mánadagur 26. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TRYGD OG TILBÚGVING
Áki Bertholdsen
Tvøroyri kann verða ein
fyrimynd hjá øðrum, hvat
trygdarviðurskiftum og til
búgving viðvíkur.
Tað siga tey í Tvøroyrar
Býráð.
Tí seta tey nú sjøtul á eina
ætlan, har endamálið er at
skipa øll viðurskifti viðvíkj
andi trygd og tilbúgving í
eina fasta legu, og sum sam
stundis skal lyfta alt økið
upp á eitt hægri stig.
Tað er ein ætlan, sum er
sprottin burtur úr, at Tvør
oyri hevur fingið nýggjan
kommunustjóra,
eftir,
at
kommunustjórin sum var,
fór í farloyvi.
Nýggi kommunustjórin
er nevniliga Henrik Weihe
Joensen, sum eisini er ráð
gevari í trygd, tilbúgving,
verju og í løgfrøði.
Og nú hevur Tvøroyrar
Býráð samtykt at fara undir
eina verkætlan við tí enda
máli at lyfta trygdarviður
skiftini, og tilbúgvingina,
upp á eitt hægri stig.
Í hesum sambandi fer
Tvøroyrar
Býráð
nú
at
senda Nora eina umsókn um
fíggjarligan stuðul til at seta
sjøtul á Málið.
Nora ein stovnur, sum
røkir samstarvið ímillum
londini í útnorðri, Vestur
Noregi, Føroyar, Ísland og
Grønland.
Fyri at fáa stuðul frá
Nora til ymisk tiltøk, krevst,
at minst tvey lond eru við í
tiltakinum og tí ætlar Tvør
oyrar Kommuna at taka upp
samstarv við eina kommunu
í Grønlandi um hetta tiltakið.
Talan skal sostatt vera
um at hava eina ráðstevnu
í Grønlendsku kommununi
um hesa verkætlanina, og at
hava eina ráðstevnu á Tvør
oyri.
Tey eru í samskifti við
onkra kommunu í Grønlandi
um hesi viðurskifti, men við-
urskiftini eru ikki avgreidd,
og tí er ikki greitt, hvørja
kommunu í Grønlandi, talan
er um.
Tey halda, at tað er rætti
liga sjálvsagt, at halda ráð
stevnuna á Tvøroyri í nýggja
mentanarhúsinum, Salt á
Drelnesi, tá ið tað verður
leyðugt.
Men fyri at fáa stuðul til
ætlanina, er eisini neyðugt, at
landsmyndugleikarnir geva
sítt tilmæli og eru við í henni,
og tað fara tey á Tvøroyri nú
at tosa við landsstýrið, helst
Fiskimálaráðið, um.
Eftir ætlan verður ráð
stevnan á Tvøroyri í februar
ella mars næsta ár, og ráð-
stevnan í Grønlandi verður
so í apríl ella í mai, og eftir
ætlan verða eini fimm um-
boð fyri hvørja kommunu
við á ráðstevnununum.
Á ráðstevnuni er so ætl
anin, at avvarðandi partar
hittast at leggja lunnar und
ir eina miðvísa ætlan um
at menna tilbúgvingina og
trygdina.
Her verður hugsað um
bjargingarfeløg, sjúkrahúsið,
og síðani kunnu allir part-ar
so seta seg saman og gera
eina framkomna tilbúgv
ingarætlan fyri Tvøroyrar
Kommunu.
Tvøroyri kann verða
ein fyrimynd
Í býráðnum á Tvøroyri halda
tey, at kunnu tey marknaðar
føra seg sum ein kommuna,
ið tekur spurningin um trygd
og tilbúgving í álvara, tað
kann fáa stóran týdning fyri
royndirnar at marknaðarføra
kommununa.
Her verður eitt nú hugsað
um at marknaðarføra komm
una fyri fremmandum ferða
mannaskipum.
– Tað kann fáa stóran
týdning, at vit kunnu vísa
á, at vit taka spurningar um
trygd og tilbúgving, í álvara,
halda tey.
Tey halda eisini, at tað
kann fáa stóran týdning
fyri sjúkrahúsið at ein fram
komin
tilbúgvingarætlan
verður gjørd.
Tilbúgvingarætlanir
kunnu umfata alt møguligt,
sum tað vanliga ikki verður
hugsað um. Eitt nú kann
ein tilbúgvingarætlan ger
ast fyri drekkivatnið. Men
tað er eisini eitt endamál at
fáa tær ymsu tilbúgvingar
ætlanirnar at samvirka.
Í býráðnum á Tvøroyri
siga tey, at eitt er, at fáa
trygdina og tilbúgvingina
á Tvøroyri upp á eitt hægri
stig.
Men hetta er eitt, sum
ikki er roynt aðrastaðni í
landinum, og ein slík ætlan á
Tvøroyri, kann brúkast sum
fyrimynd í øðrum komm
unum, siga tey í Tvøroyrar
Býráði.
TRYGDIN Á TVØROYRI
UPP Á EITT HÆGRI STIG
Tvøroyri kann verða ein fyrimynd hjá øðrum, hvat trygd og tilbúgving viðvíkur
– Á Tvøroyri hava tey sett sjøtul á eina ætlan, sum skal fáa kommununa í fremstu røð, hvat trygd og tilbúgving viðvíkur