hósdagur 22. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
7
➘
Tá Jógvan Kristin høvdu verið
í Føroyum í eina tið, vilja tey gera
veruleika burturút dreyminum,
sum tey høvdu havt, at annahvørt
flyta út á bygd ella keypa eini
summarhús í eini bygd í Føroyum.
- Eg hugdi at ymsum summar
húsum, men einki funnið. Tá eg so
fór til Svínoyar at hjálpa til byrjar
hugurin at koma aftur at royna at
búgva á bygd. Tá ein møguleiki so
stakk seg upp at útvega sær ein
garð í Svínoy, spurdi eg Heidi hvat
hon helt. Hon segði, at hetta var
nakað, sumt tey høvdu tosa um
og sum vit bæði vildu. Eisini helt
hon, at nú var rætta tíðin at royna
tað, áðrenn børnini blivu somikið
stór, at tey tímdu betur síni vinfólk
enn síni foreldur. Tí hugsaðu vit, at
tað skuldi gerast nú, um tað skuldi
gerast, sigur Jógvan Kristin.
Tey gjørdu bart, fluttu til Svín
oyar og seldu húsini í Havn.
Flyta til Svínoyar
Hvussu var so hjá teimum sum
familja, at flyta úr Doha í Qatar,
ið er ein stórbýur 1.3 milliónum
íbúgvum, umvegis Tórshavn, til
Svínoyar við uml. 30 íbúgvum?
- Heilt fantastiskt og svínoying
ar hava tikið fantastiska væl ímóti
okkum, sigur Jógvan Kristin stutt
og greitt.
Garðurin, ið Jógvan Kristin og
Heidi hava útvega sær, hevur 184
áseyðir og er fimm og eina hálva
mørk. Húsini sjálv mugu dagfør
ast og gerast í stand og tað fer við
nógvari tíð beint nú.
- Vit høvdu ikki kunna gjørt
hetta uttan alla tað hjálp, sum vit
hava fingið frá familju og vinum.
Tað hava nógv verið og hjálp
okkum og eisini hava vit ongantíð
havt so nógv fólk á gátt fyrr, sum
vit hava nú vit búgva í Svínoy. Tá
fólk koma út, so hugsa tey, at tey
mugu fara á gátt hjá okkum, sigur
Jógvan Kristin.
Tey hava eisini aðrar ætlanir,
enn bert at dríva landbúnað. Tey
hava nógv pláss uttanum garðin
og í bygningum, ið hoyra til garð
in, sum tey ætla at brúka til ferða
vinnuendamál.
- Svínoy er ein fantastisk oyggj
og her eru stórir møguleikar, bæði
um tú vil gera okkum á flatlendi
ella vil upp í hæddirnar. Vit hava
nógvar ætlanir, vit vilja royna í
ferðavinnuni og ætlar at gera fleiri
tilboð, bæði til einstaklingar og
bólkar, sigur Jógvan Kristin.
Jógvan Kristin og Heidi hava
allatíð verið samd um, at hetta var
tað, sum tey vildu royna og tí hava
tey bæði allatíð havt gott mót uppá
uppgávuna, men hvat siga børnini,
sum nú eru fimm tí tali, til at flyta
til Svínoyar?
- Børnini hjá okkum fóru sum
heilt smá niður til Qatar. Vit fóru
úr Qatar til Føroyar og nú fara vit
út til Svínoyar. Tað hevur útgjørt
tey væl og tey duga væl at instilla
seg. Í veruleikanum njóta tey tað.
Tey fáa eisini vinir út til Svínoyar
á vitjan. Skúlin er so eisini opnaður
aftur í Svínoy, har børnini hjá
okkum ganga, sigur Jógvan Kristin.
Umframt at hava ein garð í
Svínoy, undirvísir Jógvan Kristin
eisini á Vinnuháskúlanum í
Havn. Jógvan Kristin Olsen sigur,
at uttan lagaligu treytirnar frá
Vinnuháskúlanum hevði hetta
ikki borið til.
Heidi er í Svínoy og arbeiðir
fulla tíð á garðinum, men hevur
ætlanir um at lesa á Fróðskapar
setrinum. Tí fer hon eisini at gera
túrar til Havnar av og á. Tað kann
verað ein avbjóðing, at búgva í
Svínoy og arbeiða ella lesa í Havn.
- Ferðasambandið er einasta
forðing fyri, at oyggjar sum Svínoy
ikki veksa. Um mann slapp av
oynni um morgunin og út aftur
um kvøldi, so hevði tað verið væl
búgvandi hjá fleiri familjum at
búgva í Svínoy. Eg eri vísur í, at
fleiri høvdu búð her um ferða
sambandið var betur, sigur Jógvan
Kristin, sum heldur, at politikkarar
eiga at hugsa meir um tær smærru
oyggjarnar, sum eru á stødd við
Svínoy, sigur Jógvan Kristin at
enda.
RLÍVI Í QATAR
SVÍNOY