Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Málið um ein deildarstjóri í heilsumálaráðnum er enda á borðinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Ikki tí at nakar hevur kært hetta mál, men tí at um­ boðsmaðurin sjálv hevur sett sær fyri at kanna um málið er so háttað, at hon eigur at fara at kanna tað nærri. Umboðsmaðurin hevur biðið heilsumálaráðið um eina frágreiðing um, hvat er farið fram í málinum og um tað, sum aðalstjórin í heilsumálaráðnum er siterað fyri a­t siga í útvarpinum, er samsvarandi veruleikanum. Umframt at til ber at kæra til umboðsmannin, so kann umboðsmaðurin sjálv­ ur taka mál upp, sum hon heldur ikki hava fingið rætt­ ar fyrisitingarligar manna­ gongdir. Tað er tað hon hevur gjørt í starvsfólkamálinum í heilsumálaráðnum. Umboðsmaðurin fekk til­ samans 80 kærur í fjør. Av teimum vóru 14 um avgerðir í føroysku kommununum, sum borgarar ikki eru nøgdir við. 71 klagur, sum komu til Umbosmannin í fjør vóru avvístar av ymiskum or­ søkum. Heilar 48 vóru avvístar, tí Umboðsmaðurin ikki metti, at nakað grundarlag var fyri at gera víðari kann­ ing­ar. Í ávísum førum vóru kær­ur avvístari, tí kær­arin ikki hevði nýtt teir kæru­ møguleikar, sum eru í fyri­ sitingini og nakrar vóru av­ vístar tí tær vóru utt­an fyri heimildarøkið hjá um­boðs­ manninum. Sløgini av kærum Ymiskt er, sum kært verður um, men flestu kærurnar snúgva seg um innlit. 18 ferðir hevur umboðsmaðurin fingið kæru um, at fólk ikki hava fingið tað innlit,s umt ey hava biðið um. 13 mál er um avgerðir í búnaðarmálum og byggi­ málum, 10 eru starvs­fólka­ mál og onnur 10 eru barna­ verndarmál. Løgtingsins Umboðs­mað­ ur í Føroyum er eisini barna­ umboðsmaður. UMBOÐSMAÐURIN 80 klagur fekk Løgtingsins Umboðsmaður í 2015 at taka støðu til – tær flestu um avgerðir hjá kommunum MEST VERÐUR KLAGAÐ UM KOMMUNURNAR Løgtingsins Umboðsmaður gav Kringvarpinum átalu fyri seint innlit og at hava latið viðkvæmar upplýsingar Árni Gregersen Kringvarp Føroya hev­ur fingið eina átalu frá Løg­ tingsins Umboðs­manni. Átalan er fyri, at tað tóku fýra mánaðir hjá Kring­varpinum at geva inn­lit í eitt mál og at tá tað so endiliga var gjrt, tá fylgdu viðkvæmar per­són­ ligar upplýsingar við. Umboðsmaðurin helt tað vera alt annað enn nøkt­andi, at tað gingu 4 mánaðir frá tí, at innlits­ um­bønin varð send, til hon var avgreidd. LUM helt eisini, at tað var serstakliga óheppið, at inn­lit varð latið í eymar upp­lýsingar, sum eru undan­tiknar rættinum til innlit. Umboðsmaðurin gav Kringvarpi Føroya eina átalu fyri handfaringina av málinum Sólja í Ólavsstovu er Løgtings Umboðsmaður og Barnaumboðsmaður Kringvarp Føroya hevur finjgið átalu frá Umboðsmanninum. Kringvarpið átalu frá LUM