Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 SLAKTIÐ Hallur av Rana – Eitt tiltak sum hetta vísir nokk so týðiliga, at djór, í øllum førum seyður og neyt, fyrst og fremst verða sædd og vird fyri teirra leiklut sum døgurðar. Tað sigur Katla Heðins­ dóttir, sum í løtuni er í holt við ein kandidat inn­an heimspeki, og hevur ser­ligan stóran áhuga í djóraetikki. Katla Heðinsdóttir vís­ ir nevniliga á, at hóast før­ oyingar vanliga hugsa um døgurðamat, tá prátið fellur inn á neyt og seyð, so hava djórini eitt virði, ið flestu menniskju ikki geva sær far um. – Hetta stendur í mót­ søgn til tað, ið man annars kann síggja hesi djórini sum. Nevniliga sum tilvit­ aðar verur, ið ikki fyrst og fremst liva fyri okkara skyld, men heldur fyri teirra egnu. Verur, sum kunnu uppliva gleði, sorg, nøgd­semi og nógvar aðrar kensl­ur í sinum lívi, og verur, sum eisini føla ótta tá lív teirra er hótt. Í eini tíð, har tað hjá nógvum er møguligt at liva sítt egna lív uttan at taka lívið frá øðrum verum, er hetta vert at hugsa um, sigur Katla Heðinsdóttir. Í sær sjálvum metir Katla Heðinsdóttir tó ikki, at tað er nakað galið við sjálvum tiltakinum, tá hugburðurin millum føroyingar til djór er tann, ið hann er. – Eg meti ikki, at trupul­ leikin liggur í, at slaktið verður gjørt alment, men heldur í orsøkunum fyri, at tað verður gjørt yvirhøvur. At djórini vera viðfarin sum verur, sum eru til fyri at skapa gleði fyri okkum á døg­urða­borðinum, ella sum undi­r­halds­virði í einari mjólk­i­kapping, heldur enn sum havandi virði í sær sjálvum. Í einum tiltaki sum hesum kemur hetta bara eyka væl til sjóndar, sigur Katla Heðinsdóttir og leggur afturat. – Man kann siga, at í einum samfelagi har mat­ ment­anin er so tengd at djórum, sum hon er í Før­ oyum, so gevur tað góða mein­ing at man velur at vísa fyri almenninginum hvat faktiskt má til áðrenn tey kunnu fáa skerpikjøt uppá breyðið. Etiski spurn- ingurin skal heldur setast við, um man virðir gleðina við skerpikjøtið hægri enn tey djórini, sum leggja kropp til – altso við sjálvum mát­ anum vit síggja uppá djór, og hvussu vit virða tey. Virða føroyingar skerpi­kjøt hægri enn djórini? Katla Heðinsdóttir ráðslimir í Tórshavnar komm­unu at kappast um hvør var skjótast at mjólka eini kúgv. Tað gjørdist tó ikki til nakað, tí Marin Katrina Frý­ dal var einasti býráðs­limur, ið var til dystin fús. Í staðin bjóðaðu ymisk onnur fólk seg fram, so at kappingin kundi skipast, hóast býráðs­ limir hildu seg burtur. Marna Frida Olsen harm­ast tó um, at tað yvirhøvur var nøkur kapping. Sambært henni sendir ein slík kapping ein fullkomiligan skeivan boðskap til børn, um hvussu djór skulu handfarast. – Tað er kanska stuttligt at síggja fólk kappast, men djór eru ikki undirhald. Fyri eini kúgv er tað óvirði­ligt at vera nýtt til eina mjólkikapping, og vit senda okkara børn ein heilt skeivan boðskap, slær Marna Frida Olsen fast. Samanber við filmar Ikki heilt óvæntað, so vóru tað nógv børn til staðar á Tórsgøtu hendan dagin, tá skipað varð fyri tiltakinum. Tað eru eisini júst børn­ ini, ið fingu ein sentralan lut í kjakinum á sosialum miðlum. Bæði tey sum vóru fyri og tey, ið mótmæltu, vístu á hvønn týdning til­ takið hevði fyri tey allar­ minstu. Meðan tey, ið stuðlaðu tiltakinum vístu á, at tað er gott fyri børnini at síggja hvar kjøtið kemur frá, so tey ikki fáa eitt óveruligt tilknýti til kjøt, so mettu onnur, at slíkt als ikki er egnað til børn at hyggja eftir. Marna Frida Olsen vísir á, at tað at kúgvin varð skotin í Havnardali, er prógv um, at tað eru nøkur ting, ið eru ov ógvuslig at vísa fólki. Tí er spurningurin, um tað yvirhøvur var rætt at lata børn vera við til slaktið. – Kúgvin, ið varð flett, bleiv ikki dripin framman fyri fólki niðri í miðbýnum, tí fyrireikararnir hildu, tað kanska fór at vera ov ógvusligt. Har eru nevniliga nøkur mørk fyri, hvat er í ordan, og hvat ikki er í ordan, at vísa fyri børnum. Til dømis eru aldursmørk á filmar og telduspøl vegna harðskapur, og hetta av góðum grundum, sigur Marna Frida Olsen og held­ ur fram. – Har er tó ikki semja um akkurát hvar, hesi mørk skulu setast. Eiga sjálvt smábørn at síggja slakt, so tey vita, hvar kjøt kemur frá? Ella skulu børn vera gomul nokk til, at tey sjálvi kunnu taka eitt tilvitað val, um hetta er ein uppliving, tey ynskja? Eitt positivt Hóast Marna Frida Olsen sum heild er atfinn­ingar­ som mótvegis tiltakinum, so kann hon tó nevna okkurt gleðiligt við tí. – Eitt positivt síggi eg við tiltakinum, og tað er, at fokus verður sett á mat­ vørur av føroyskan upp­ runa. Tó hevði eg ynskt mær at sæð meira til før­ oyskt grønmeti, og meira upplýsing um fyrimunirnar við at eta vegetariskt og veganskt. Fyri bæði djórini, umhvørvið og okkara egnu heilsu, er tað gott at eta minni kjøt og meira grønt, sigur Marna Frida Olsen. hallur@sosialurin.fo – Tey eru summi í mið­ staðarøkinum, sum ikki vita hvar kjøtið kemur frá. Tey hava ikki møguleika fyri at verða ein partur av landbúnaðinum, men leyg­ ardagin fingu tey innlit, sigur Sigert Patursson, for- maður í Bóndafelagnum. Tað hendir meira enn so, at fólk í stórbýum verða skýrd fyri, at ikki hava sam­ band við náttúruna. Tey halda, at maturin kem­ur úr køli­diskinum í matvøru­ handlunum, siga tey at­finn­ ingarsomu. Tað er ikki so galið í Før­ oyum, men vit hava somu trupulleikar sum aðrastaðni. – Tað er partvíst soleiðis í Havn. Tað eru nógvir før­ oyingar, sum hava rímiligt samband við jørðina, men tað eru eisini fólk, sum ikki hava møguleika fyri tí og tí ikki kenna til hagreiðing av kjøti. Tey fingu leygardagin møguleika fyri at síggja tað, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum. Hann heldur, at tiltakið leygardagin var av tí allar besta, tí soleiðis er veruleikin og eingin orsøk er til at fjala tað. – Soleiðis er tað í øllum teimum kendu býunum gjøg­num Evropa. Tað eru kjøt­marknaðir allastaðni og tað kann tað eisini vera í Før­oy­um, staðfestir Sigert Paturs­son. Sigert Patursson: – Vita ikki hvar kjøtið kemur frá Sigert Patursson