hósdagur 22. september 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
6
SAMRØÐA
Rákið í flestu londum, eisini her heima hjá okkum, er, at fólk flyta
av bygd og til eitt størri stað. Heidi og Jógvan Kristin Olsen ganga
ímóti hesum ráki og tað við máta eisini. Seinastu trý árini eru
tey flutt úr Qatar í miðeystri til Svínoyar – umvegis Tórshavn
SÓLVIT E. NOLSØ
J
ógvan Kristin Olsen er út
lærdur skipsførari og starv
aði í mong ár hjá stóra fel
agnum Mærsk. Tað var eisini
ígjøgnum sítt starvspláss, at hann
fekk bjóða eitt starv í Qatar, sum
hann tók. Jógvan Kristin og konan
Heidi fluttu til Qatar við trimum
børnum, sum tá vórðu fýra, trý og
átta mánaðir gomul.
- Eg arbeiddi í nógv ár hjá
Mærsk og m.a. leingi í Mærsk
Supply. Hetta gav mær eina vitan
innan oljuvinnuna, ið førdi til,
at eg fekk boðið eitt arbeiði í
Qatar. Eg arbeiddi sum Offshore
Traffic Coordinator og seinni sum
Manager of Marine Operation og
inspektør. Fyrst arbeiddi eg nógv
úti á platformum, men flutti seinni
inn á skrivstovuna at arbeiða, sigur
Jógvan Kristin.
Heidi var frá byrjan heimagang
andi, men fekk seinni arbeiði sum
heilsusjúkrasystir á American
School of Doha, ið er ein altjóða
skúli, har børnini hjá Jógvan
Kristin og Heidi eisini vórðu næm
ingar. Tað er ein skúli, ið hevur uml.
220 næmingar, har 72 tjóðir vórðu
umboðarar.
Jógvan Kristin og Heidi avgjørdu
so í 2013 at flyta heim aftur til
Føroya. Hóast tey høvdu tosa um
at flyta heim aftur fyrr ella seinni,
so var avgerðin framskundað av,
at Jógvan Kristin av heilsuávum,
ikki fekk hildið fram í vinnuni, sum
hann starvaðist í.
- Eg fekk arbeiði hjá Mærsk
Drilling. Eg skuldi so ígjøgnum
eina heilsukanning og har bleiv eg
funnin ov lættur. Eg hevði diabetes
og kundi so ikki átaka mær starvið,
sum annars stóð mær í boði.
Eg ringdi til Heidi og segði, at nú
var tað hent, sum eg hevði roknað
við fór at henda fyrr ella seinni, at
eg rendi nøsina ímóti vegna mítt
diabetes, sigur Jógvan Kristin.
Flyta aftur til Føroya
- Tað fyrsta eg hugsaði tá eg ikki
kundi halda fram hjá Mærsk var, at
tá ið vit komu heim skuldi eg fara at
lesa jura, ið kundi úgerða meg betur
til eitt starv á landi. Krøvini vórðu
ov stór at sleppa inn í Danmark,
men eg fann so ein møguleika í
Aberdeen at lesa jura innan marit
imu vinnuna og oljuvinnuna. Tá
skuldu vit so avstað aftur, men so
byrjaði master útbúgvingin í jura
á Fróðskaparsetrinum, ið Kári
á Rógvi, sáli, og Bárður Larsen
byrjaðu. Tá fekk eg so møguleikan
at taka útbúgvingina í Føroyum
og tí blivu vit verandi her heima
og fóru ikki til Aberdeen, sigur
Jógvan Kristin.
Tað var eisini á Fróðskaparset
rinum, at møguleikin at sleppa
til Svínoyar tók seg upp. Jógvan
Kristin møtti einum svínoyingi á
Fróðskaparsetrinum, sum hann
hevði nógv til felags við.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri
landbúnaði og fekst nógv við m.a.
seyðahaldi tá eg var yngri. Heidi og
eg tosaði ofta um tað tá vit búðu í
Qatar, at tá vit fluttu heim skuldi
vit royna at búgva úti á bygd. Tað
var ofta tá eg kom heim frá arbeiði,
at eg hevði havt stressaðar dagar
og tað var serliga tá, at hugurin var
at flyta út á eitt friðarligari stað.
Nakrar ferðir kom tað enntá upp,
at vit burdu fari til Svínoyar tá vit
komu heim, tí vit høvdu verið har
úti saman og hjálpt einum bónda
eitt sindur, sigur Jógvan Kristin.
Tað bleiv ikki meir enn bara
prát at byrja við, men tá so Jógvan
Kristin fekk møguleika at fara
út til Svínoyar at hjálpa til við
seyðarakstri og øðrum, stakk ein
møguleiki seg upp.
- Eg fann útav, at hesin svín
oyingurin og eg, sum báðir lósu
á setrinum, høvdu nógv felags
áhugamál m.a. seyðahald. Eg
segði so við hann, at hann skuldi
bara siga frá, so kundi eg koma út
at hjálp honum onkuntíð og tað
gjørdi hann, sigur Jógvan Kristin.
Heidi og eg
tosaði ofta
um tað tá
vit búðu í
Qatar, at tá
vit fluttu
heim skuldi
vit royna at
búgva úti á
bygd
Jógvan Kristin Olsen
Ferða
sambandið
er einasta
forðing fyri,
at oyggjar
sum Svínoy
ikki veksa.
Fleiri høvdu
búð her um
sambandið
var betur
Jógvan Kristin Olsen
FRÁ STÓRBÝAR
TIL BÓNDALÍV Í