Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 13 DANJAL AV RANA L eikurin Havfrúgvin eftir Jóanes Nielsen hevði frumframførslu leygarkvøldið og sigast má, at móttøkan hevur verið ymisk. Meðan flest øll tykjast dáma leikin væl, eru onkur, sum hava fingið ilt fyri bróstið av hvussu kvinnur verða lýstar í leikinum. Ein teirra er Kinna Poulsen, sum á in.fo mánadagin fýltist á, at kvinnurnar í leikinum antin eru sexdjór ella hjálparar. – Tað skerst ikki burtur, at kvinnur verða einfaldaðar í leik­in­ um. Tær hava eina funktión sum antin hjálparar ella sexdjór. Og eg má siga fyri meg, at eg kenni meg ikki aftur í hasari karikeraðu kvinnu­lýsingini, segði Kinna Poulsen við in.fo. Eyðun Johannesen, leikstjóri, sigur, at hann gleðist um at eitt orðaskifti stendst av leikinum, hóast hann kanska ikki hevði væntað, at tað vóru kvinnurnar, sum gjørdust stóra umrøðuevnið. – Um eingin snakkar um tað, er tað líkamikið, hvat vit spæla á leikpallinum, sigur hann. Olivur kendi seg sviknan Hann er tó ikki samdur við Kinnu Poulsen í hennara fatan av leikinum. Hann heldur ikki, at kvinnurnar í Havfrúnni samsvara við gomlu klisjéirnar frá leiklistini, sum halgimenni, madonna ella hora. – Leikurin lýsir tilveruna frá sjónarmiðinum hjá Olivur, sum eru høvuðspersónurin í søguni. Olivur er ein rættiliga knútutur persónur, sum orsaka av eini vanlukku gerst enn meiri fastlæstur í sínum sjónarmiðum og síni fatan av, hvussu tilveran og ting hanga saman. Lýsingin av kvinnunum er hvussu Olivur sær tær, greiðir Eyðun Johannessen frá. Hann sigur, at í stóran mun er hugsanin hjá Olivuri um hesar kvinnurnar merkt av, at hann kennir seg sviknan av teimum. – Tann eina, sum hann var for­elskaður í, sveik hann, tá van­ lukkan hendi. Ein onnur er mamma hansara sum ikki livdi upp til tann tørv, børn hava í uppvøkstrinum. Hann hatar eisini hana, tí at hon sveik hann sum barn. Hann hatar vermóðrina, tí hann heldur, at hon skumpaði dóttir sína frá sær. Tann einasta, sum hann einki øvugt orð sigur um, er vaskikonuna, sum hjálpir honum og gongur honum til handa, sigur hann. – Tað er ikki stovureint, tað, sum hann meinar um hesar kvinnurnar. Øll søgan er for­tald gjøgnum hansara brillur, hansara máti at liva og reagera og er merkt av hansara sjónarmiðum, sigur Eyðun Johannesen. Kvinnurnar bjarga Olivuri Hann heldur, at Kinna Poulsen ger eitt mistak, tá hon fatar hetta sum lýsingar av kvinnum í dagsins samfelag. – Tað er ikki tað, sum er agenda. Leikurin lýsir ein mann, sum er eitt stakkaladýr. Tað, at hann flytir seg, at hann mennir seg og gerst eitt betri menniskja, eitt virksomt og skapandi menniskja, er jú takka verið hesum kvinnunum, sigur Eyðun Johannessen. – Eg skilji væl, at tað ikki er nokk at lýsa kvinnuna sum eina, sum bara stuðlar manninum, men í hesi søguni er tað ein týdningarmikil partur, hvussu stóra ávirkan tær hava á hann, bæði positivt og negativt. Tær eru trúfastar móti honum og slepa honum ikki upp á fjall, hóast hann oysir gor og gall oman yvir tær, greiðir Eyðun Johannessen frá. Eyðun Johannessen leggur dent á, at kvinnurnar verða lýstar av manninum, men at hendan lýsingin vísir seg ikk at vera í tráð við veruleikan. – Tá vit so møta kvinnunum sjálvum, síggja vit, at tær als ikki eru, sum hann lýsir tær. Vit møta millum annað mammuni og síggja eina kvinnu, sum elskar son sín og er ólukkulig um, at tað er enda so millum tey, sigur hann. Kinna Poulsen og aðrar hava eisini fýlst á, at kvinnurnar í leikinum eru grunnar. Vit vita sera lítið um bakgrundina hjá teimum, annað enn júst tað, sum er relevant fyri leikin. Eyðun Johannessen viðgongur at so er, men sær einki løgið í hesum. – Ja, tær eru grunt lýstar, men so er tað heldur ikki tær, sum Jóannes Nielsen viðger í leikinum. Hann viðgerð hendan stakkals mannin, sum hevur verið fyri hesum óhappinum. Allir leiklutirnir í leikinum kunnu ikki lýsast líka útdýpandi og í hesum leikinum er tað maðurin, sum ber høvuðsleiklutin, sigur hann. Hevur sína egnu agenda – Um eg skal prika eitt sindur, so haldi eg, at Kinna Poulsen og aðrar fylgja síni egnu agenda, tá tær lýsa leikin á hendan hátt. Man kann velja at taka hasar brillurnar upp á, um man vil, men hatta gevur eina skeiva fatan av leikinum, sigur Eyðun Johannessen. Eyðun Johannessen er tó samdur við Kinnu Poulsen í, at leiklistin í Føroyum í stóran mun er merkt av mannfólkum. – Flestu rithøvundarnir, leik­ stjórarnir og leikararnir eru mann­fólk, men seinastu árini eru heilt víst broytingar at hóma. Marjun Syderbø Kjælnes og Súsanna Tórgarð hava skrivað leikir í seinastuni og í teimum eru kvinnurnar væl lýstar, bæði fyri tað góða og tað ringa. Marita Dals­garð hevur fingið nógv rós fyri sín leiklut sum leikstjóri. Og ikki at gloyma, so hava vit ein kvinnuligan leikhússtjóra (Jenny Petersen, blaðm), sigur hann. – Enn eru flestu rithøvundarnir menn og skriva fyrst og fremst leikir til mannfólk. Eg vænti eisini, at lýsingarnar av kvinnunum fara at gerast fleiri, betri, fjøltáttari og áhugaverdari, so hvørt sum fleiri kvinnur fara at skriva og leikstjórna leikunum, sigur Eyðun Johannesen. JA SÍNI NDA – Tað er høvuðspersónurin Olivur, ið lýsir kvinnurnar í leikinum. Men tá vit møta kvinnunum síggja vit, at hansara lýsing av teimum er skeiv, sigur Eyðun Johannessen, leikstjóri Man kann velja at taka hasar brillurnar upp á, um man vil, men hatta gevur eina skeiva fatan av leikinum