Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 25 torshavn.fo Nýggjar byggisamtyktir Nýggjar serstakar byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 12. september 2016 samtykti uppskot til nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri útstykkingar á Hamrabøi, undir Kongavarða og fyri matr. nr. 1045q. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina á Hamrabøi í Kollafirði Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri útstykking á Hamrabøi í Kollafirði við tí endamáli at byggja sethús á økinum. Talan er um útstykking til 22 sethús. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina undir Kongavarða á Argjum Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri útstykking undir Kongavarða á Argjum við tí endamáli at byggja sethús á økinum. Talan er um útstykking til 48 sethús. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1045q, Tórshavn Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1045q, Tórshavn, sum loyvir at byggja um verandi vinnubygning á ognini til íbúðir. Tilfar, sum lýsir uppskotini til nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri Hamrabø, undir Kongavarða og matr. nr. 1045q, Tórshavn, liggja frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 26. september til 17. oktober 2016, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 7. november 2016. torshavn.fo Broyttar byggisamtyktir Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 12. september 2016 samtykti uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Villingardalsvegin og Óðinshædd, serstøku byggisamtykt nr. 7, serstøku byggisamtyktini fyri útstykking undir Myllutjørn og at seta úr gildi serstøku byggisamtyktina fyri útstykking undir Gráasteini. Broytt almenn byggisamtykt fyri ávísar ognir við Villingardalsvegin Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina soleiðis, at parturin av ognunum matr. nr. 1345a, 1346a og 1347, við Villingardalsvegin, sum liggja í 4. grundøki, verður broyttur til A1-øki. Broytt almenn byggisamtykt og serstøk byggisamtykt nr. 7 Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina soleiðis, at ein partur av B10-vinnuøkinum á Óðinshædd verður broytt til A1-sethúsaøki og serstaka byggisamtykt nr. 7 verður broytt samsvarandi frá F til B4-øki. Broytt serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina undir Myllutjørn Uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri útstykkingina undir Myllutjørn soleiðis, at bilhús/úthús kann verða bygt størri og loyvt verður at byggja svala. Serstaka byggisamtyktin fyri útstykking undir Gráasteini sett úr gildi Uppskot um at seta úr gildi serstøku byggisamtyktina fyri útstykking- arnar matr. nr. 1116a, 1118b, 1119 og 1120a, undir Gráasteini í Tórshavn. Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, serstøku byggisamtykt nr. 7, serstøku byggisamtykt fyri útstykking undir Myllutjørn og at seta úr gildi serstøku byggisamtyktina fyri útstykking undir Gráasteini, liggja frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 26. september til 17. oktober 2016, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 7. november 2016. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 4. nov. 2016 hava Jóhanna og Johan Ludvig verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Dansifrøi frá kl. 19.00 sama dag. Tit, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi 10.okt. á tlf. 314457 - tlf. 262795 (Jóhanna) - tlf.224039 (Johan) ella á teldupost jojolud@olivant.fo Brúdleyp Leygardagin 8. oktober 2016 kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Ingrid Højgaard Petersen og Eivin Christiansen. Opið hús verður í Frelsunarherinum í Havn frá kl. 18.00 Brúdleyp Leygardagin 8. oktober giftast Katarina við Skipá, Hoyvík og Dávid Petersen, Kamsdalur. Vígsl­ an verður í Oasuni, Kirkju­stræti 4, 188 Hoyvík kl. 12. Veitsla verður fyri innbodnum kl. 17.30. Opið hús verður seinni um kvøldið frá kl. 20.30 í Oasuni, har øll eru hjartaliga vælkomin. MERKISDAGAR