hósdagur 22. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
20
20
ARKITEKTURPOLITIKKUR
E
in rómverskur arkitekt
ur,Vitruvius, orðaði umleið
20 ár fyri Kristi føðing eina
lýsing av arkitekturi sum “ javnvág
millum tað nýtiliga og gagnliga, tað
haldgóða og tað vakra”. Við hesum
í huganum kanst tú finna ark
itektur í einum stóli, í ein gøtulykt,
í einari trappu, um hon er gjørd við
nærlagni, við fyriliti fyri tí nýtiliga,
tí haldgóða og tí vakra.
Arkitekturpolitikkur hevur
verið á breddanum í samfelags
kjakinum í vesturheiminum tey
seinastu 20 - 30 árini, fyrst í fak
umhvørvinum og síðan eisini á
politisku dagsskránni.
Í stuttum kann arkitektur
politikkur lýsast sum felags
yvirskipaðar leiðreglur og áset
ingar fyri bygging, sum allir áhuga
partar taka undir við, borgarar,
brúkarar, vinnulív, embætisverk
og politikarar
Bygging hevur altíð verið týð
andi táttur i samfelagmenningini.
Bygging skapar karmarnar um
okkara liv, inni sum úti, og sostatt
eru umstøðurnar fyri okkara lív í
stóran mun tengdae at ávirkanini
og møguleikunum, sum byggingin
bjóðar okkum, tað vera seg heima,
á arbeiðsplássinum, í skúlum og
á stovnum, í útirúmum, ímillum
bygningar og onnur verkløg.
Vaksandi viðurkenning av, at
arkitekturur eigur stóran leiklut
í hesum, elvdi til, at fakbólkar i
fleiri europeiskum londum tóku
evnið upp, og í 2001 varð EFAP -
Europeisk Forum fyri Arkitektur
Politikk - stovnað.
Fylgjandi, eisini í 2001, varð
samtykt gjørd í ES-ráðnum um
arkitektur og arkitektoniska dygd
í býum og á landi, og síðan, í 2009,
orðaði ráðið yvirskipaðar leiðreglur
fyri arkitekturpolitikk - “Guide
to the Comission’s architectural
policy”.
Arkitekturpolitikkur er tó ikki
eitt nýtt fyribrigdi. Í tann mun, at
leiðreglur, standardir og ásetingar
fyri bygging verða handhevjaðar,
og tað hava tær verið í øldir, kann
mann tosa um arkitekturpolitikk.
Hann vil tó aloftast einans hava
støði í kvantitativum, tøkniligum
ásetingum, og um kvalitativar og
fagurfrøðiligar ásetingar eisini eru
við, eru tær lítið ítøkiligar.
Í Føroyum eru ásetingar um
bygging at finna í lógum og í
byggisamtyktum. Samanborið við
onnur lond, er føroyska lógarverkið
fyri bygging ungt. Í 2012 varð lóg
um bygging samtykt, og síðan 2010
hevur Landsverk arbeitt við at gera
bygningsreglugerð fyri alt landið,
og hon verður sett í gildi frá jan
uar 2017.
Bygningsreglugerðin
skal
tryggja, at bygging verður nýt
ilig, haldgóð og trygg, og, vísandi
til allýsingina hjá Vitruvius, er
bygningsreglugerðin sostatt týð
andi partur av arkitekturpol
itikkinum.
Í londunum rundan um okkum
hava vinnulívsfólk, embætisfólk,
politikarar og onnur, sum taka
yvirskipaðar avgerðir um, hvussu
vit skapa okkara umhvørvi, so
við og við ásannað, at góður ark
itekturur skapar meirvirði og
trivnað, at góður arkitekturur
eisini er ein góð íløga, og sjøtul
varð settur á at orða lýsing av
arkitekturi, at vísa á, hvussu ark
itekturur kann gerast ískoyti til
samfelagsmenningina og hartil at
vísa á hvussu hetta kann fremjast
í verki.
