Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 14 14 14 SAMRØÐA Tónleikarin, sangarin og sangskrivarin Lyon Hansen er 29 ára gamal. Hann er uppvaksin við Gøtugjógv, har hann hevur gingið í skúla. Pápin, Jóannes, arbeiðir sum bilmekanikkari og hevur egnan verkstað, meðan mamman, Anna Elisa, er heimagangandi. Lyon er næstyngstur í einum systkinaflokki á fimm. Upprunaliga vóru seks systkin, men ein systir, Lydia, doyði, áðrenn Lyon varð føddur. Lyon varð uppkallaður eftir henni – harav hetta heldur sjáldsama navnið LEIVUR THOMSEN »Eg ímyndi mær onkuntíð, at eg eri uppkallaður eftir abba Leonard Cohen«, skemtar Lyon og sipar til handilsmannin Lyon Cohen, sum var polskur jødi, ið flutti við familjuni til Canada í 1871. Hann var altso abbi kenda sangaran Leonard Cohen, sum er ein av heilt stóru skaldligu fyrimyndunum hjá Lyon Hansen. Sum smádrongur spældi Lyon nógv fótbólt við GÍ. Tá hann varð piltur, keypti beiggi hansara ein kassagittara. Hetta gjørdi, at áhugin fyri tónleiki kveiktist av álvara. Hann gjørdi tí av at brúka frtítíðina uppá tónleikin heldur enn fótbóltin. Lyon Hansen varð landskendur í 2010, tá hann vann eina singer- songwriter kapping í café Kaspar í Havn. Í 2014 vann hann kappingina Sement saman við bólkinum “The Colour Storm”. Hansara tónleikur hevur seinnu árini verið nógv spældur í útvarpinum. Kendastu løgini munnu vera “Glowing In the Dark”, “Sister” og “Blood”. Lyon hevur eisini staðið nógv á palli, m.a. á G! festivalinum í Syðrugøtu. Hansara framførslur bera orð fyri at vera serliga intensar. Átrúnaðarliga bakgrundin Lyon vaks upp í brøðra­sam­ komuni. Hann hevur gingið á møti í Filadelfia við Gøtugjógv. »Átrúnaðurin fyllir ikki serliga nógv hjá mær í dag, men hann »spøkir« onkuntíð«, sigur Lyon.  Húsini í Gøtugjógv hjá familjuni Hansen liggja soleiðis fyri, at tey síggja frá stovuvindeyganum beint oman á Filadelfia, har jarðarferðir regluliga eru.  »Tað minnir meg um deyðan. Eg hugsi, at hesuferð er tað ikki eg, sum liggi í kistuni, men onkur annar. Men handanvegin skulu vit øll, og mín tíð skal nokk einaferð koma. Kortini er tað ikki nakar ótespiligur tanki. Tað er meiri hetta, at vit hava avmarkaða tíð her á foldum, hvat vit brúka tíðina til, meðan vit eru her, og hvar vit fara aftaná deyðan.« Nú, vit koma inn á tað átrúnaðarliga, haldi eg tað vera áhugavert at vita, í hvønn mun tað spælir ein leiklut í hansara tónleiki. »Fleiri av mínum sangum hava eitt átrúnaðarligt inni­hald, tó at talan ikki er um lov­sang. Eg skrivi um tað at ivast og at av­nokta, og tí haldi eg, man kann siga, at tekstirnir í ein ávísan mun eru filo­ sofiskt reflekterandi. Eg brúki ofta kristna myndatalu, hvat sangurin »Blood« er eitt gott dømi um. Kristin myndatala riggar væl til sangir. Hendan íblástur havi eg helst frá mínum skaldligu fyrimyndum, Leonard Cohen, Nick Cave og Tom Waits. Í samkomuni havi eg sungið sunnudagsskúlasangir og sálmar – ikki hesar vanligu, vit kenna úr føroysku sálmabókini, men serliga enskar og amerikanskar. Tá eg t.d. síggi ein amerikanskan film, har sálmasangur er, kenni eg ofta lagið aftur frá míni samkomu. Hevði eg ikki havt átrúnaðarligu løturnar í Filadelfia, hevði eg verið tann musikalska førningin fyri uttan, og so rokni eg ikki við, at eg hevði verið farin at lurta eftir gospelsangarum sum Mahalia Jackson og Sister Rosetta Tharpe.