Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GOTT FØROYSKT AVRIK Í EDINBURGH Føroyska U16-landsliðið í U16-hondbólti hevur roynt seg ímóti bretskum hondbóltstjóðum í vikuskiftinum. Her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini Neli Heldarskarð HONDBÓLTUR U16-landsliðið hjá dreingjum hevur um vikuskiftið luttikið í Viking Cup í Edinburgh, Skottlandi. Fyrsti dysturin var fríggjadagin, og tá taptu føroysku dreingirnir tepurt 26-25 eftir javnt 13- 13 í hálvleikssteðginum ímóti U18-landsliðnum hjá Skottlandi. Skottland fekk sigursmálið tá ið einans fá sekund vóru eftir at spæla. Føroysku málskjúttarnir hendan dystin vóru Jákup N. Olsen, 8, Høgni Fríðuson Gaard 7, Tróndur Mikkelsen 5, Johannes Bjørgvin 1, Jóan Pauli Patursson 1, Martin Danielsen 1, John Haldansen 1 og Gilli Holm 1. Leygardagin var mót­støðu­ liðið tað javnaldrandi liðið hjá Skottlandi, nevni­liga U16-landsliðið, og hesa­ ferð sást greiður munur á. Føroysku dreingir­nir vunnu 24-15-stórsigur eftir at hava verið á odda 12-8 í hálv­leiks­steðginum. Síðsti dysturin varð spældur sunnudagin ímóti U18- landsliðnum hjá Bretlandi. Føroyingar eru stinnari enn bretar í hondbólti, og hetta prógvaðu føroysku dreingirnir við at vinna 29-19. Sostatt vann føroyska U16-landsliðið tveir út av trimum dystum í Viking Cup. Teir, sum mannaðu føroyska liðið, vóru hesir: Jón á Argjaboða, Rókur H. Joensen, Tróndur Mikkelsen, Gilli Holm, Dánjal Ragnars­ son, Johannes Bjørgvin, Jóhan Hansson, Jákup N. Olsen, Heini á Heygum, John Haldansen, Sakaris Aniano Sakaris­son, Jóan Pauli Patursson, Hørður Lognberg, Martin Danielsen, Hendrikur David­sen og Høgni Fríðuson Gaard. Venjarar vóru Christoffur Gert Nielsen og Mark Lausen-Marcher. FÓTBÓLTUR Átjanda umfar í kvinnu­ kappingini varð spælt í gjár. Toppliðini EBS/Skála og KÍ, sum stríðast um meistaraheitið, vunnu, og harvið heldur tætta FM stríðið fram. Kortini kennist tað sum um, at úrslitini í dag bóru við sær, at KÍ styrkti eitt vet um sína støðu í toppinum. EBS/Skála var á útivølli ímóti B68, sum er niðast. Tí var møguleiki fyri, at EBS/ Skála kundi betra nógv um málmunin, sum ikki er eins góður og hjá KÍ, men tað eydnaðist ikki. EBS/ Skála vann 2-0. Margunn Lindholm, sum er uppvaksin í B68, setti hol á í níggjunda minutti, og fjúrtan minuttir undan leikloki staðfesti Randi Fagradal sigurin. Hetta var átjanda málið hjá Margunn Lindholm, sum nú er toppskjútti saman við Milju R. Simonsen í HB. Milja var ikki millum málskjúttarnar, tá ið HB á heimavølli vann 3-2 ímóti ÍF/ Víkingi. Eftir lítlan hálvan tíma umsetti Lív Arge brotsspark til mál og 1-0 HB leiðslu. Ein tími var farin, tá ið Jensa Tórolvsdóttir javnaði til 1-1, men tíggju minuttir seinni legði Heidi Sevdal HB framum 2-1. Hetta var fyrsta málið í ár hjá Heidi Sevdal, sum bara hevur spælt tríggjar landskappingardystir – allir í september. Tíggju minuttir undan leikloki økti Ása á Reyna­ túgvu um HB leiðsluna til 3-1. Tveir minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Durita Nielsen minkaði um munin til 3-2. HB er á fjórða plássi við 22 stigum, og ÍF Víkingur er á fimta plássi við sekstan stigum. Tíðliga seinnapartin í gjár vann KÍ 3-0 á heimavølli ímóti B36. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi B36 sjálvmál. Eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði KÍ tvey mál. Í báðum førum var Hervør Olsen málskjútti. Hon hevur seinastu tíðina verið í fremsti spælarin í KÍ álopinum. Nú hevur hon skorað trettan mál, ið eru eins nógv og liðfelagin Maria K. Thomsen. KÍ hevur 42 stig – trý færri enn EBS/Skála. Miku­kvøldið verður annar av út­settu dystunum hjá KÍ. Tá verður tað á heima­vølli ímóti ÍF/Víkingi. Nítjanda umfar verður sunnu­dagin annan okto­ber. Tá er skráin henda: EBS/ Skála-HB, ÍF/Víking­ur-KÍ og B68-B36. Heldur óvæntað byrjaði Manchester United- liðskiparin, Wayne Rooney, á bonkinum í 4-1-sigrinum ímóti Leicester. Men tað hevði sína orsøk. - Vit hugsaðu, at tað ímóti einum liði sum Leicester var besta loysnin at spæla við tveimum kvikum leikarum (Lingard og Rashford, red.) á kantinum og Mata á einum plássi, har hann kundi kombinera við teimum. Tað gekk væl, segði United- venjarin, José Mourinho, við Daily Mail eftir dystin. Eftir seks dystir eru úrslitini hjá Pep Guardiola og Manchester City framvegis feilfrí. Manchester City hevur fulla stigaúrtøku við 18 stigum eftir fyrstu seks umførini í Premier League. Sætti sigurin á rað varð vunnin leygardagin á útivølli í Wales, har Swansea tók ímóti. Manchester City vann 3-1 og hevur fýra stig niður til Tottenham, sum er nummar tvey við 14 stigum. Spurs vann leygardagin 2-1 á útivølli ímóti upp­flytara­ liðnum Middles­brough Á Emirates Stadium vísti Arsenal eisini, at The Gunners helst ikki verða lættir at syfta í ár. Undan dystinum ímóti Chelsea leygarkvøldið hevði Arsenal ikki vunnið ímóti Chelsea í Premier League í fimm ár, men longu í hálvleikinum var greitt, at hendan sannroyndin fór at broytast. Arsenal var framman fyri 3-0 longu í hálvleikinum, og hendan støðan helt sær eisini til dystarenda. Arsenal hevur 13 stig eftir seks dystir. Liverpool hevur havt nógvar truplar dystir, men byrjanin hjá sið­bundna stór­felag­num hevur kortini verið rættiliga góð. Liverpool hevur vunnið dystir ímóti Arsenal, Leicester og Chelsea í hesum kappingarárinum, og leygar­ dagin kundu Liver­pool- viðhaldsfólk enn eina­ferð fegnast um eitt gott av­rik frá sínum monnum, tá ið Liverpool á heimavølli vann heili 5-1 ímóti Hull. Júst sum Arsenal hevur Liverpool 13 stig eftir seks dystir. Real Madrid spældi leygar­ kvøldið 2-2 á útivølli móti Las Palmas. Mest umrødda støðan í dystinum var, tá Cristiano Ronaldo, ið kemur á Tórsvøll sum portugisiskur lands­liðs­liðskipari 10. oktober, bleiv útskiftur tjúgu minuttir fyri tíð við støðuni 2-1 til Real Madrid. Evropameistarin tóktist alt annað enn nøgdur við útskiftingina. Hann mutlaði fyri seg sjálvan á veg út, og hugdi ikki upp á venjaran, Zinedine Zidane, tá hann tók í hondina á honum. Løtu seinni javnaði Las Palmas. Eftir 16 sigrar upp í slag, so hevur Real Madrid spælt tveir javnleikir. Marco Asensio og Karim Benzema skoraðu málini. Miðlarnir í Spania skriva annars, at Gareth Bale skal ynskja eitt skifti aftur til Premier League. FC Barcelona greiddi sín setning í norðurspania, har teir spældu móti Sporting Gijón. Á sama leikvøllinum, sum Jens Kristian Hansen skoraði fyri føroyska landsliðið móti Spania í 1997, vann Barcelona 5-0. TENNIS Í vikuskiftinum vann danska tennisstjørnan, Caroline Wozni­acki, sína fyrstu kapp­ ing í hálvt­annað ár. Danski tennis­leik­ar­in hevur verið í einum aldudali sein­astu tíðina, men nú birtist fyri, at betri tíðir eru fyri framman hjá Wozniacki. Caro­line Wozniacki vann WTA- kappingina, Pen Pacific Open, við finalu­sigri ímóti japansku Naomi Osaka. Kapp­ing­in varð spæld í Tokyo, og harvið var japanska Osaka, ið bert er 18 ára gomul, á heimavølli. STUTTSØGD TÍÐINDI