Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 17 MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON INNBJÓÐ ING til SEPTEMBUR VIÐ SAMKENSLU Mín innari veganari vaknar, nú fólkini handan facebooksíðuna »Veganararnir og verðin« bjóða fólki at royna veganska lívstílin í ein mánaða – »Septembur við Samkenslu – eg føli við!« • Følir tú eisini við? Ja, so er bara at koma í gongd. Ongan fisk, einki kjøt, ongan fugl, onga mjólk, einki egg, nei einki anlimalskt í ein mánað. Ljóðar tað farligt og keðiligt? Hoyr so her: Eina rúgvu av grønmeti í øllum ælaboðans litum. Søtar fruktir, og súrar fruktir. Nøtir. Pasta. Breyð. Linsur. Bønir. Rís. Tortillas. Nøtusmør. Smoothies og Djús. Og so enn meira grønmeti! Mhh… ! HVAT ER EIN VEGANARI? Veganisma er meira ein lívsstílur ella ein lívsáskoðan, enn tað er ein máti at eta. Veganarar velja at liva lívið við minnst møguligari ávirkan á djóralív. Ein veganari etur vanliga ikki mat sum kemur frá djórum. Ein veganari gongur vanliga ikki í klæðum sum eru frá djórum - leður, ull, silki o.s.fr. Í øllum síðum av lívinum roynir veganarin at gera minnst møguligan skaða á aðrar livandi verur á jørðini. Tankin er at tað skal vera pláss fyri okkum øllum, og at vit menniskju ikki eiga at síggja onnur djór sum okkara resursu, men heldur at djórini eiga sítt egna lív. Hetta er mín egna lýsing, onnur høvdu møgliga lýst veganismu øðrvísi. Googla - so verður tú klókari ;) BURGARI