Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 23 minnist. Eitt var undir Skorhæddini, eitt var undir Brúnni. Har lagaði abbi eina krógv, so bleiv torvið lagt inn í hana og flag lagt til tak. Tað bleiv skorið somikið, at tað var nokk til man fór í torv aftur. Torvið í Æðuvík var gott, tí har var góður mógvur. Teir komu aðra staðni frá at skera torv. Teir komu líka úr Kunoy, Hvannasundi og Kollafirði, tí torvið í Æðuvík var betri enn heima hjá teimum. Navnið Kollfjarðaheiðar sigur eisini nakað um tað. Í Keraldinum nr. 2 greiddi Janus Petersen úr Kollafirði frá, tá ið hann sum smádrongur saman við saman við pápanum og pápabeiggjanum og øðrum plagdu at fara til Æðuvíkar at skera torv. Hetta var dagur í viku hjá børnum. Í Keraldinum nr. 1 greiddi Olaf Davidsen eisini væl frá torvi í Æðuvík, eisini um um avbygdamenn, sum komu til Æðuvíkar. Hann greiðir frá, at undir fyrra heimsbardaga skóru 17 húski úr Kunoy 90 leypar í part. Onkuntíð gistu teir í Æðuvík, og æðuvíkingar hjálptu altíð avbygdarmonnunum bæði við røkt og at bera torvið oman til lendingina. Æðuvíkingar seldu eins og rituvíkingar eisini torv av bygdini. Jóannes, abbabeiggi Olaf, skar til ein lækna í Havn. Fyri at skera 12-14 leypar og at flyta torvið til Havnar var samsýningin 10 krónur. Tað var stuttligt at vera í torvi. Vit høvdu altíð mat við og grýtur at kóka vatn í. Vit lagaðu eina grúgvu, so kyndu vit eld og settu so grýtuna á. Vit høvdu so góðan matarlyst. Tað smakkaði so væl at eta úti. Tá torvið var liðugt bleiv tað borið til hús í leypi, tað gjørdi abbi. Vit høvdu ein stóran torvkassa í køkin­ um við tveimum lemmum í. Har varð torvið stoytt í. Lættari kundi tað ikki vera hjá mammu. Hjá henni var bara at kyka í kom­fýrin. Hann hevði góðan bakaraovn og vatn­behold­ara, sum altíð heitt vatn var í. Mamma slapp eisini undan at fara út við øskuni. Pápi hevði gjørt hol niður í kjallaran, har øskan fór beinleiðis í eina jarntunnu. Lúka var niðast í henni, so hon bleiv tømd, tá brúk var fyri tí. Mamma plagdi eisini at hiðra í komfýrin, áðrenn hon fór í song, so var bara at koyra frá um morgunin og koyra meira torv á. Onkuntíð var tað øskukalt hjá fastur míni. Tá kom hon við eini kolaskeið at biðja um glóð. Tað bar væl til. So legði hon torv omaná og so brendi. Vit fóru eisini onkuntíð inn til hana at biðja um glóð, tá øskukalt var hjá okkum. Velting og annað grønmeti Nú koma vit til eplini. Vit høvdu flagveltu og hippiveltu. Pápi skar fløgini omanav flagveltuni, tá ið hann var heima. So hjálptu vit abba at seta niður epli. Eg og Hanna systir bóru tøð úr køstinum norður í einari balju millum okkum. Tað skuldi vera ein fótur hjá vaksnum fólki millum hvørt epli, sum var sett niður. Mann koyrdi eisini eitt sindur av salpetur omaná flagið. So vóru fløgini løgd oman yvir. So var tað hippiveltan. Har skuldi tað saksast væl. Moldin skuldi vera ordiliga góð, so varð gjørdur ein rundingur niður í moldina, eitt petti ímillum. Síðan vórðu tøðini koyrd niður í og so eplini. Aftaná varð moldin skumpað útyvir, so tað bleiv ein ryggur. Tað var stuttligt, tá ið tað byrjaði at spíra. Tá ið veltan blómaði, var farið at taka eplini upp. Vit veltu epli til eitt ársforbrúk. Vit bóru tey inn í kjallaran. Har var eitt skot inni, tí kjallarin var ikki allur útgrivin. So koyrdu vit turra øsku útyvir eplini, tí tey skuldu liggja myrk fyri ikki at blíva grøn. Tey smakkaðu eisini ordiliga væl. Vit dyrkaðu eisini gularøtur, mairøtur og kolrabirøtur niðanfyri og sunnanfyri húsini. Eisini høvdu vit rabarbur nakað niðanfyri húsini. So vit høvdu nóg mikið av súltutoy og rabarbugreyt. Eisini var eitt gásahús niðanfyri húsini. Tað var stuttligt, tá gásin kom út við ungum. Men tað var ikki lukkuligt at koma ov nær, tá kom steggin eftir okkum. Eisini høvdu vit einar 10 hønur og ein hana, sum gól tíðliga hvønn morgun. Vit høvdu nóg mikið av eggum. Tá ið tað vóru ov nógv av eggum keypti mamma »vatnglas« á Apotekinum í Havn. Hetta var ein løgur sum Andreas Ziska í Havn hevði uppfunnið, so eggini kundu halda sær longri. Løgurin var koyrdur við vatni í eina spann og eggini fóru í spannina, sum mamma setti upp á loft. Tey eggini brúkti hon til at baka við. Alt bleiv bakað, bæði breyð og køkur. Nóg mikið av døgurðamati Døgurðamati høvdu vit nóg mikið av. Eisini var nógvur saltmatur, tá vóru jú eingin køliskáp og einki ravmagn. Saltmatin goymdu vit í kaggum. Teir stóðu í kjallaranum í einum skoti aftanfyri trappuna. Har var grind og spik, saltfiskur, kjálkafiskur, lippur, sild, onkuntíð fuglur. Eisini høvdu vit ræsta grind, ræstan fisk, turran fisk og seið. Abbi bukaði fiskin á einum steini í túninum. Tá ið pápi var heima, var hann á útróðri. Tá fingu vit knettir og frikadellur. Eisini plagdi hann at skjóta fugl. Vit plagdu eisini at dyrgja við abba út fyri Æðuvík. Hanna systir plagdi eisini at vera við. Eg minnist, at einaferð syfti vit 104 seiðir. Tá vóru vit stoltar og glaðar. Onkuntíð vóru vit við tráðu á landi. Tað var eisini stuttligt. Vit høvdu sild til agn, eisini høvdu vit fliðu, sum vit stungu í fjøruni. Tað var hugnaligt at búgva í Æðuvík, har var nokk at takast við. Komandi partur Í komandi parti greiðir Jovina millum annað frá sambandinum millum Æðuvík og Toftir Ískoyti til seinasta part: Myndin av Pourquoi Pas? á Havnini var tikin av William Joensen, ættaður úr Sumba Naadens Budskab, sum Jovina var við til at bera í húsini Børn í torvi. Úr greinini hjá Janus Petersen Clara Andersen, vinkona Jovinu í Havn, var eisini í torvi í Æðuvík Lendingin í Æðuvík. Tað kundu vera upp til 29 bátar, sum komu higar eftir torvi ein dag. Málað hevur Ólavur Højgaard