hósdagur 22. september 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 109
32
F
ólkafundurin í ár, tann
føroyski, varð avlýstur.
Undirtøkan í fólkaræðinum
fyri at hava fund um fólka
ræðið fyri fólkið, ja, hann var bara ov
lítil.
Vónandi er hetta ein ábending, sum
ikki kann misfatast, um, at fólkið tímir
ikki longur alt hatta við fólkaræðinum.
Bara tos oman á tos. Tað tímir vanligt
fólk ikki. Tað vil hava okkurt at henda.
Tað vil aksjón.
Fólk tíma ikki at blaka eitt heilt
vikuskifti burtur til snakk og meira
snakk. Tey vilja heldur brúka
frítíðina, ta lítlu, tey hava, til
okkurt gagnligt. Ikki minst, um
veðrið er gott. Veðrið er altíð
gott, tá heilir fundardagar
eru leygardag, og lokið
bara verður liggjandi á
træverjuspannunum.
Fyrr kravdist gott
veður, tá fólkafundir
vóru, tí teir vóru úti.
Ella er orsøkin kanska tann, at nú
er einki eftir at snakka um.
Tað gongur so væl, at fólkið hevur
ikki brúk fyri fundum, øðrum enn
mótmælisfundum um alt tað,
sum sambært fólkinum
kortini ikki gongur so
væl. Spyr ikki, hvat
tú kanst gera fyri
Føroyar,
men
hvat Føroyar
eiga at gera
fyri teg. Krev tín rætt og gloym tínar
skyldur.
Eg krevji eina krónu, men lati ikki
eitt oyra.
Kanska er orsøkin, at eingin kjak
mentan er í Føroyum. Tí ber ikki til
at senda fólkinum fundarboð um at
koma at kjakast.
Ov lítil undirtøka er fyri einum
fundi, sum ikki bara er ein vanligur
fundur, men einki minni enn ein demo
kratiskur festivalur.
Ein festivalur aftan á allar hinar
festivalarnar, sum ikki eru demo
kratiskir, men okkurt annað kratiskir.
Alt fólkið er á hinum festivalinum. Tí
tey, sum skipa fyri har, ráða einsamøll.
Tað er rætti mátin at skipa fyri, eina
ræði.
Fólkafundurin varð, sum skrivað,
avlýstur, tí fólk tímdu ikki, og eisini tí,
at eingir pengar vóru til lýsingar, skilst.
Hinir festivalarnir hava ikki brúk
fyri pengum til lýsingar. Teir lýsa
ókeypis í miðlunum, og ikki bara í
teimum sosialu. Eisini tí, sum kallar
seg public service, í tænastu fólksins.
Javell, tey, sum siga, at fólkaræðið
í Føroyum er ikki deytt, men bara
hálvdeytt, tey halda uppá, at føroyska
fólkaræðið er ikki sloppið av við barna
sjúkurnar enn og liggur væl ballað
undir dýnuni.
Fyrr vóru fólkafundir í haganum.
Tá var romantikkur ikki láturligur,
heldur ikki tjóðskaparromantikkur.
Tá vóru heldur ikki bilvrak, kulda
skáp og trollemmar í náttúrini. Tí
stimbraði náttúran tjóðskapar
kensluna. Hon var rein og óspilt.
Men tey fóru eisini niðan í hagan
fyri ikki at órógva hini, sum ikki orkaðu
at hoyra um øll tey brøgd, føroyingar
kundu gera, bara tey sluppu undan
fananum dananum.
Tá vóru fólkafundir sunnudagar. Tá
høvdu fólk stundir at leggja arbeiðið
frá sær sunnudag og fara á fund.
Í staðin fyri fólkafundir inni í
ítróttarhøll, har sólin ikki sær, havið
so heldur almennan ruddingardag,
so náttúran aftur kann brúkast at
fundast í. Ruddingarfestivalar.
Fólkaræði er eisini fluguknepparí.
Eitt døgurðaborð, sum varð keypt
uttan um fólkaræðið, fær fólk at bjóða
seg fram at verja fólkaræðið. Fyri
365.000 kr. við MVG.
Koppar hetta keypið kommununi,
kann borðið seljast fyri nógv meira enn
365.000 kr. Dygdin hjá Wegner er ein
hundrað ára íløga.
Sama ger, vit hava fólkaræði, sigst,
og tí sleppa vit ikki undan. Minniluta
verja og minnilutaharðræði og meiri
lutaeinaræði, fitta barnið við nógvu
fornøvnunum og ongum eftirnavni.
Styrkin í demokratinum er, at
minnilutin vil ikki góðtaka og viður
kenna meirilutan. Tí krevur demokrati
so nógva tíð, og tí er tað so óendaliga
óeffektivt.
Festivalur fyriuttan fólk
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Eirikur í Jákupsstovu
Yrki: Ráðgevi – Bústaður: Keypmannahavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Eg havi havt periodur við øllum møguligum: Skipari, fótbóltsspælari, bóndi, spión og
alt møguligt annað. Eg haldi meg vera nokk so vaksnan eftir hondini, men enn havi
eg periodur við øllum møguligum.
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
Eg haldi tit longu vita tað mesta, og tað sum er eftir, haldi eg vit skulu sleppa at
hava fyri okkum sjálvar.
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
Tá eg hugsi aftureftir, so er nærum onki, sum eg havi saknað at vita um at vera
vaksin, áðrenn eg byrjaði at blíva tað. Tað snýr seg nokk meira um lektiuna til okkum
øllum um at vita, hvaðani vit koma, at njóta løtuna og at gleða seg til framtíðina
heldur enn at stúra um hana.
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika?
Eg havi ofta ætlanir heldur enn dreymar, og ein ætlan, sum bleiv til veruleika var at
lata endaligu ritgerðina á lesnaðinum inn áðrenn ólavsøku.
Um tú tordi, so hevði tú?
ferðast verðina runt annaðhvørt á súkklu, balón ella rúmdarfari
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Her kann eisini nógv setast inn, men Miss Universe í 1992, 1993, 1994, 1995 og
1996, søgdu tað allar rættiliga væl: Heimsfriður. Hvør uppskriftin er til tað er tó ein
nógv verri spurningur.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Tá eg kom inn á Tórsvøll til
steypafinaluna og sá, at upp ímóti 10
prosentum av Føroya fólki kundi finna
uppá at hyggja eftir einum dysti millum
tvey føroysk lið. Fantastiskt!
Tað seinasta, tú hevur lært, er at…
tey trý t’ini: Ting taka tíð. Eg havi lært tað
fyrr, men fyri stuttum lærdi eg tað aftur.
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg
um at tú?
For ofta hugsi um tað næsta, sum eg skal
gera, enn tað, sum eg geri beint nú.
Enda setningin: Føroyar áttu…
at brúkt nógv meiri pening til útbúgving og
menning, tí størstu frambrotini koma ofta tann
vegin.