Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 9 NÝGGJA M BRAST ein óvanliga gløggan og fokus­ eraðan politikara, sum fer beinleiðis eftir málinum. Sum ikki letur seg kúga av mótgangi og politiskum neisum frá mótstøðumonnum. Ein maður, sum stendur við sítt – og sum viðhvørt fer út um mark fyri at náa sínum máli. Vit fáa drúgvt innlit í sam­ ráð­ingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina. Har er tað týðuligt, at Poul Nyrup Rasmussen so at siga ikki orkar gronina í Høgna Hoydal. Samráðingarnar – øll umførini, ganga illa, og tað endar við ongum á heysti í 2000. Tá er landsstýrið í ringum skør­um, tey vilja ikki viðganga, at slagið er tapt, og so er tað, at Høgni Hoydal trýstir eina fólkaatkvøðu ígjøgnum. Tað verður gjørt kunnugt á tíð­ indafundi 1. februar í 2001 – men longu tríggjar vikur seinni avlýsir Anfinn Kallsberg fólkaatkvøðuna, og so er stríðið um føroyskt full­ veldi endaliga tapt. Trúðu ikki upp á Tjóðveldi longur Á valunum í 1990 og í 1994 fekk flokkurin bara fýra mans valdar. Og eingin trúði upp á Tjóð­veld­ isflokkin longur. Tí kom Høgni Hoydal sum ein frelsandi eingil inn á politiska leikpallin, og – sum øllum kunnugt – so eigur Høgni Hoydal einsamallur æruna av, at Tjóðveldisflokkurin ikki doyði út sum ein flokkur við gomlum monnum sum tosaðu um »loysing«, sum eingin – heldur ikki teir sjálvir – trúði uppá. Høgni Hoydal broytti hetta beinanvegin. »Loysing« kundi ikki brúkast longur, hann fann tí upp á slagorðið »skipað loysing« og tosaði ikki bara um at kvetta og kuta. Høgni Hoydal var lands­kendur av áður nevndu sjónvarps­send­ ingum. Hetta var sjálvandi mað­ur­ in, sum skuldi bjarga Tjóð­veld­ isflokkinum, og tað gjørdi hann. Tjóðveldisflokkurin tvífaldaði tingmannatalið og gjørdist fyri fyrstu ferð størsti flokkur á tingi. Teir gomlu og tey ungu Vit fáa innlit í maktstríðið í flokk­ inum. Heini O. Heinesen var for­ maður. Men tað bar ikki til, og skjótt var Høgni Hoydal í hansara stað. So var tað málið um Signar á Brúnni, sum bleiv kroystur úr landsstýrinum til frama fyri Tór­ bjørn Jaocbsen, tí Signar utt­an heimild skuldi hava latið sjón­ varpinum pengar. Tá vóru beinanvegin røddir frammi um, at flokkurin skuldi vísa seg sum tann reini og reiðiligi flokkurin, sum ikki góðtók lógar­ brot. Signar skuldi kannast, men fyrst skuldi hann frá. Høgni Hoy­ dal lovaði, at varð hann reinsað­ur, so varð hann settur aftur í starv­ið. Men tað bleiv hann ikki. Áðrenn Signar á Brúnni varð reinsaður, sat Tórbjørn Jacobsen í Mentamálaráðnum. Tórbjørn var Høgnasa maður. Hann fylti nógv har hann var og var oratoriskt rættiliga væl fyri. Hann kundi tí gagna yvirskipaða málinum meira enn tann keðilig Signar á Brúnni, tyktiskt huglagið vera. Tað skuldi vísa seg at gerast í so stutt­ligt fyri Høgna Hoydal. Tórbjørn Jacobsen er ikki júst kendur fyri at duga sær hógv, og hann mundi forkomið samgonguni við at kalla løgmann fyri ein dansk­ an leigusvein. Pínlig samgongukreppa Tá var tað, at Sosialurin gjørdist miðpunkt í tí sum átti at endað við eini stjórnarkreppu. Men kreppan varð avblást – tí Høgni Hoydal og Tórbjørn Jac­ob­ sen fóru langt út um mark, tá teir bryggjaðu saman eina kolasvarta lygn fyri at verja seg. Teir sendu út tíðindaskriv úr telefaxinum hjá Høgna Hoydal, har Tórbjørn Jacobsen skrivaði undir, at Sos­ ialurin skuldi hava funnið upp á hesi orð, sum Tórbjørn als ikki hevði sagt – og ikki kundi funnið upp á at sagt um løgmann. Høgni Hoydal visti, at hann