Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 22 SPÆL OG ARBEIÐI Í ÆÐUVÍK Lívið í Æðuvík mundi líkjast nógv lívinum í øðrum bygdum í landinum. Men Jovina dugur væl at greiða frá í smálutum 3. partur H vussu var at vera barn í Æðuvík fyrrapartin í undanfarnu øld? Millum annað hesum greiðir Jovina frá í hesum partinum Ì skúla Ætlanin var upprunaliga, at børnini í Æðu­ vík skuldi bert ganga í skúla eina viku um árið. Men soleiðis bleiv ikki. Foreldrini sendu børnini heim á Toftir í skúla. Tey gistu hjá skyldfólki, tá tað ikki var veður at ganga millum bygdirnar. Annars varð gingið. Men hetta hevur verið ein rættiligur teinur til gongu, fimm kilometur hvønn vegin. Ikki fyrr enn í 1930 kom fastur lærari til Æðu­víkar. Frá 1959 fóru børnini aftur av bygdini at ganga í skúla, men nú vórðu tey flutt við bili til størri skúlarnar í sóknini. Skúlin var fyrst uppi hjá niður­setu­ fólkunum, Daviu og Emil. Miðskeiðis í 1930- unum var hann uppi hjá Lars. Men tá húsini hjá honum vórðu niðurtikin varð skúlin hjá Idu og Jens. Eg fór í skúla 7 ára gomul. Hetta var uppi hjá Jensi. Konan, Ida, var systir John Davidsen, kendur lærari í Havn. Eg fekk griffil og talvu at rokna uppá. Fakini vit høvdu vóru danskt, føroyskt, landalæra, bíbilsøga, sálmavers, rokning og vakurleikaskriving. Enskt høvdu vit síðsta árið. Alt hetta skuldu vit lesa uppá heima og duga uttanat. Mær dámdi væl at ganga i skúla. Vit fóru í skúla kl. 8, fóru so til morgunmat kl. 12 í ein hálvan tíma. Vit fingu frí kl. 3 seinnapartin. Fyrsta árið var Elisar í Beitinum av Glyvrum lærari. Næstu fimm árini var tað Petur Andreassen av Velbastað. Hann var lærari í nógv ár í Skúvoy. Hann skrivaði seinni Skúvoyar søgu í tveimum bindum. Petur var góður roknilærari, tabellina skuldu vit læra uttanat. Síðsta árið var lærarin Óli Hansen, ættaður úr Svínoy. Hann gjørdist seinni lærari í Søldarfirði. Hesir vóru ferðalærarar, teir vóru skiftivís eina viku í Æðuvík og tvær vikur í Lamba. Men fyri tað kundu vit ikki taka okkum av løttum, vit høvdu nógv heimaarbeiði hesar tvær vikurnar, vit høvdu frí. Eg haldi, at vit lærdu eins nógv sum í øðrum skúlum. Í húsini við Naadens Budskab Vit plagdu at bera blaðið Naadens Budskab í hvørt hús í Æðuvík og Rituvík. Hetta var eitt blað, sum Føroya Traktatgrunnur hjá brøðrasamkomuni bað okkum deila út. Tað byrjaði at koma út í 1927. Tað var fýra síður á somu stødd sum Sunnudagsblaðið hjá Heimamissiónini, sum øll kenna. Tað var fyrst prentað á prentsmiðjuni hjá Føroya Socialdemokrati og seinni hjá B.Z. Jensen. Tað kom út eina ferð um mánaðin árini 1927- 43. Tá varð tað avloyst av Náðiboðið, sum kom eitt stutt tíðarskeið. Spøl Hjá børnum var ikki so nógv at fara til, men vit høvdu tað stuttligt, spældu nógv. Eitt av spølunum var at lofta bólt. Eg kláraði ongan­tíð meira enn 3 bóltar. So var tað at lakka paradís, hoppa um band, pinnaspæl, renna dyst, renna kapp, spæla bro, bro brille, banka kjøt, hoppa av steinum og mangt annað. Tá tað ikki var veður at vera úti, spældu vit við dukkum. Eg hevði fingið dukkur, tá ið eg var í Havn og ferðaðist. Eg seymaði og bant uppá tær. Vit gjørdu dukkur úr svávul­pinnum og kliptu klæðir til