hósdagur 22. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
10
HAVFRÚGVIN
TJÓÐPALLURIN – BARBARA HOLM
Tað er fallið fleiri kvinnum fyri
brósti, at tær kvinnurnar, sum eru
at síggja í leikinum Havfrúgvin,
verða sýndar sum
hjálparar ella stuðlar annars hjá
monnunum í leikinum. Nýggi
leikurin eftir Jóanes Nielsen,
Havfrúgvin, nemur við fleiri
evni og hevur fleiri løg, sum
áskoðararnir kunnu uppliva,
eftirmeta og undrast á. Eitt evni,
sum Sosialurin skilur er fallið
fleiri kvinnum fyri brósti er,
hvussu kvinnur verða lýstar í
leikinum. Fýra kvinnur eru við og
eru tær allar at kalla hjálparar ella
stuðlar hjá monnunum í leikinum.
Kvinnurnar hava at kalla onga
funktión í sær sjálvum.
Ein er hjálpari hjá
høvuðspersóninum.
Ein er sexobjektið,
sum
tveir
menn
báðir vilja hava. Ein
er alkoholiseraða
mamman, sum eisini
er eitt sexobjekt
á ein annan hátt.
Og at enda er tað
ríkmansfrúan, hvørs
høvuðsuppgáva er
at stuðla manninum
– reiðaranum.
Kinna Poulsen, listaummælari
segði við in.fo fyrr í vikuni, at
leikurin er góður. Men tá ið tað
er sagt er hon av teirru fatan, at
kvinnurnar verða lýstar heldur
einfalt.
– Eg tulki leikin abstrakt sum
ein leik um listarligaskapan, men
tað skerst ikki burtur, at kvinnur
verða einfaldaðar í leikinum. Tær
hava eina funktión sum antin
hjálparar ella sexdjór. Og eg má
siga fyri meg, at eg kenni meg
ikki aftur í hasari karikeraðu
kvinnulýsingini, sigur Kinna
Poulsen.
Er tað ein leikur gjørdur
av monnum til menn?
– Eg fekk nógv burturúr leikinum,
men tað er eingin ivi um, at tað er
ein mannligt sýn uppá kvinnuna,
sum ger seg galdandi, sigur Kinna
Poulsen.
Og hetta er ikki fyrstu ferð, at
føroyskir leikir lýsa kvinnur á ein
heldur einfaldan hátt.
– Eg haldi, at nógvir av
leikunum, sum eru leiktir á
Tjóðpallinum hava verið skrivaðir
av monnum og hetta ávirkar
sjónarmiðið, kvinnurnar eru í
fleiri førum objektiviseraðar ella
á annan hátt reduceraðar sigur
sigur Kinna Poulsen.
Í sínum ummæli av leikinum
skrivar Kinna Poulsen soleiðis um
kvinnufatanina í leikinum.
»Góða gamla kvinnureduktiva
Madonna ella hora-kompleksið
verður luftað, høvuðspersónurin
Olivar elskar Lindu so høgt, at
hann longu áðrenn hann gjørdist
avlamin, varð aseksuellur og
umbroytti hana til eina aseksuella
havfrúgv uttan hetta altetandi
kvinnuundirlívið,
sum
er
upprunin til lív og sum eyðsýniliga
enn verður uppfatað sum nakað
vandamikið nakað. Mamma
Olivar var í sínum edrúastu løtum
j a r ð a r m ó ð i r
(dupult uha!) og
samstundis ein
ræðulig femme
fatale við snoddi
fyri kuvøsuguff,
hetta letur jú
upp fyri alla
handa ødipalum
konfliktum og
í
steðginum
hoyra vit Dear
little mother
hjá
Savage
Rose afturvið
barnadópsdrekkamunninum úti í
forhøllini. « - Kvinnan er við øðrum
orðum antin mamma, dóttur, hora,
hjálpari ella einkja – okkurt slag
av staffasju í mannfólkalívinum,
leggur Kinna Poulsen aftrat.
Sosialurin hevur hugt nærri
eftir teimum leikunum, sum
Tjóðpallurin hevur havt seinastu
árini og tað yvirlitið sæst á síðuni
her.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
KVINNUR K
SEG IKKI
AFTUR
Fleiri kvinnur, sum Miðlahúsið hevur tosað við eftir frumsýningina
av leikinum »Havfrúgvin« kenna seg ikki aftur í lýsingini av
kvinnunum, sum verða lýstar í leikinum eftir Jóanes Nielsen. Ein
teirra er listaummælarin, Kinna Poulsen. –Tær hava funktión
antin sum hjálparar ella sexdjór, segði hon við in.fo fyrr í vikuni.
MYND FRÁ LEIKI Á TJÓÐPALLINUM
MYND FRÁ LEIKI Á TJÓÐPALLINUM