Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 30 Við aftur: Gestur B. Dam (eftir leikbann) Ivasamur: Alex Mellemgaard (trupulleikar í lærkrikanum) og Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur) Ikki við: Fróði Benjaminsen (leikbann, 4 gul) Ikki við: Finnur Justinussen skaddur (Brotið fótin, liðugur fyri í ár) Ivasamir: Magnus H. Olsen (lærskaði) Jónleif Højgaard (knæskaði) Við aftur: Andras Frederiksberg (eftir skaða) Ikki við: Pedro Tarancon Anton skaddur (Brotið beinið, liðugur fyri í ár) Ivasamur: Damir Ibric Yuksel (Knæskaði) JÓANNES HANSEN KÍ er FM favorittur, og B36 spælir fyri at vinna atgongd til europeiskan fótbólt. Á pappírinum síggja avbjóðingarnar hjá B36 út til at vera øgiligari enn tær hjá HB. B36 eigur KÍ í Klaksvík, NSÍ í Gundadali og Víking í Gøtu, áðrenn tað verður rundað av við TB í Gundadali. – Vit trívast væl við at vera partur av stórum dystum. Tí gleða vit okkum at fara til Klaksvíkar sunnudagin, og at spæla ímóti NSÍ, Víkingi og TB. Tað er trýst á okkum, tí vit skulu vinna í minsta lagi sjey stig. HB fer ivaleyst at vinna tólv stig, og vit halda okkum hava sama møguleika, hóast okkara mótstøðulið eru hægri á talvuni, enn tey hjá HB eru, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Minnini hjá Mikkjali Eftir 2-1 sigurin í Sarpugerði síðsta sunnudag var hýrurin góður í KÍ leguni. Nú eru tað fýra stig frá KÍ og aftur til teir báðar avbjóðararnar í Eysturoy – Víking og NSÍ – sum sunnudagin hittast í Gøtu. Gullgrýtan prutlar í Klaksvík, men spælarar og venjari vóru skjótir at sissa seg sjálvar og viðhaldsfólkini: – Tað eru tólv stig eftir at spæla um. Tí ræður um at hava fokus á næstu avbjóðingini, sum er B36 í Klaksvík, var viðmerkingin hjá tvífalda málskjúttanum Páll A. Klettskarð. Meðan Páll A. Klettskarð og flestu liðfelagar hansara hava góðar møguleikar at vinna FM fyri fyrstu ferð nakrantíð, so hava KÍ venjarin og onkrir av spælarunum smakkað gullrákan áður. – Víkingarnir royna at leggja trýstið á okkum, og tað skilji eg væl. Vit fegnast um sigurin í Sarpugerði, men nú vit savna okkum um stóru avbjóðingina, sum B36 er, sigur Mikkjal Thomassen. Tá ið árstalsfelagið í 2011 vann FM, hevði Mikkjal Thomassen saman við John Petersen ábyrgdina. Fleiri av spælarunum, sum nú eru í KÍ, vóru við at vinna FM heitið. Jonas Flindt Rasmussen var í miðverjuni, Meinhardt Joensen var málverji, og millum miðvallararnar vóru Atli Danielsen og Súni Olsen. Undan summarsteðginum í ár spældi Meinhardt tríggjar dystir fyri TB. Hann vardi KÍ málið á Argjum, tá ið tað í sjeynda umfari endaði 1-1. Annars hevur hann verið kappingarneyti hjá Kristiani Joensen, sum hevur verið stinnur í KÍ málinum. Súni Olsen og serliga Atli Danielsen hava verið nógv skaðadarvaðir. Tað er greitt, at Atli fer ikki at spæla aftur í ár. Um Súni Olsen verður við onkra løtu er ivasamt. Mikkjal, Meinhardt, Jonas, Súni og Atli kunnu siga liðfeløgunum, hvussu tað gekk, tá ið teir fyri fimm árum síðani runnu fram ímóti FM heitinum. Eftir 24 umfør var B36 tvey stig frammanfyri EB/ Streym og seks stig frammanfyri Víking. Í 25. umfari hittust nummar tvey og trý, og tað passaði B36 heilt væl, at úrslitið varð 3-3. Tá øktist munurin til fýra stig. Her eru fleiri viðurskifti, sum líkjast tí, klaksvíkingar droyma um skal síggjast aftur sunnudagin. Í fýra teimum síðstu umførunum vóru Mikkjal, Meinhardt, Jonas, Atli, Súni og hinir í 2011 fokuseraðir á næstu avbjóðingina, og tað gekk hvørja ferð, hóast tað var tepurt: B36 vann fulla úrtøku við fýra sigrum á eitt mál – 2-1 á B71, 3-2 á 07 Vestur og 2-1 á NSÍ, áðrenn tað varð rundað av við 3-2 sigri á HB, og B36 setti met við at vinna FM við 67 stigum, ið eru fleiri enn nakað felag higartil hevur megnað. Fleiri eru á markinum KÍ-B36: RANSIN N. DJURHUUS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Eftir keðiliga gongdina fyrr í summar, tá ið fleiri lyklaspælarar orsaka av skaðum ikki vóru við, hevur B36 aftur mest sum fulla skrúvu, og tað er kapping um plássini. Í Klaksvík er eisini kapping um plássini. Síðstu ferðirnar hava tað tó verið tekin um, at tað kennist meint, tá ið lyklaspælarar eru uttanfyri. Fleiri eru á markinum at verða leikbannaðir. Ásetingarnar siga, at fýra gul kort bera ein dag leikbann við sær, og at sjey gul kort bera ein dag leikbann við sær. Jonas Flindt Rasmussen og Jákup B. Andreasen hava seks kort á kontu, og Súni Olsen hevur trý. Ásetingarnar siga eisini, at níggju gul kort bera leikbann í ein dag við sær. Jákup B. Andreasen hevur sæð gult átta ferðir. Teir liva í vónini VÍKINGUR-NSÍ: LARS MÜLLER SUNNUDAGIN KL. 15.00 Stigatalvan sigur, at dagsskráin í Sarpugerði sunnudagin í fyrstu atløgu snýr seg um silvurkrónurnar. – Vit kunnu einki gera við KÍ, men vit hava ikki avskrivað okkum sjálvar. FM møguleikin er treytaður av, at tað kiksar hjá klaksvíkingum, og hann er treytaður av, at vit syrgja fyri okkara úrslitum, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber. Tað var í stevnudystinum við LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR B36 leikluturin verður avgerandi, hóast árstalsliðið, sum hevur vunnið FM trý av seks teimum seinastu árunum, ikki verður meistari og neyvan heiðursmerki Upptakt FÓTONGLAR ERU Á FM VEGNU ÍTRÓTTUR