Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 15 FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 15 tað var tónleik, eg vildi fáast við. Eg fór síðani á kvøldskúla at læra meg sangteknikk. Hetta dámdi mær so mikið væl, at eg einaferð fór til opið hús hjá sangskúlanum CVI (“Complete Vocal Institute”) í Keypmannahavn í eini vón um at læra meir. Eg og beiggi mín komu til tiltakið, tá tað var um at enda. Tað var meiningin, at vit bert skuldu lýða á, men tá vit vóru einastu mannfólk til staðar, bað sanglærarinnan meg koma upp at syngja. Hon skuldi vísa teimum uppmøttu, hvussu skjótt og væl hon dugdi at læra eitt mannfólk at syngja. Hon lærdi meg so at syngja “My Way” hjá Frank Sinatra. Hvat eg ikki visti, var, at hetta faktiskt var ein upptøkuroynd, og seinni fekk eg so boð frá skúlanum um, at eg varð upptikin. Eg tók av, seldi bilin í Føroyum fyri at fíggja skúlan og fór síðani undir eitt hálvt ára sangskeið. Hóast eg fekk góðan førning haðani, havi eg enn nógv eftir at læra. Men eg havi lært meg tað, eg dugi, tí eg veruliga havi tímað tað - og tað er ein góð kensla. Eg finni stórt frælsi í at syngja. Tað er okkurt terapeutiskt við tí. Onkuntíð, tá eg syngi, brúki eg røddina sum rútmiskt ljóðføri”, sigur Lyon og vísir mær ein teknikk, har hann andar skjótt inn og út í einum rútmiskum mynstri. “Einaferð plagdi eg at venja meg at growla á verkstaðnum hjá pápa mínum, tá eg hjálpti honum við at skifta dekk. Men hesum gavst eg skjótt við, tí eg kom helst til at loypa ekka á onkran kunda”, flennur Lyon. “Reint sangliga eri eg helst mest ávirkaður av Jeff Buckley og Nina Simone. Men har eru eisini John Jacob Niles og Johnny Ray. Og so eru tað blúsararnir við tí sterka, myrka ljóðinum, t.d. Howlin’ Wolf og John Lee Hooker.« Listarlig framsøgn »Mær dámar væl »svøk« ting. Tá nógv orka og ein ávísur ørskapur eru í tónleiki, verði eg sum oftast hugtikin. Eitt dømi er sangurin »Kommeienezuspadt« hjá Tom Waits, sum er ein umskriving av tí týska »Komme nie zu spät«. Tom Waits ljóðar á tí lagnum sum ein ræðuligur ørvitisknokkur. Hetta lat eina nýggja verð upp fyri mær. Eisini dámar mær væl, tá tónleikurin nærkast markinum til kitsch«, sigur Lyon.  Tá Lyon nevnir kitsch, komi eg at nevna ljósablátt plastikk úr 60’unum, sum man hevur sæð í ymsum sjónvarpslýsingum frá tí tíðini. Knappiliga kemur Lyon í tankar um, at hann faktiskt hevur ein gittara við júst tí litinum. Hann biður meg bíða eitt bil og fer oman í kjallaran. Ímeðan fái eg mær ein munn av kaffinum, hann hevur sett á borðið, og ein sjokulátufingur aftur­við. Lyon kemur so løtu seinni brest­andi innar í stovuna við einum ljósa­ bláum, hálv­akkustisk­um el­gittara við onkrum listprýði á. »Var tað tað hendan litin, tú meinti við?«, spyr Lyon meg. »Ja, akkurát«, svari eg. »Tað er unnustan, sum hevur listprýtt hann«, sigur Lyon, »er hann ikki flottur?«. »Jú, øgiliga«, svari eg, og spyrji um eg kann sleppa at royna hann. Eg improviseri gjøgnum nakrar akkordir og kenni, hvussu lættur, hann er at spæla uppá. Eg kundi væl hugsað mær ein sovorðnan gittara sjálvur og spyrji tí Lyon, hvat merki hann er. »Eg veit ikki«, sigur Lyon, »kanska Høfner ella okkurt sovorðið«. Lyon leggur ljósabláa gittaran á stovuborðið við síðuna av sjoko­ látu­fingrunum og heldur fram at práta. »Tað er týdningarmikið, at man hevur seg sjálvan við í tónleikinum. Um man veit, hvør man sjálvur er, kann man førka seg frítt millum tónleikasløgini«, leggur Lyon afturat. Lesur í Onglandi Lyon gongur á »Bath Spa University« í býinum Bath í Onglandi, har hann lesur »Commercial Music« á bachelor støði. Hann skal nú eftir summar­ frí­tíðina byrja uppá triðja og seinasta árið. Útbúgvingin snýr seg um praktisku síðuna av tí at vera tónleikari, t.v.s. alt frá tí fíggjar­liga til at skriva sangir, taka upp, fram­ leiða, skipa fyri og at vera varugur við, hvussu man sær út á palli. Men hvussu mundi tað bera til, at Lyon fór undir júst hesa útbúgvingina? »Eg havi leingi vilja tikið eina útbúgving innan tónleik, so tá høvið beyðst, fór eg til Onglands at lesa. Tað helt eg vera nokkso frískt, og út­búgving­in er eisini sera spennandi. Hetta triðja árið skal eg spesialisera meg í onkrum – antin í live framførslum, framleiðslu ella íverksetan.« Spurdur um, hvørt hann er partur av tónleikalívinum í Onglandi, svarar Lyon: »Eg spæli nógv í Onglandi. Tá havi eg sum oftast trummu­sláara og bassist afturat mær. Tað er torført at koma framat har. Tú mást hava okkurt at vísa á. Ein fløga er eitt »must«. Men eg má við­ganga, at mær faktiskt dámar betri tón­leik­ar­ar­nar og tón­leika­ lívið í Føroyum. Eg spæli saman við Per, Karl, Esmar og Knút. Tað er ein fragd at spæla við teimum. Men trupul­leikin er, at teir hava rættiliga ringt pláss í kalend­ar­an­ um, og tí kann tað mangan kennast strævið at vera bundin av, nær teir kunnu spæla og ikki. Men so geri eg ikki mætari, enn at eg fari út at spæla einsamallur. Tað dámar mær eisini stak væl. Man er frælsur uppá ein heilt annan máta«, endar Lyon.  Eg takki fyri meg og leggi leiðina aftur til høvuðsstaðin. UNTÍÐ