Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 109 31 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ikki við: Súni Olsen (liðband í fótliðnum) Tøkur aftur: Mayowa Oladele Alli (venur við fullari ferð eftir at hann var ivasamur ímóti Víkingi) Við aftur: Elias Rasmussen (eftir sjúku) Ikki við: Poul Nolsøe Mikkelsen (slitið krossband og ikki við aftur í ár), Gunnar Christiansen (brotið bein og spælir ikki aftur í ár) Ikki við: Rói Danielsen (býr niðri), Karstin Højgaard (úti restina av árinum við skaða), Gunnar Haraldsen (skaddur) Allir mans tøkir Ikki við: Brian Jacobsen (leikbannaður) Álvur F. Christiansen (burturstaddur) Ivasamur: Pauli G. Hansen (mjødnin) Løkin átjanda juni, at gongdin koppaði rætta vegin hjá NSÍ, eftir krepputekin í fleiri vikur. Eftir fyrra hálvleik var 2-0 til Víking, men so svaraði NSÍ aftur við at skora fýra mál, og síðani hava Anders Gerber og hansara menn ikki helmað í, og nú er Víkingur aftur á skránni. – Vit iðra okkum eftir tapið ímóti KÍ, tí tá gekk tað leingi eftir okkara fyritreytum, og nú er tað ikki upp til okkara av gera av, um vit skulu vinna FM. Men vit reisa okkum eftir vónbrotið og spæla fyri okkara møguleika, og hann er eisini treytaður av, hvussu tað gongur ímóti NSÍ, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze. Eliesar verður ikki á Skála SKÁLA-B68: PETUR REINERT SUNNUDAGIN KL. 15.00 Tað er greitt, at B68 næsta kappingarár verður í næstbestu deildini. Eftir 2-0 sigurin í lyklauppgerðini á Argjum, er tað mest sum greitt, at Skála eisini í 2017 verður í fremstu røð. Síðani summarsteðgin hevur Eliesar Olsen saman við Odd Olsen verið venjari á Toftum. Eliesar er skálamaður, og tað var á Skála, at Eliesar longu í 2010 var venjari í aðru deild. Hann var venjari í fyrstu deild í 2011, 2012 og 2013, og hann var venjari fyrra partin av 2014, tá ið Skála var í bestu deildini. Eftir at hann var uppsagdur, hevur Eliesar Olsen ikki sæð nakran dyst hjá besta Skála liðnum á heimavølli, og hann verður ikki við, tá ið B68 sunnudagin fer inn á Skála: – Tað er fyri langari tíð síðani avgjørt, at eg hetta vikuskiftið verði burturstaddur, og harvið verður tað Odd Olsen einsamallur, sum fer at hava ábyrgdina. Málið hjá okkum er framvegis at vinna ein dyst, sigur Eliesar Olsen. Á Skála fegnast teir um, at vandin fyri at flyta niður er um at vera horvin: – Nú gleða vit okkum at undirhalda áskoðararnar meiri. Undan ferðini suður á Argir spældu vit ímóti øllum fýra toppliðunum. Nú eiga vit B68, ÍF, TB og HB. Vit eru uppsettir at vinna nøkur stig aftrat, sigur Skála veteranurin Pætur Dam Jacobsen. Jan krevur tólv stig HB-AB: ALEX TROLEIS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Mønustingurin hjá AN var 2-0 heimatapið ímóti Skála, og nú skal felagið fótað sær av nýggjum. – Tað eigur at vera motiverandi, at vit skulu spæla ímóti HB, NSÍ, KÍ og Víkingi. Vit hava sera ilt við at mynda málmøguleikar, men vit eiga at vísa rætta hugburðin hvørja ferð. Í støðuni, sum vit nú eru í, er tað stór avbjóðing, sum vit vónandi fara at megna, sigur AB veteranurin Símun Samuelsen. HB venjarin Jan C. Dam vónar, at tað fer at eydnast at røkka altjóða atgongumerki, hóast tað eru seks stig fram til B36 og fjórða plássið: – Eg rokni møguleikan góðan fyri, at vit fara at vinna tólv stig ímóti AB, B68, ÍF og Skála. Tað er fyrsta treytin, um vit skulu hugsa um altjóða fótbólt. So mugu vit vóna, at mótstøðuliðini hjá B36 fara at hjálpa okkum, sigur HB venjarin. Eftir langan skaðasteðg var Arnbjørn Hansen síðsta sunnudag fremsti maður hjá HB: – Hann hevur arbeitt ógvuliga nógv fyri at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Tað gekk væl hjá honum, og tað fegnast vit um. Krúnan á verkinum hevði tað verið, um hann lítla løtu eftir steðgin hevði skortað til 3-1, tá ið hann var púra leysur, men málini munnu fara at koma, tí hann hevur so ofta víst, at hann hevur rætta tevið. Spæla fyri størstu úrtøkuni TB-ÍF: RÚNI GAARDBO SUNNUDAGIN KL. 15.00 TB venjarin Sigfríður Clementsen heldur, at tað er greitt, at TB næsta kappingarár aftur verður partur av bestu deildini. – Á pappírinum er møguleiki fyri niðurflyting, men soleiðis verður tað ikki, tá ið hetta umfarið er av, og tað er uttan mun til, um vit finna ímóti ÍF ella ikki. Vit halda okkum hava góðar møguleikar at røkka 26 stigum, sum var TB úrtøkan í fjør, sigur Sigfríður Clementsen. Í 2005 varð kappingin víðkað til 27 umfør, og tá var skipanin broytt, so trý stig vórðu givin fyri at vinna. TB hevur ongantíð rokkið fleiri enn 26 stig. Fuglfirðingar vóna framvegis, at tað skal eydnast at røkka fimta plássi: – Málið er framvegis at endin á kappingarárinum skal verða betri, enn hann hevur verið tvey tey seinastu árini. Tí er talan um stóra avbjóðing í Trongisvági, sigur annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen. KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 23 17 2 4 52 20 +32 53 2 Víkingur 23 15 4 4 51 24 +27 49 3 NSÍ 23 16 1 6 53 30 +23 49 4 B36 23 12 6 5 37 22 +15 42 5 HB 23 10 6 7 36 25 +11 36 6 ÍF 23 9 4 10 37 48 -11 31 7 TB 23 6 5 12 25 39 -14 23 8 Skála 23 5 5 13 16 36 -20 20 9 AB 23 2 6 15 24 40 -16 12 10 B68 23 0 7 16 18 65 -47 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur HB-AB Víkingur – NSÍ TB – ÍF KÍ – B36 Skála – B68 KENDI TIPPARIN Árni Gregersen stjóri í Borg Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Hilmar Jan Hansen, frásøgumaður. Hann hevði tríggjar rættar. Hilmar Jan Hansen tippaði TB – B68 1 (4 – 1), HB – Víkingur X (0 – 1), Skála – B36 2 (0 – 2), ÍF – AB X (2 – 0) og NSÍ – KÍ 1 (2 – 0). M