Longu í 1997 lýsti Vejle Komm
une í Danmark sín Arkitekt
urpolitikk, og var Vejle Kommune
hervið slóðbrótari í norðurlondum.
Ríkisstjørnin í Finnlandi lýsti
sín arkitekturpolitikk í 1998, í
Svøriki í 1998, í Danmark í 2007 og
í Noregi í 2009.
Kommunur, sum hava bygging
tætt at kroppinum í og við, at
kommunur gera kommunuplanir
og lokalplanir, eru í stórum tali
farnar undir at gera kommunalan
arkitekturpolitikk, eins og Vejle
Kommune. Eitt nú helmingurin
av norskum kommunum og
triðingurin av donskum komm
unum hava orðað ein arkitektu
politikk.
Tíðargrein
tikkurkommunupolitikkurfíggjarpolitikkurútlendingapolitikkurmentanarpolitikkureldrapolitikkur
landspolitikkurintegratiónspolitikkurmenningarpolitikkurútoyggjarpolitikkurarbeiðsmarknaðar
politikkurumhvørvispolitikkurarkitekturpolitikkurtrygdarpolitikkurbúskaparpolitikkurheilsup
olitikkurverndarpolitikkurmiðlapolitikkurvinnupolitikkurstarvsfólkapolitikkurlandbúnaðarpolitikk
urbústaðarpolitikkurorkupolitikkurpartapolitikkurmálpolitikkurfamiljupolitikkurrættarpolitikkurgr
Tá ið talað verður um arkitektur
– um byggilist – so hugsa nógv
um bygging, sum er merkis
verd, stórfingin, glæsilig, kost
naðarmikil og fjar frá egnum
dagligdegi. Hetta kann vera
rætt, men arkitekturur er
meir, arkitekturur er eisini
eyðmjúkur og lítillátaður og
nærur í dagligdegnum
3
1
RKITEKTUR OLITIK
KARMUR UM SAMFELAGIÐ
ARKITEKTURPOLITIKKUR
ENDAMÁL = VIÐ ÍTØKILIGUM SKIPANUM AT HÆKKA STØÐIÐ Í BYGGING
Arkitekturur og
Arkitekturur og burðardygd
Undirvísing
Arkitekturdagar
Temadagar
Kappingar
Kunning
ESCO
Almenn bygging
Heildarbúskapur
(Total økonomi)
Orka
ARKITEKTURUR
VÆLFERÐARSAMFELAGNUM
Arkitekturardagur
03.-05. okt. 2014
Í
Sirkus
Filmar um
arkitektur
kl 19 og 21
Arkitekturur er eitt avgerandi amboð, tá innrættingar í
samfelagnum skulu gerast. Arkitekturur fevnir um øll
mannaskapt átøk. Flestu ivast ikki í, at vælferðarstovnar so
sum skúlar, sjúkrahús og tjóðarsøvn eru fevnd av hugtakinum
"arkitekturi". Men arkitekturur fevnir eisini um mannaskaptar
innrættingar í náttúruni. Eitt nú útbygging av vegakervi og
havnaløgum, staðseting av vindmyllum og størri planlegging av
býum eins og innrætting av almennum rúmum í býum og á bygd.
Eyun Eliasen
Mullers
Pakkhús
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Annika Olsen, landstýriskvinna, setur dagin
Svend Sivertsen, form. AF, letur framsýningina upp
Framsýningin er opin: Frí: 17-19, Ley: 12-18, Sun: 14-18
Fríggjadagin 03. okt. kl 17:
Arkitektafelag
Føroya
Stuðlar: Tórshavnar kommuna, Føroya Bjór, Sirkus
Upplivingartúrur
Natostøðin á Sornfelli.
Bussur frá Skálatrøð ley kl 14
Landsverk
K
ar
Bylgjan – ítróttarhøll í Rúnavík
MYND: BBP ARKITEKTAR
Uppskot til høvuðssætu til Bank
Nordik
MYND: MAP ARKITEKTAR