mánadagur 26. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 8
Kring
varpið
fekk átalu
frá LUM
Tíðindi
Síða 10
Hægri
trygd á
Tvøroyri
Í síðstu viku ringdu búskaparligu
ávaringarlampurnar í Føroyum, tá
danska váðaráðið gav føroyska bú
skapinum gula kortið.
Tað sæst á øllum brøgdum, at
ferðin er í so høg í føroyska búskap
inum. Løgmaður hevur boðað frá,
at vøkstur í búskapinum næsta ár
ikki skal verða hægri enn 1,8 pro
sent – sum er ein stór avbjóðing í
sjálvum sær.
Tað er gamal lærdómur, at tað
almenna skal halda aftur við íløg
um í tíðum, tá nógv ferð er á privata
búskapinum.
Og tað er júst tað vit uppliva nú,
at sera nógv ferð er á privata bú
skapinum. Men tað er so sanniliga
eisini nógv ferð á almenna búskapi
num.
Tað almenna byggir í hesum
døgum fyri milliardir. Úr rúgvuni
kunnu vit nevna, at tað almenna
byggir Skálafjarðartunnil, Glasir,
Landssjúkrahús, fara undir eina
stóra havnarútbygging í Havn –
bara fyri at nevna eitt sindur av
almenna virkseminum, sum er í
gongd beint nú – og sum kostar yv
ir tríggjar milliardir krónur.
Eitt
yvirlit,
sum
Sosialurin
gjørdi fyrr í summar vísti, at íløgur
fyri einar 11 milliardir krónur verða
gjørdar komandi fimm árini. Tað er
ikki hissini.
Hetta yvirlitið vísti, at Lands
verk komandi fimm árini ger íløgur
fyri 1,7 milliardir krónur. Tunnils
felagið ger íløgur næstu seks árini
fyri 2,2 milliardir krónur.
SEV ger næstu trý árini íløgur
fyri 1,1 milliard krónur, Havnar
kommuna ger íløgurnæstu fimm
árini fyri 700.000 milliónir krónur,
kommunurnar í Eysturoy gera íløg
ur næstu fimm árini fyri 500.000
milliónir krónur, og Klaksvíkar
kommuna ger íløgur næstu trý ár
ini fyri 100 milliónir krónur.
Tað verður sera spennandi at
síggja, hvussu landsstýrið við løg
tingsfíggjarlógini ætlar at tálma
búskapinum – og um tað veruliga
eydnast løgmanni at halda lyftið
um at halda búskapinum niðri, so
vøksturin ikki verður størri enn 1,8
prosent.
Tað hevði verið sera hugaligt, um
vit fyri eina ferðs skyld fingu eina
løgtingsfíggjarlóg, sum hevði alt
løgtingið aftan fyri seg, og har pol
itikarar veruliga vístu, at teir vildu
taka saman hendur og tryggja okk
um ein góðan og sunnan búskap.
Klára okkara kosnu menn og
kvinnu tað, so er nógv vunnið.
Vit bíða í spenningini eftir inn
bjóðingi frá Kristinu Háfoss – vón
andi ikki seinni enn hósdagin, tá
hon ferð at leggja fram løgtings
fíggjarlógaruppskotið
fyri
før
oysku fjølmiðlarnar.
Búskapurin stór avbjóðing
Tað er fallið gamla manni
num á tingi, Edmundi Joen
sen, fyri bróstið, at Sjúrður
Skaale hevur skrivað eina
bók, og at Sosialurin hevur
sæð bókina, áðrenn hon er
komin út.
Nú skulu vit ikki tileinkis
gera tað, sum vit sjálvi skriva.
Men viðhvørt avdúkar Ed
mund Joensen, at hann ikki
skrivar sjálvur.
Tað er nú einki galið í tí,
at hann fær Per Højgaard
ella onkran annan at skriva
fyri seg.
Men eitt sindur uttan
handað er tað, tá hann held
ur ikki hugsar sjávlur og
heldur ikki lesur miðlarnar
sjálvur. Í Danmark ber ikki
til at lesa Dimmalætting.
