mánadagur 26. september 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
4
Sosialurin
SLAKTIÐ
Tað sigur Marna Frida Olsen, djóra- og umhvørvisverndarfólk, eftir at ein kúgv og nakrar
seyðir vórðu flettir á havnargøtum um vikuskiftið, meðan fólk hugdu at
– DJÓR SKULU
IKKI NÝTAST
TIL UNDIRHALD
Hallur av Rana
Tórsgøta í Tórshavn var
um vikuskiftið karmur um
eitt heldur øðrvísi tiltak, tá
havnarborgarar fingu møgu
leikan at hyggja at meðan ein
kúgv og fleiri seyðir vórðu
flettir
á
Perlutorginum,
nýggja navnið fyri torgið
millum
Miðlahúsið
og
Reinsaríið.
Slakt er kanska gerand
iskostur kring landið, og
munnu tað vera fáir føroy
ingar, ið tað er heilt ókent
fyri. Men tað hevur kortini
vakt ans, nú tað varð gjørt
á sjálvari mentanargøtuni
í høvuðsstaðnum. Kjakið
hevur verið sera lívligt á
sosialum miðlum, har fólk
hava verið ójøvn á máli um
tiltakið.
Umframt sjálvt slaktið, so
hevur tað eisini vakt ans, at
skipað varð fyri eini kapping
á Tórsgøtu, har áskoðarar
hugdu eftir hvør var skjótast
at mjólka eini kúgv.
Nøkur hava ført fram,
at talan er um djórapínslu,
onnur meta, at eitt slíkt tiltak
vísir manglandi virðing fyri
djórunum, meðan uppaftur
onnur meta, at tiltakið vísir
eina manglandi virðing fyri
starvinum hjá bóndum.
Hin síðan hevur víst á, at
slakt er ein vanligur partur
av lívinum hjá nógvum før
oyingum, og at tað er gott
fyri børn og onnur at síggja,
hvagar kjøtið, ið tey fáa til
matna, kemur frá.
Orðadrátturin á sosialum
miðlum steðgaði ikki sjálv
um slaktinum, men tað hevði
sína ávirkan á sjálvt tiltakið.
Upprunaliga var ætlanin
at skjóta kúnna á havnar
gøtum, men eftir nógva kjak
ið á sosialum miðlum valdu
fyrireikararnir
at
broyta
skránna og skjóta kúnna
í Havnardali, áðrenn hon
varð flutt oman til Perlu
torgið, har hon varð slaktað
framman fyri eini stórari
fólkafjøld.
Hoyrir ikki heima
á býargøtum
Broytingin í skránni hevur
kanska sissað nøkur fólk,
men tað eru kortini fleiri, ið
halda at sjálvt slaktið skuldi
verði avlýst. Ein teirra er
Marna Frida Olsen, sam
skiftisráðgevi og djóra- og
umhvørvisverndarfólk.
Marna Frida Olsen held
ur nevniliga lítið um bland
ingina av undirhaldi og
slakti.
– Fletting hoyrir ikki
heima á býargøtum, og so
slett ikki í undirhaldsstøðum
við tónleik og ølsmakking.
Børn eiga at læra at hava
virðing fyri djórum. Hvussu
læra vit teimum at virða tað
lívið, ið verður tikið fyri at
fáa kjøt til matna, um vit seta
tað í samband við undirhald,
spyr Marna Frida Olsen.
Men tað er ikki bara
blandingin av undirhaldi
og slakti, ið ger at Marna
Frida Olsen mótmælir ein
um slíkum tiltaki. Hon vísir
nevniliga eisini á, at sjálv
karmarnir runt tiltakið vóru
óvirðiligir fyri eitt so álvar
samt evni.
– Fyri djórini er tað ein
óvirðiligur
endi
at
vera
óviljaðir luttakarar í einum
almennum undirhaldstiltaki.
At taka lív er ein gerð, sum
vit ikki skulu fara lættliga
um. Karmarnar fyri dráp og
slakt skulu hóska álvarsemi í
støðuni. Eg meini ikki, at eitt
tiltak sum Slaktið er hósk
andi karmar, sigur Marna
Frida Olsen.
Skeivur boðskapur
Umframt at ein kúgv og
nakrir seyðir vórðu flettir,
so
høvdu
fyrireikararnir
lýst við eini mjólkikapping,
har ætlanin var at fáa bý
Marna Frida Olsen
Marna Frida Olsen
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000