Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Fullveldi: FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 POLITIKKUR DREYMURIN UM JERUSALEM SUM Í bókini hjá Sjúrði Skaale, »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«, fáa vit fult innlit í alla fullveldistilgongdina og samráðingarnar við donsku stjórnina í ár 2000. Eygleiðarin er Sjúrður Skaale. Maðurin sum 26. mai í 2011 ikki longur kendi seg heima í Tjóðveldinum. Maðurin, sum ikki longur trúði upp á sjálvt grundarlagið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum er, at fólkaatkvøðan 14. september í 1946 skal fremjast í verki EIRIKUR LINDENSKOV »Ókey. Set meg so uppá.« Soleiðis byrjar gott 400 síður drúgva bókin, sum Sjúrður Skaale gevur út í næstu viku. Tað eru orðini hjá Høgna Hoy­dal, sum høvundin endurgevur. Tað er tá formaðurin í Suðurstreymoy­ar Tjóðveldisfelag ringir í sjónvarp­ið til Høgna Hoydal at fáa hann upp á listan hjá Tjóðvelisflokkinum til løgtingsvalið í 1998. Høgni Hoydal var vorðin ímynd­ in av øsingini ímóti donsku stjórn­ ini í sambandi við banka­krepp­ur­ nar. Sum sjón­varps­maður hevði hann gjørt sendirøð um banka­ bjarg­ing­arnar og av­dúkað, hvussu danska stjórnin turk­aði tap, sum stjórnin og Danske Bank áttu, upp á føroyingar. 2,7 milliard­ir krónur til samans. Í 18 kapitlum lýsir hann gong­ dina í stríðnum hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum fyri at vinna Føroyum fullveldi. Eitt stríð við donsku stjórnina, eitt stríð við føroysku andstøðuna, eitt stríð við Fólkaflokkin og eitt stríð innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Hann byrjar tó eitt sind­ur fyrr enn avgerandi løgtings­val­ ið í 1998, nemur við undir­grund­ arsamráðingarnar og banka­bjarg­ ing­arnar og semjuna við donsku stjórnina frá 10. juni í 1998 í sam­ bandi við bankabjargingarnar. Betri innlit enn fáur Við ógvuliga nágreiniligari gjøg­ num­gongd lýsir hann tilgongdina til full­veldissamráðingarnar. Vit fáa innlit í fundir í lands­stýr­ inum, í ymsum bólkum, innanhýsis í flokkum og samráðingar við stjórn­ina. Sjúrður Skaale var sum emb­æt­ismaður við í øllum og hev­ ur tí sera gott innlit í alt tað, sum fór fram. Umsitingin í landsstýrinum hevur ikki viljað givið fjølmiðlum innlit í skjøl frá samráðingum, tí sambært Løgmansskrivstovuni, so eru samráðingarnar ikki lidnar enn – hvussu tað so skal skiljast. Men tá Sjúrður sjálvur hevur verið við í øllum fyrireikinum og til samráðingar og við til at leggja til rættis, so hevur hann betri innlit í málið enn fáur – og tað er uttan iva tað, sum drívir verkið hjá honum at geva út hesa samtíðarsøðuligu bólk. Sjúrður fríggjar við fleiri Sjúrður Skaale lýsir ógvuliga gjølla høvuðspersónarnar, fyrst og fremst Høgna Hoydal, sum er ímyndin av fullveld­inum. Men hann avdúkar eisini seg sjálv­an. Til løgtingsvalið í 1998 skriv­aði Sjúrður Skaale greinar fyri Javn­að­ arflokkin og Jóannes Eides­gaard. Eitt nú greinina »Vit kunnu ikki rópa eini hús upp at standa«, sum var beinleiðis tilsiping til Høgna Hoydal og ta ávikan, hann fekk á valstríðið. Hetta heitið á greinini varð nýtt av nógvum javn­að­ar­val­ evnum í valstríðnum. Men Sjúrður Skaale skrivaði eis­ini fyri Høgna Hoydal, og so­ leið­is kundi hann sjálvur svara aftur boðskapinum hjá Jóannes Eid­esgaard sum skuggaskribent­ ur fyri tann spildurnýggja mann­ in á politiska leikpallinum, Høgna Hoydal. Politiski embætismaðurin Høvundurin verður drigin upp í full­veldismeldurin hjá Høgna Hoy­dal, árið eftir at landsstýrið er skipað. Og eitt lítið prát við Høgna Hoydal í gongugøtuni ein dagin í 1999 førir til, at Sjúrður Skaale verður settur í starv sum embætismaður í Tinganesi. Soleiðis verður hann spinndoktari – fyrst og fremst hjá Høgna Hoydal, men eisini hjá Anfinni Kallsberg. Sum embætismaður situr Sjúrð­ ur Skaale og arbeiðir politiskt fyri Tjóðveldisflokkin. Her er talan um beinleiðis mis­ nýtslu av almennum starvsfólki – so langt úti er tað, Sjúrður Skaale fyri almenna løn situr úti í Tinganesi og skrivar – ikki bara les­arabrøv og talur fyri Høgna Hoydal, men eisini eina heila bók, sum Sprotin gevur út. Samtíðarsøga er sjáldsamt fyri­brigdi í føroyskari bókaút­ gávu. Og politiska søgu hava vit at kalla onga. Tí er hendan bókin hjá Sjúrði Skaale kærkomin lesnaður hjá teimum, sum hava stóran áhuga fyri politisku gongdini um aldarskiftið. Hon er drúgv og langdrigin, men áhugaverd – kanska serliga fyri okkum nørd­ar, sum fegnir sita undir hvørjum orði. Tað er vanligt í øðrum londum, at ríkisleiðarar og leiðandi politikar­ ar skriva endurminningar, har teir útleggja framda politikkin eftir sínum høvdi. Tað er áhugavert, og ja, sjálvandi er tað einsíðugt. Men tá fleiri politikarar greiða frá søguni út frá sínari síðu, so fært tú sáldað tað frá, sum frægast. Men eftirtíðin hevur so søguna – sum kann tulkast út frá ymsu sjónarhornunum. Í Føroyum eru vit fátæk í so máta. Tí einki nevnivert er komið á prent frá fólkum, sum hava verið í politiskum lyklastørvum – ella embætisfólkum fyri tað. Sum so er hendan bókin hjá Sjúrði Skaale kærkomin. Stóra virðing fyri Høgna Hóast tað er øllum kunnugt, at Sjúrður Skaale kom í stríð við Tjóðveldi, at hann ikki trúði upp á stevnu og grundarlag floksins longur, so er virðingin stór fyri Høgna Hoydal, sum var beinleið­is orøskin til, at Sjúrður bleiv aktiv­ ur tjóðveldismaður og endaði sum løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hóast fortíð sum javnaðarmaður. Hann lýsir Høgna Hoydal sum Føroyska fullveldis-sendinevndin á Strøget í Keypmannahavn á veg á Christiansborg at hitta Poul Nyrup Rasmussen og hægstu ráðharrar hansara: Herluf Sigvaldson, embætismaður, Høgni Hoydal, full­veld­is­mála­ ráðharri, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, Anfinn Kallsberg, løgmaður. Aftanfyri hómast Sjúrður Skaale, embætismaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum  MYND: KALMAR/DIMMALÆTTING