hósdagur 22. september 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
27
Fráboðan
Við hesum verður sagt frá, at
Smápartafelagið Plattavirki,
skrásetingarnummar 5706, c/o Eileen í
Smiðjuni, Spógvavegur 10, FO-800 Tvøroyri,
sambært skiftirættaravgerð frá 21.
september 2016 er farið í likvidatión, við Óla
M. Hansen, advokati, sum likvidator.
Navn felagsins er herefter: Sp/f Plattavirki u.
tvingsilsavtøku.
Vísandi til § 221 í kapitalfelagslógini verða
kravánarar felagsins bidnir um innan 3
mánaðir frá í dag, at fráboða síni krøv til
likvidator á niðanfyri tilskilaða bústað:
Advokatpartafelagið Faroe Law
Magnus Heinasonar gøta 10 · Postboks 158
FO-110 Tórshavn
Tlf. 66 99 00 · fax 35 99 01
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Hjálparfólki til
breyðsøludeildina
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki, við
góðum røkiskapi og áræði, til fast starv í
einum handli, sum lív altíð er í.
Arbeiðsuppgávur:
At røkja starvið sum hjálparfólk í breyðsølu-
deild okkara.
Arbeiðstíð:
Um 30 tímar um vikuna.
Vit rokna við, at tú ert:
• Røkin, álítandi og fleksibul
• Blíðlíg/ur av lyndi
• Trívist væl við nógvum og
fjølbroyttum uppgávum
Løn:
Smbrt. S & K sáttmálanum
Umsóknarfreistin er 27. september 2016
Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n til:
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu 4
Postsmoga 349
FO 110 Tórshavn
Tel 66 00 10
Att.: Bogi Vík, tel 228222
bv@fk.fo
Dugni søkir eftir vinnuvegleiðara til ½ tíðar starv
á Hjalla 7A • Boks 301
FO-110 Tórshavn
Tel. 350070
Vinnuvegleiðara starvið er nýtt og vegleiðarin
hevur til uppgávu, at stuðla næmingunum á
verkskúlanum í tilgongdini til at koma víðari út í
arbeiði ella útbúgving. Vegleiðarin arbeiðir í tøttum
samstarvið við starvsfólkini á deildini á Hjalla
og saman við hesum, stuðlar hann tí einstaka
næminginum í at seta ítøkilig mál fyri tíðina á
verkskúlanum og tilgongdini til at koma víðari.
Uppgávurnar eru at skipa fyri bólkasamrøðum,
vera við til sparringsfundir, finna viðkomandi
starvslærupláss í vinnulívinum, at vitja næmingar,
sum eru í starvsroynd o.s.fr. Vinnuvegleiðarin
kemur somuleiðis at hava uppgávur viðv.
næmingunum undir endurbúgving á skúlanum við
Áir og deildini á Kambsdali.
Okkum tørvar ein vinnuvegleiðara, sum:
•
hevur hjarta fyri fólkum við serligum
avbjóðingum, og heilhugaður hevur førleika og
tolsemi til at stuðla undir menning.
•
hevur viðkomandi útbúgving eitt nú innan
sálarfrøði.
•
hevur førleika at eygleiða og gera skrivligar
frágreiðingar í samband við førleikameting og
avkláran.
•
megnar at skipa fyri bólkaundirvísing um
viðkomandi evnir.
•
dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í sínum
arbeiði, og er viðvirkandi til at næmingarnir
mennast og fáa áræði til at koma víðari.
•
hevur evnir at skapa tilknýti til vinnulívið og
útbúgvingarstøð.
•
hevur evnir at samstarva og síggja seg sum ein
týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.
Hevur tú hesar eginleikar, ert tú møguliga tann
rætti til starvið, og vit gleða okkum at fáa umsókn
frá tær.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið og hevur
tilvísing til deildarleiðaran á Hjalla.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 7.okt
2016, kl.12.00. Starvið kann setast 1. november.
Umsóknir skulu sendast til:
DUGNI
Boks 301, á Hjalla 7a , 110 Tórshavn
ella sum teldubræv til: dugni@dugni.fo,
viðmerkjast: Vinnuvegleiðari
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Hedvig Johansdóttir, stjóra, á tel. 292999 ella
Allan Mørkøre, deildarleiðara á tel. 292974
gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 12.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa
fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at
fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna,
skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý
høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja
arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum,
sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo
Dugni arbeiðir m.a. fyri at skipa fyri endurbúgving, avkláran og arbeiðsvenjing
til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Málbólkurin
er fólk við sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum eftir
Johannes Birgir Brandal, Skáltavegur
24, 700 Klaksvík, føddur tann 17. mars
1952, deyður tann 4. januar 2016,
og eftirsitandi hjúnarfelaga Elinborg
Brandal, verða við hesum biðin um
innan 6 mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin,
og sendast til advokat Fríðu
Patursson, Frúutrøð 4, postboks
6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr.
4/2016, saman við frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru grundað á.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo