Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Aftur hetta vikuskiftið fóru fleiri føroyskir útisetari dysti. Úrtøkan var blandað, men felags fyri flestu av spæl­arunum er, at teir spæla og summir spæla enntá væl. Einasti málskjúttin av úti­setunum var Hallur Hans­ son, sum legði AC Hors­ens á odda 2-1 móti FC Midtjylland í superliguni. Hóast Honsens var á odda 2-1 í fyrra hálvleiki, so endaði tað við 5-2 tapi. Burdi havt fleiri kassar Hetta er aðru ferð í ár, at Hall­ur Hansson skorar í sup­ erliguni fyri AC Horsens. Mið­vallarin hevur fingið nógv rós fyri síni avriki í ár, og hann fegnast um at tað eisini gevur mál. Tó er hann argur um, tey ikki eru fleiri í tali. Eg fái so at siga góðar møguleikar hvønn dyst. Um eg var eitt sindur heldigari ella skarpari, so hevði eg nokk havt einar fimm ella seks kassar higartil, men eg komi til møguleikarnar, so eg eri vísur í at tað koma enn fleiri mál. Tað er altíð deiligt at skjóta mál, sigur Hallur Hansson. Úrslitið ikki rættvíst Føroyski landsliðsspælarin er alt annað enn nøgdur við úrslitið móti FC Midtjylland. 5-2 var bestemt ikki eitt fair úrslit. Vit vóru betri enn teir í fyrra hálvleiki, og hava fleiri góðar støður. Eg haldi venjarin hjá okkum sigur tað væl. Vit hava ikki styrki og orku til at spæla tríggjar superligadystir uppá seks dagar, greiðir Hallur Hans­ son frá. FC Midtjylland skifti seks spælarar til dystin. Teir, ið koma inn eru akkurát líka dugnaligir. Vit hava ikki somu breidd í hóp­ inum, og fáa tískil trupul­leik­ ar í einari tættari skrá, sigur Hallur Hansson. Spældi móti van der Vaart Stóra stjørnan í superliguni er fyrrverandi Real Madrid stjørnan, Rafael van der Vaart. Hann er í dag 33 ára gamal og heldur saman við hondbóltsspælara, ið spæl­ir í Danmark. Tí er tað møgu­ ligt hjá FC Midtjylland at hava spælaran í felagnum. Hann var á miðvøllinum hjá FC Midtjylland móti AC Hors­ens. Tað er einki at ivast í, at hann er ein dugnaligur spæl­ari tá hann er á bólt­ inum, men tad virkar sum hann hevur sæð sínar bestu dag­ar. Hann haltaði runt tað mesta av dystinum tá hann ikki hevði bóltin, men ein fín uppliving hjá mær, tá maðurin hevur eitt so imp­ on­erandi CV, sigur Hall­ur Hans­son. Jóan Símun bestur OB tapti greitt 3-0 fyri Brønd­by sunnudagin. Før­ oyski landsliðsáleyparin byrj­aði á bonkinum, eftir at hann var eitt av fáu ljós­ punkt­unum í dystinum framm­anundan móti Silke­ borg. Toftamaðurin kom á vøllin til seinna hálvleik, og sambært donskum útvarpi, so var hann tann besti spælarin hjá OB í seinna hálvleiki. Gilli frá byrjan fyri Brann Brann Bergen heldur fast um annað plássið í norskum fótbólti, eftir at liðið vann 1-0 á Tromsø í gjár. Gilli Ról­ antsson Sørensen spældi allan dystin á høgra vongi, har hann eisini hevði onkran mál­møguleikan. Tvøramaðurin hevur eitt brennandi ynski um at spæla á vonginum heldur enn bakkinum, og tað sær út til at venjarin í Brann heldur tað er eitt gott hugskot. Føroyski vongurin spældi allan dystin. René við uppleggi Vendsyssel FF vitjaði AB í Gladsaxe og vann 3-1 aftaná at hava verið á odda 3-0 í steðginum. René Shaki Joen­ sen legði upp til 3-0 mál­ið, og hann fekk 70 min­utt­ir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út. Hákun Ed­munds­ son kom á vøllin fyri Vend­ syss­el FF, tá 85 min­uttir vóru spæld­ir. Heini Vatnsdal spældi all­ an dystin á tamb, tá Fremad Amager á útivølli í Næst­ved vann 1-0. Støðan í steðginum var 0-0. Fríggjakvøldið vann Vejle við Viljormi Davidsen á vøllinum 2-0 á Nykøbing FC. Sostatt gjørdist talan um fulla úrtøku hjá teimum trimum føroyingaliðunum, Vendsyssel FF, Fremad Am­ ag­er og Vejle. Bárður J. Hansen er skadd­ur í økslini og spældi tí ikki við Fremad Amager. Hann vónar venja aftur í dag. Komandi mikukvøld spæl­ir Vejle á útivølli í Skive. Kom­andi sunnudag tekur Vendsyssel FF ímóti Skive. Frem­ad Amager tekur sama dag ímóti AB á leikvøllinum í Sundby á Amager. Sunnu­ dagin vitjar Vejle á útivølli hjá Hobro. Kaj Leo frá byrjan Gunnar Nielsen vardi málið, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 69 minuttir á vøllinum, tá lið teirra, FH, sum hevur endurvunnið íslendska meist­ara­heitið vitjaði Vík­ing Reykja­vík á útivølli. Talan var um ein týd­ning­ arleysan dyst í næstseinasta umfarinum í íslendsku pepsi­ deildini. Víkingur Reykjavík hevur ongan møguleika at koma út í Evropa, og FH bíð­ ar bara eftir at fáa steypið handað komandi vikuskift­ ið. Víkingur vann dystin í dag 1-0 við sigursmáli, sum var skorað í 14. minutti. Gunnar Niel­sen hevði sambært Morg­unblaðnum onkra góða bjarging í dystinum. Sonni Ragnar Nattestad var leikbannaður, tá lið hans­ ara Fylkir spældi javn­leik 2-2 ímóti Þrótti. Úrs­litið merkir, at Fylkir fram­vegis er tvey stig undir niðu­r­flyt­ing­ar­ strik­uni. HALLUR SKORAÐI MÓTI VAN DER VAART Hallur Hansson spældi í gjár móti fyrrverandi Real Madrid stjørnu og skoraði. Tað endaði tó við 5-2 tapi. Jóan Símun Edmundsson spældi góðan hálvleik fyri OB, meðan Gilli Rólantsson Sørensen spældi fullan dyst fyri Brann í sigri