mánadagur 26. september 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
TÍÐINDI
Tjóvurin hevði helt Gajol-shots á gólvið og traðkað í tað. So var einans eftir hjá
løgregluni at finna skógvin, hvørs spor stóð skrivað í Gajol á gólvinum
Danjal av Rana
Ein 26 ára gamal maður varð
í Føroya rætti fríggjadagin
funnin sekur í at hava brotið
inn í Mimir 8. august í ár. Fyri
hetta og onnur lógarbrot
fekk hann sjey mánaðir
fongsulsrevsing, bøtur fyri
tilsamans 4.800 krónur og
skal rinda tilsamans 29.700
krónur í endurgjaldi.
Um morgunin 8. septemb
ur varnaðust fólk, at óbodnir
gestir høvdu verið á gátt í
ølklubbanum Mimir í Havn.
Ein rútur í hurðini var brotin,
inni
var
kassaapparatið
brotið upp, heilt fitt av fløsk
um tømdar út á gólv, og ein
rúgva av fløskum stolnar.
Heldur ikki ein fartelda, sum
stóð í hølunum, hevði fingið
frið. Har hevði tjóvurin ella
tjóvarnir helt eina fløsku
yvir knappaborðið og so latið
skermin aftur.
Millum tað, sum var helt
út yvir gólvið, var Gajol-
shots. Tjóvurin hevur tó
verið gáloysin og hevur
traðkað upp í myrka rús
drykkin, við tí avleiðing, at
hann hevur sett fótaspor
eftir seg um alt rúmið. Fóta
spor, sum síggjast týðiliga
orsaka av myrka drykkinum.
Tá løgreglan so hevði
fingið
illgruna
til
unga
mannin, fór hon á gátt, har
hann helt til. Og í ganginum
stó eitt par av skóm, hvørs
spor vóru meinlík teimum í
Mimir.
Vinurin hevði lánt
skógvarnar
26 ára gamli maðurin er
kenningur hjá løgregluni og
var í íbúðini, tá løgreglan
kom á gátt. Hann noktaði
tó blankt fyri, at hann hevði
verið í Mimir um náttina.
Ein vinmaður hevði lánt
skógvarnar nakrar dagar
framman undan, men ungi
maðurin hevði onga frá
greiðing um, hví skógvarnir
nú stóðu í gongini. Ei heldur
hevði ungi maðurin aðrar
skógvar at fara í, tá løgreglan
tók hann oman í varðhaldi.
Har verður ungi maðurin
sitandi varðhaldsfongslaður
í tvær vikur. Ein ung kvinna
varð
eisini
handtikin
í
íbúðini, men latin leys aftur
av heilsuávum.
Løgreglan
fann
minst
20 fløskur í íbúðini, sum
vóru sama slag, sum vóru
tiknar úr Mimir, og ikki ein
einasta fløska var óupplatin,
tá løgreglan bar tær aftur í
Mimir.
Vinurin meldar seg
Ungi maðurin vildi vera við,
at ein annar hevði framt
innbrotið og nakrar dagar
seinni meldar ein vinmaður
hjá ákærda seg og sigur seg
hava framt innbrotið. Hesin
hevur verið ákærdur í mál
inum, men løgreglan hevði
slept ákærunum móti hon
um.
Hann greiddi frá, at hann
hevði tikið skógvarnar hjá
ákærda, at hann hevði lat
ið teir inn aftur eftir inn
brotið og so framvegis, men
tá samanum kom, hevði
løgreglan einki álit á mann
inum. Í kanningunum kom
løgreglan fram á samskifti
millum hendan mannin og
onnur vinfólk, har hann
boðaði frá, at hann ætlaði
sær oman á løgreglustøðina
at
átaka
sær
ábyrgdina
fyri
innbrotið.
Orsøkin
var, at meðan hann kundi
vænta sær 30 dagar fong
sulsrevsing, kundi ákærdi
maðurin vænta sær upp í
níggju mánaðir. Vinmaðurin
var innkallaður sum vitni
í rættinum, har hann helt
fast við sína frágreiðing um,
at tað var hann, sum hevði
framt
innbrotið.
Ákærin
minti hann fleiri ferðir á,
at tað er revsivert at lúgva
í rættinum, men hann helt
enn fast við hana.
Dømdur fyri
áttindu ferð
Ákærdi maðurin er væl kend
ur av løgregluni. Hóast sín
unga aldur, er hann er sjey
ferðir áður dømdur fyri inn
brot. Hann varð so seint sum
4. juli royndarleyslatin eftir
ein dóm fyri innbrot. Av tí
dóminum vóru 124 dagar eftir.
Ákærdi varð harumframt
ákærdur fyri herverk fyri
at hava brotið ein rút hjá
Almannaverkinum, fyri tvey
brot á vápnalógina fyri at
ganga við knúgvajarni og
fyri at koyra bil, hóast hann
hevur mist koyrikortið.
Ákærin bað tí um, at
restrevsingin
frá
seinast
verður roknað upp í hendan
dómin. Ákærin bað tí um, at
maðurin fekk sjey mánaðir
fongsulsrevsing fyri innbrot
og herverk, 4.800 krónur í
bót fyri brot á ferðslu- og
vápnalógina og at maðurin
skal rinda endurgjald fyri
tilsamans 29.700 krónur.
Verjin meinti tó als ikki,
at løgreglan hevði megnað at
prógva, at ákærdi hevði framt
innbrotið, serliga við atliti at
ein annar maður hevði átikið
sær ábyrgd av innbrotinum.
Verjin vildi eisini vera við, at
løgreglan ikki hevði prógvað,
at tað var ákærdi, sum hevði
koyrt bilin.
Dómarin metti tó, at
ákæruvaldið hevði gjørt sítt
arbeiði til lítar, og dømdi
mannin sambært áheitanini
frá ákæranum. Ákærdi valdi
at kæra málið á staðnum.
Vinmaðurin, sum í rætt
inum vildi vera við, at tað
var hann, sum hevði framt
innbrotið, varð beint eftir
rættarmálið skuldsettur fyri
at hava logið í rættinum.
Fótasporið í Gajol-shottinum
SEV
70ÁR
SEV fyllir 70 ár, og í hesum
sambandi verður almenn móttøka
í Østrøm.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mikudagin 28/9 kl. 15–17