit hoyra um hvast og beiskt innanhýsisstríð í Tjóðveldinum og um, hvussu trúgvin hjá Sjúrði Skaale upp á stevnuna hjá Tjóðveldi fánar og hvørvur. Mest áhugavert er tó í smálutir at frætta um, hvussu samráðingarnar gingu fyri seg. Hvør segði hvat og hvør fyrireikaði hvat. Ein sera áhugaverd bók, sum øll við áhuga fyri politikki eiga at lesa. Hetta er politisk samtíðarsøga, sum sjálvandi er merkt av honum, sum skrivað hevur. Men avgjørt verdur lesnaður. Vónandi fara onnur - politikarar sum embætisfólk - at gera Sjúrði hetta eftir, so samtíðin verður dokumenterað! KÆRKOMIN POLITISK SAMTÍÐARSØGA ÓLI SAMRÓ – FISKISKAPUR: FJØLBROYTTAR ÁSETINGAR