Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON Um at vera til ampa »Hey! Sum tað er langtsíðani eg havi verið og vitja!« sigi eg við XXXXX (navnið er goymt fyri at halda persónin anonyman), eg hitti hana í SMS ein dagin. »Eg havi frí komandi vikuskiftið« (tað hendir ikki so ofta um várið/summarið at eg havi frí – ver hjartaliga væl­komið myrka mjørka­tunga heystið!), »kunnu eg og Ýr koma at vitja leygardagin?«. Eg sá hana ivast, bara í eina lítla løtu áðrenn hon svaraði: »Ja, tit eru sjálvandi vælkomnar« so var ein lítil steðgur áðrenn hon helt fram »Ommudótturin verður eisini har… vit eta bara onkrar restir, heldur tú ikki?«. Vit báðar plaga vanliga at hugna okkum við góðum mati, og tað tíðina eg livdi sum vegetarur burturav, so var hon hin einasta sum frøddist um at sleppa at gera vegetariskan mat til mín, ikki tí at hon sjálv er vegetar, men heldur tí at hon – sum eg – er matforvitin… Eg ivist ikki í, at restirnar hjá henni eru ikki sum restirnar hjá okkum øðrum menniskjaligu – hon er ein fantastiskur kokkur! – men veganskar eru restirnar neppa… Var tað nú eg skuldi siga »Eg eti bara veganskt«? Nei, tað kendist als ikki rætt! Als ikki. So tað gjørdi eg ikki. Eg segði bara einki. Mær dámar ikki at vera til ampa. – Men í míni roynd í ikki at vera til ampa fyri míni sammenniskju, eri eg so møguliga til ampa fyri aðrar samskapningar? Hvar er mín samkensla sterkast? Um at misseydnast? Og hvat gjørdi eg so? Jú, eg fór á vitjan leygar­dag og vónaði tað besta. Mat­ur­in var ikki vegansk­ur – jú okkurt var, men ikki nóg nógv til at metta. So eg át. Kann man siga at eg miss­eydnaðist? Sum veganari, ja (eg át grøn­meti, rís og egg – og egg eru ikki vegansk). Men møguliga miss­eydnaðist eg ikki sum fólk? Mær dámar ikki at vera til ampa. Mær dámar ikki at lata mína egnu hugsan ganga útyvir onnur – eg royni í øllum førum at lata vera, tá ið tað ikki kennist rætt. Eg hevði ikki følt meg heila um eg noktaði at eta matin ið fólk bjóða mær – ikki tá ið tey hava lagt tankar, orku og kærleika í tað tey bjóða mær. Tað hevði kenst sum at avísa fólk ið eg eri góð við. Men hvat so við djórunum. Um at vera góð við djórini. Hvat við samkensluni fyri øðrum sam­ skapningum enn menniskjanum?… Eg veit ikki. Okkurt stað royni eg at yvir­bevísa meg sjálva um at eg átti at havt valt øðrvísi, at eg átti at havt valt mína egnu óbehagiligheit (og óbehagiligheitina hjá vertinum), heldur enn óbehagiligheitina hjá djórunum… Men eg megni ikki heilt at yvir­bevísa meg sjálva. – Møguliga er hetta eitt tekin um at mítt ára langa flirt við veganismuna er við at renna av? At eg møgu­liga ikki longur eri blendandi for­elskað… Forelskilsi eru strævin. Deilig, men strævin. Veganskir burgarar – 4 stk Eg føli at mín kroppur er blivin minni bara uppá hesar tríggjar vikurnar, so nú ein vika er eftir sum veganari á hesum sinni, má eg royna at eta meira. Eta meira og eta meira av slíkum sum fyllir. Mín matpakki í morgin verður tí ein burgari. Mhh… veganskur burgari - nei, forelskilsið er ikki heilt horvið. Mítt froelskilsi í grønmeti hvørvur vist ongantíð. Enn leiti eg eftir tí perfekta veganska burgaranum. Enn eri eg ikki komin heilt á mál – tíbetur! Ávegis móti perfekta veganska burgaran­um sleppi eg at royna nógvar ymiskar variatiónir. Hetta er veganski burgarin hesa vikuna. 250 gr av søteplum 100 gram av kókaðum stórum hvítum bønum 100 gram av rugbreyði - farvæl matoyðsl 1 spsk av sinoppi 2 tsk av kapers 0.5 tsk av salti Olju at steikja í Kóka søteplini. Hakka ímeðan rugbreyðið heilt smátt. Sjálv brúkti eg hvítar bønur á dós, men tað ber sagtans til at kóka sínar egnu – tað er nógv biligari! Flys søteplini. Við hondunum eltir tú saman søtepli, rugbreyðsmolar, hvítar bønir, sinopp, kapers og salt. Knús bønurnar saman við fingurunum. Elt/knús við fingrunum til deiggið hongur saman – mær dámar væl at tað eru klumpar í. Forma 4 »búffar«. Legg í kuldaskápi í á leið 30 minuttir. Steik á pannu við miðal hita í umleið 4 min á hvørjari síðu – eg stokti í kokos olju, haldi tað smakkar væl afturvið søteplunum. – Opnar lassagnur gera lívið lættari, stuttligari og elegantari Septembur við Samkenslu - vika 3 VEGANSKUR Servera millum ein burgarabolla – eg koyrdi mær sinopp, ketjupp, súltaðar agurkir og grønkál ímillum eisini. Ein góður matpakki. Absolutt!