Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 26 Cafékvøld Berin Cafékvøld Berin 27. sept. kl. 19-21 Til tín, ið hevur mist foreldur, systkin ella onkran annan av tínum kæru. Kvøldið er skipað av ungum sjálvbodnum og ætlað ungum í aldrinum uml. 16 til 28 ár. Fyriskiparar eru Marjun og Eir, sum báðar hava mist eitt foreldur, sum barn. Marjun misti mammu sína, tá hon var 11 ár og Eir mist pápa sín, tá hon var 12 ár. Tær fara at greiða frá sínum royndum, m.a. • Hvussu lívið brádliga varð kollvelt • Hvussu sorgin hevur broytt seg ígjøgnum árini • At blíva vaksin og sjálvur at gerast foreldur Eisini fer Marjun at lesa onkra av sínum yrkingum. Aftaná kunna tey, ið hava hug, seta spurningar ella deila av egnum royndum. Tíð er eisini sett av til hugnaprát við onkrum góðum afturvið. Kvøldið er ókeypis og tú er vælkomin at bjóða onkrum vini at luttaka saman við tær Stað: Flatnastova, Hotel Føroyar, týskvøldið 27. Sept. kl. 19-21 Tilmelding: í seinasta lagi mánadagin 26. sept. á tlf. 222993 ella skriva til info@berin.fo / ella til innbakkan á FB. Bú- & heimasænastan í suðuroy Deildarleiðari til Hamragarð Eitt spennandi starv sum deildarleiðari til røktarheimið Hamragarð í Vági er leyst at søkja. Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleikla at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólkið og búfólkið á Hamragarði, so er tað tær vit hava brúk fyri. Á Hamragarði eru 24 búpláss/umlættingarpláss og dagtilboð til heimabúgvandi pensionistar. Útbúgving, førleikar og royndir • Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur viðkomandi røktar- og ella heilsufakliga útbúgving og er tað ein fyrimunur, at viðkomandi hevur royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan  tænastur knýttar at eldraøkinum og góðar leiðsluførleikar. • Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi, dugir at  samskipa og motivera starvsfólkið, skapa jaligar arbeiðsumstøður og hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. • Góð evni at samskifta í skrift og talu og KT- førleika á brúkarastøði. Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av: • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av veittum tænastum. • At stuðla og menna starvsfólkið • At samskipa góðar karmar, ið veitir tryggar og góðar umstøður fyri húsfólkini, • og dygdargóða røkt og umsorgan. • At búfólkaeindirnar virka í samsvar við “Eden” hugsjónina Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Fakliga og persónliga menning • Lut í leiðslutoyminum. • Løn og setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Deildarleiðarin hevur tilvísing til eindarleiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Umsókn Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til: Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy att.: Anna Djurhuus, leiðari Eiðisvegur 28 FO-900 Vágur ella:annad@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 3.oktober 2016 kl. 12.00. Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Bú- og Heimatænastan sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta. Um fleiri upplýsingar ynskjast kann ringjast til eindarleiðaran Daimi Kjærbo tlf. 793503 HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Kommunuval 2016 Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur verður kunngjørt, at kommunuval verður týsdagin tann 8. november 2016 Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, ið mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin tann 18. oktober 2016. Heilsu- og innlendismálaráðið 23. september 2016 KUNNGERÐ Broyting í Almennu Byggisamtyktini fyri Hvannasunds Kommunu Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum broytingaruppskot fyri ”Økisásetingar fyri Hvannasund” framlagt til eftirlits: Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá mikudegnum 21. september 2016 til og við 12. oktober 2016. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga í seinasta lagi 2. november 2016. Hvannasund 21. september 2016 HVANNASUNDS KOMMUNA VILT TÚ GEVA BLÓÐ?