mánadagur 26. september 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
2
SLAKTIÐ
SLAKTIÐ VA
Danjal av Rana
Umboð fyri Djóraverndar
felagið vóru til staðar, tá
tiltaki Slaktið var í Tórsgøtu
leygardagin, og dómurin er, at
alt fór virðiliga fram.
Nakað av kjaki var framm
anundan um tiltakið, bæði tað,
at djór skuldu flettast framman
fyri mannamúgvu og at ein
kúgv skuldi kappmjólkast av
politikarum.
Djóraverndarfelagið er av tí
áskoðan, at tað í sjálvum sær
einki galið er í at fletta og slakta
frammanfyri eini mannamúgvu.
Kortini mælir felagið til, at
djórini, sum skulu flettast,
ikki eiga at bíða í sama rúmi,
sum flett verður. Harumframt
mælir felagið til, at djórini
vera skotin, áðrenn tey verða
førd inn í mannamúgvuna, fyri
at minka um strongdina hjá
djórunum.
– Kappmjólkingin er tó
nakað annað. Vit vóru sera iva
som, tá vit hoyrdu um tað, og
høvdu undir ongum umstøðum
viðmælt tað. Men sigast má, at
tað gekk okay fyri seg, sigur R R
vegna Djóraverndarfelagið.
– Tá man mjólkar, skal ein
ávísur teknikkur til, sam
stundis skal kúgvin kunna gera
vart við sína ónøgd, um tað ikki
verður gjørt rætt. Vit høvdu
fólk á staðnum, og kundu tey
siga frá, at kúgvin bleiv fóðrað
og uggað ímeðan, av fólki hon
kendi. Av tí sama, stóð hon
mestsum still og legði onki í
politikarnar, sigur RR.
Djóraverndarfelagið sigur
annars, at tað viðmælir fyri
reikarunum at seta seg gjølla
inn í øll slík viðurskifti, tá um
ræðir livandi djór.
Myndir: Álvur Haraldsen