Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 21 Arkitekturur er ikki stat­isk­ur, hann er dynamiskur og speg­lar rák og raðfestingar í sam­felagnum. Sum samfelagið menn­ist og broyt­ ist, verður ark­i­tekt­ur­politikkur somuleiðis end­ur­skoð­að­ur og dagførdur. Í Danmark kom endurskoðaður arkitekturpolitikkur í 2014, og í Svøriki er endurskoðaður arkitekturpolitikkur væntandi í ár. Arkitektafelag Føroya hevur sam­band við norðurlendsku arkitektafeløgini, og í Føroyum hevur arkitekturpolitikkur verið á dagsskránni í fakumhvørvinum tey seinastu árini. Landsverk hevur ark­itektur­ politik á arbeiðsskránni og tekur lut í norðurlendskum tiltøkum um arkitekturpolitikk. Arbeitt verður við at orða føroyskan ark­ i­tekturpolitikk og at stinga út í kortið, hvussu hann kann setast í verk. Í arbeiðinum, sum fyriliggur, er føroyski arkitekturpolitikkurin lýstur undir 4 yvirskriftum: 1.: Arkitekturur og arkitektonisk dygd 2.: Arkitekturur og borgarin 3.: Arkitekturur og burðadygd 4.: Arkitekturur og nýmenning Aftaná hvørja yvirskrift fylgir útgreining av, hvat evnið fevnir um, hvørjum áhugarpørtum, man skal røkka, og at enda uppskot til ítøkilig átøk. Hesi átøkini spenna vítt – kunning, verkstovur, kann­ ing, skráseting, kjakfundir, fram­ sýningar og ikki minst undirvís­ing. Børn og ung í dag eru tey, sum um nøkur ár skulu taka týðandi av­gerðir um, hvussu vit skapa okk­ara samfelag, og kunnleiki um ark­itektur vil geva teimum hollar fortreytir at taka avgerðir, sum eisini geva rúm fyri arkitekturi. Arkitektafelagið og Lands­ verk hevur skipað fyri und­ir­vís­ ingartiltøkum í fólkaskúlum, og hildið verður fram við hesum. Ein samljóðandi niðurstøða frá teimum, sum arbeiða við ark­i­ tekturpolitikki í hinum londunum er, at eitt er at orða ætlanir og visiónir, nakað heilt annað er at um­skapa hesar ætlanir og visiónir til ítøkilig tiltøk, sum kunnu setast í verk. Tað er umráðandi, at allir áhuga­ partar eiga sín lut í, og kenna seg aftur í slíkum orðingum, um ark­ itekturpolitikkinum skal vera lív lagað. Málið er ein orðaður føroyskur arkitekturpolitikkur, sum, tá ið man kemur hartil, vil verða úrslit av einari drúgvari tilgongd. Tað er tilgongdin, sum er áhugaverd, tað er har at sjónarmið krossast, tað er har dialogur og kjak fer fram, tað er har at arkitekturpolitikkurin verður til. Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Ole Jensen arkitektur hjá Landsverki 4 2 KUR Arkitektur Utilitas, firmitas, venustas At skapa vælvirkandi, trygg og vøkur (bygnings)verk, sum ítøkiliga gagna við at vera gagnlig/effektiv (utilitas), haldgóð (firmitas) og lutvíst óítøkiligt við at veita vakrar (venustas), stimbrandi og heilsugóðar karmar um virknað og lív Politikkur Orðað semja/konsensus og sínamillum tilsagn millum interessentar um endamál og um formliga trygging av málsviðgerðum og avgerðartilgongdum rkitektonisk dygd Arkitekturur og borgarin Arkitekturur og nýmenning Miðling Framsýning Fyrilestrar Arkitektonisk dygd innan lmenn bygging Arkitektonisk virðing Byggimálsviðger Borgaraupptøka Stimbran av nýhugsan innan bygging Royndarbygging Saltsilo á Drelnesi MYND: OLE JENSEN Kirkjubømúrurin  MYND: OLE JENSEN Stoypijarnsdeksil í Sandefjord  MYND: OLE JENSEN Trappa í Firenze MYND: OLE JENSEN