« Tilgongdin til tónleikin Spurdur um, hvat hann leggur dent á í tónleikinum, svarar Lyon: »Um eg havi ein sang, eg haldi, er góður, taki eg hann upp beinanvegin. Mær dámar væl at skapa »organiskar« ljóðmyndir rundanum sangin, eitt nú við gittarrokki. Tað er hetta óperfekta í gittaranum, sum hugtekur meg. Tað gevur tónleikinum lív. Somuleiðis er tað at spæla konsertir hugtakandi, tí tað finnast ikki tvær konsertir, sum eru eins. Eg havi helst hesa somu organisku tilgongd til tað at skriva sangir, har eg brúki nógv instinktið. Tá eg byrji uppá ein sang, veit eg ongantíð, hvar eg endi. Sangurin kann gerast stuttligur, speiskur ella okkurt heilt annað.« Sum tannáringur var Lyon áhugaður í tungrokki. Tá terpaði hann Yngwie Malmsteen-frasur. Seinni, eins og mong ung í Gøtudali og har um leiðir, hevur Lyon gingið í Losjuni í Gøtu til konsertir. Tá vóru tað heimligir bólkar sum Clickhaze, Flux og 200, sum høvdu sína ávirkan. Tá Lyon varð eldri, var tað gittarspælið hjá Chet Atkins og sangurin hjá Joan Baez, sum húgtóku. Eg spyrji síðani Lyon um, í hvønn mun hann sær seg sjálvan sum instrumentalist. »Mær dámar líka væl at spæla klaver sum gittara. Tað er lættari at spæla akkordir á klaver, so eg brúki tí mest klaverið til mína sangskriving. Men eg eri tó ikki tann heilt stóri snillingurin, so í mínum føri koma bæði gittarin og klaverið í aðru røð. Tey skulu stuðla uppundir røddina, sum er mítt høvuðsljóðføri. Fólk kalla meg ofta »singer-songwriter«. Tað í sær sjálvum er í lagi, og tað er eitt breitt hugtak - men eg síggi meg sjálvan sum solist og komponist innan blús, rokk og fólkatónleik.« Lyon hevur í onkrum miðlum verðið settur í samband við tón­ leika­slagið “surf”, sum eitt slag av rokki, sum kom fram miðskeiðis í 60’unum á amerikonsku vestur­ strondini. Eg spyrji hann, hvussu tað hongur saman. »Eg havi lurtað nokkso nógv eftir surf-tónleiki. Men eg haldi ikki ordiliga, tað er surftónleikur, sum eg geri. Tað er bert tað, at eg havi lurtað nógv eftir ymsum 60’ara bólkum, við Fender Stratocaster gittara og rúmklangi - og so er ljóðið beinanvegin har. Ein av inspiratiónskeldunum á tí økinum er Dick Dale.« Skúlaður sangari »Eg byrjaði at syngja, tá eg var 19 ára gamal. Tað hevur óivað ljóðað ræðuligt tá”, skemtar Lyon. “Eg flutti niður til Danmarkar 20 ára gamal í 2007 til Lyngby-Tårbæk Kommune og fór at lesa verkfrøði. Men lesnaðinum slepti eg skjótt, tí Um eg havi ein sang, eg haldi, er góður, taki eg hann upp beinanvegin. Mær dámar væl at skapa »organiskar« ljóðmyndir rundanum sangin, eitt nú við gittarrokki Lyon Hansen Á gátt hjá Lyon Hansen ÁTRÚNAÐUR SPØKIR ONKU