leyg. Og Tórbjørn Jacobsen visti, at hann leyg. Men målet helliger midlet – tí Tórbjørn Jacobsen stóð til at fáa sekkin, tá hann eyðmjúkur fór úr blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum stutt eftir døgurða 20. november í 2000 niðan í Menta­ málaráðið, har uppsøgnin helst lá á borðinum, sum hann segði. Men á veg av Argjum og niðan á Hoyvíksvegin funnu hann og Høg­ni Hoydal upp á lygnina, sum bjargaði Høgna Hoydal og Tjóð­ veldinum úr pínligu støðuni, sum Tórbjørn Jacobsen so óstrotliga hevði ført flokkin í. Fyri okkum á Sosialinum var tað sera heppið, at blaðmaðurin hev­ði bandað samrøðuna. Og tá band­aða samrøðan varð spæld fyri Tór­bjørn Jacobsen í Degi og viku tveir dag­ar seinni – eftir at hann fyrst hevði endurtikið lygnina í sjónvarp­ inum, stóð hann sum ein klovnur og stamaði – alment avdúkaður! Fólkaflokkurin verður lunkaður Sjálvandi er bókin litað, tá hon bara verður søgd úr sjónarhorninum hjá Sjúrði Skaale. Og hann dylur heldur ikki í bókini, hvussu hann hevur mist trúnna upp á stevnuna hjá Tjóð­ veld­inum, har tað at fáa einki verð­ ur valt fram um at fáa nakað. Í bókini fáa vit eisini innlit í, hvussu knípið samanhaldið er í sam­gonguni um føgru stevnuna hjá Høgna Hoydal. Fólkaflokkurin verður skjótt lunkaður, og kreftir eru í Fólkaflokkinum – Bjarni Djurholm verður ofta nevndur – sum vilja hava Javnaðarflokkin við og harvið leggja um til eina bleytari stevnu við eini sjálvstýrisskipan. Hetta spøkir allan vegin í bókini, og tað verður eisini skotið Nyrup í skógvarnar undir samráðingunum, at hann hevur okkurt koyrandi saman við Javnaðarflokkinum, sum skal forða stevnuni hjá Høgna Hoydal. Missir trúnna Í endanum á bókini kemur Sjúrður til sín leiklut sum politikari. Hann verður valdur á ting í 2008, Tjóðveldi kemur í samgongu, men eitt snópisligt klandur um ein skrivstovu í Tinganesi forkemur samgonguni. Í andsøðu kennir hann seg inni­ læstan í einum trongum, ideo­log­ iskum húsi. Hann greiðir frá arbeiðinum í stjórnarskipanarnevndini, har hann og Høgni Hoydal ideolog­iskt glíða frá hvørjum øðrum. Høgni Hoydal vildi ikki á nak­ran hátt víkja frá stevnu Tjóðveld­isins um, at føroyingar ongantíð hava góðtikið at hoyra til Danmark, og Tjóvðeldisflokkurin var stovn­aður við tí máli, at fólaatkvøðan í 1946 um loysing skuldi setast í verk. Her stóð stríðið. Sjúrður sigur, at hóast fleiri í flokkinum søgdu seg halda við sær, so endaði tað við, at øll fylgdu Høgna. Skilnaður stóð í millum, at hetta var ein møguleiki, sum ikki kom aftur. Forkom Tjóðveldi hesum, var tað Tjóðveldi, sum bant Føroyar fast­ar í gomlu heimastýrisskipanini. Sjúrður Skaale endar bók­ina soleiðs: »Men hóast hann ikki hevði leitt Føroyar inn í eitt »nýtt tíðar­skeið« vð føroyskum fullveldi, so hevði hann havt stóra ávirkan. Føroyar vóru minni búskap­ar­ liga heftar at Danmark, enn áðrenn hann fór upp í politikk. Hugburðurin hjá nógvum fólk­ um var broyttur. Og stórur part­ur av føroyska vinstraveinginum var blivin verandi í Tjóðvelidum, so tað var enn ein av landsins stóru flokkum, hóast loysingin var farin heilt av politisku dagsskránni. Hetta síðsta gjørdi, at flokkurin fýra ár seinni – í 2015 – aftur kom í stjórn. Og maðurin, sum fekk stóru uppgávuna at umskipa høvuðs­ vinnuna, gjørdist Høgni Hoydal. Tær kreftir, hann síðani 1998 áhaldandi hevði lagt í politiska arb­eiðið, høvdu givið honum ein so stóran skara av føstum stuðlum, at hann á øðrum sinni fekk møgu­leika at broyta føroyska samfelagið.«