Nýggja Dimma er nokk ein
asta blað í heiminum, sum
ikki er tókt á internetinum,
og tað er eitt problem hjá ein
um spinndoktara, sum situr
í øðrum landi og ger niður
støður til fólkið í Føroyum
– tey sum síggja føroyskar
miðlar, eisini teir, sum ikki
eru talgildir, sum til dømis
Dimmalætting.
Bæði bløðini hava sæð
bókina og hava valt at skriva
um hana. Sjálvandi. Tí tað er
ikki á hvørjum ári, at politik
arar geva út bøkur um sera
viðkomandi politisk evni.
Tí valdi Sosialurin at
brúka tvær síður upp á bók
ina. Kappingarneytarnir á
Dimmu hildu hana vera so á
hugaverda, at tey hava brúkt
sjey síður til sama evni.
So áhuga hevur ein slík
bók sjálvandi.
Tá almenninguri hevur
lisið bókini fáa vit at síggja,
um hon er áhugaverdari enn
bókin, sum spinndoktarin
hjá Edmundi skrivaði fyri
Edmund.
– Men halló Edmund.
Leika nú ikki so í fyri tað um
Sjúrður hevur brúkt tíðina á
Christiansborg øðrvísi enn tú
– og hevur skrivað eina bók.
Edmund og Per lesa ikki Dimmu
Seinni í vikuna frætta vit,
um lyftið hjá løgmanni heldur
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Málið loyst tí
Annika spurdi?
Edmund Joensen lat sum um at hann var í tí kreativa hjørninum á Facebook um vikuskiftið...
– Eftir at tingkvinnan Ann
ika Olsen setti landsstýris
kvinnuni
í
heilsumálum,
Sirið Stenberg fyrispurning
um møguleikarnar fyri bróst
krabbaskurðviðgerð í Íslandi,
er avtala undirritað um at
leinga hetta samstarvið.
Soleiðis skrivar Fólka
flokkurin í tíðindaskrivi um
vikuskiftið.
Vit kunnu lesa tað umaft
ur og umaftur, og ætlaði boð
skapurin má vera:
Eftir at Annika Olsen hev
ur spurt Sirið Stenberg um,
hvussu tað gongur við at fáa
hesa avtaluna í hús, so hevur
Sirið Stenberg – umsíðir –
tikið seg saman og fingið
avtaluna upp á pláss. Alt
so, hevði Annika Olsen ikki
spurt Sirið Stenberg, so var
eingin avtala.
Ergo:
Heiðurin
fyri,at
Sirið Stenberg hevur undir
skrivað hesa avtaluna eigur
Annika Olsen. Hon skal hava
allan kredittin.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at vit síggja hetta fyribrigdið
í sambandi við býráðsvalið í
Havn. Tí Jógvan Arge boðaði
eftir seinasta býráðsfund
í Havn frá, at av tí at hann
hevði spurt um innkomu
vegin, varð málið loyst – helt
hann, men tað var nokk ikki
so kortini.
Aja, hatta er politikkur.
Tað ræður um at fáa heiður –
um tú so hevur tað uppiborið
ella ikki, tað er ikki so farligt.
Spurningurin
er
so
bara, um hetta er ein liður
í
býráðsvalstríðnum
hjá
Anniku
Olsen.
Vit
gita
framvegis, at hon fer at stilla
upp til býráðsvalið.
Orsøkin til at vit gita tað
stingur eitt syndur djypri.
Tí
Fólkaflokkurin
hevur
ikki nóg góðan lista til at
kappast við fyrst og fremst
Javnaðarflokkin men eisini
Tjóðveldisflokkin, sum stilla
upp við sterkari mannig.
Tí gita vit, at Annika
Olsen verður á øðrum av
teimum
plássunum,
sum
eftir eru. Vit gita
eisini, at Kaj Leo
Holm
Johann
esen verður á
listanum
hjá
Sambandinum.
So fáa vit
eitt spenn
andi val í
h ø v u ð s
staðnum!