tær, so gjørdu vit kommodur úr svávuldósum, sum vit límaðu saman. Vit fingu príslistar frá Daells Varehus og frá Sport. Tað var stuttligt at ynskja sær okkurt úr hesum príslistum. Mamma plagdi at bestilla onkuntíð. Tað var so spennandi, tá ið pakki kom úr Danmark. Tá ið mamma ikki brúkti príslistan meira og ein nýggjur var komin, sluppu vit at klippa okkum pappírsdukkur úr honum. Eisini lærdu vit at binda, tað bleiv nógv bundið ta tíðina, eg var barn. Vit brúktu føroyskar sokkar, undirbuksur, undirklokkur, alt skuldi bindast. Nýhugsan hjá pápa við »hitaskipan« Tað var bara varmi í køkinum, har vit høvdu ein góðan komfýr. Pápi gjørdi uppi yvir komfýrinum ein lemm, sum mamma lat upp um kvøldið, so varmi kom upp á loft í kamarið, har vit svóvu, so tað var fløtt at koma í song. Abbi svav í einum kamari inn av køkinum, so hann fekk eisini varma haðani. Vit høvdu eisini ein petroleumsovn, sum mamma plagdi at tendra, tá ið vit skuldu hava varma í stovuni. Men vit brúktu køkin at vera í dagliga. Eitt kamar var inn av gongini. Har var altíð fløtt, tí ein kúgv stóð beint niðri undir í kjallaranum. Eisini var lemmur í gongini niður í kjallaran. Vit høvdu hoyggjhús við síðuna av køkinum, so tað var ein hurð úr køkinum inn í hoyggjhúsið. Tað var so deiligt um veturin, tá ið tað ikki var veður at fara út. So kundu vit bera hoyggið tann vegin niður í kjallaran. Hugni í køkinum Fastur mín búði áfast okkara húsum. Um veturin, tá ið kvøldini vóru long, plagdu vit at fara inn til teirra. Hon las so nógv, so hon visti eisini nógv. Hon sat altíð við síðuna av komfýrinum á einum torvkassa við einum nýbakaðum breyði og einum margarinpakka. So skar hon breyðflísar og smurdi margarin uppá til til tey mongu børnini, sum komu innar. Har var ein langur bonkur framvið vegginum. Har sótu vit og kappaðust um at fáa eina breyðflís. Tað var so hugnaligt at minnast aftur á. Hon dugdu væl at greiða frá. Onkuntíð var tað um trøll og annað ónáttúrligt. Tá vóru vit bangin fyri at fara inn aftur til okkara, tá tað var bølamyrkt. Tá plagdi eg at halda í hondini á systir míni. Eisini kundi tað vera okkurt syrgiligt, kanska um børn, sum vóru sjúk ella høvdu misti mammu sína. Tá grótu vit, men kortini var tað hugnaligt inni hjá henni. Tað skuldi eisini arbeiðast Vit sluppu ikki bara at spæla, vit máttu eisini arbeiða. Inni var tað so, at eg og Hanna, systir mín, skuldu skiftast um at feia gólvini og at vaska upp. Mær dámdi betri at vaska upp. So var tað útiarbeiðið. Eitt var torv. Pápi var altíð til skips, men hann skar torv millum túrar. So máttu vit hjálpa abba. Fyrst var tað at bera burtur. Torvið varð lagt niður á vøllin. Tá tað var tornað omaná varð tað vent. Tá tað var nóg turt var at seta upp. Vit løgdu eina torvu slætta so løgdu vit tvær torvur krossaðar móti henni. Tá tað var nóg turt var at fara at hjálpa abba at laga tað í ein lut. Vit bóru torvið, og hann lagaði. So var flag lagt omaná, fyri at tað ikki skuldi blíva vátt. Vit høvdu trý støð, sum eg Jovina Fyrsti skúlin var heima hjá Daviu og Emil Davidsen. Her eru tey saman við børnunum, Hans Andreas, Ketty, Hjalmar, Sanna og Michael SIÐSØGA Jovina Højgaard: Siðsøga Óli Jacobsen