Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Beint eftir dystin ímillum KÍ og B36 við Djúpumýru í gjár høvdu klaksvíkingar møgu­leikan at fara í bad­ min­ton­høllina at hyggja eftir hondbólti, har Team Klaks­vík tók ímóti StÍF. Dyst­urin endaði 24-24 eftir hálv­leiksstøðuna 12-9. Í nógvum dystum farnu árini hevur tað ver­ið soleiðis, at Team Klaks­vík hevur runnið aftaná mót­støðu­lið­ num á mál­talvuni, har mál­ mun­urin síðani er vorðin stórur ímóti dystarenda, tá ið kreft­irnar eru byrjaðar at ganga undan. Soleiðis var tó als ikki í dag, tí at Team Klaks­vík var framman fyri so at siga allan dystin, og klaks­ víkingarnir iðra seg um, at avrikið ikki rakk til tvey stig. Liðini vóru jøvn í byrjan­ ini og støðan var 2-2. Síðani kom Team Klaksvík tó á odda 6-2, og hesin munurin helt sær restina av hálvleikinum. Tó fingu strandingar tódnað munin niður í trý mál, so hálvleiksstøðan var 12-9 til Team Klaksvík. Í seinna hálvleiki var ei­ heldur líkt til, at nakar ivi var um dystsins vinnara. Team Klaksvík kom fram um 20-15, og tá fýra minuttir vóru eft­ ir var støðan 24-20 til Team Klaksvík. Tað kundi snøgt sagt ikki ganga galið. Men tað gjørdi tað. StÍF minkaði fyrst um munin til 24-22. Síðani vóru 40 sekund eftir, tá ið strikuspælarin hjá Team Klaksvík, Beinir Johan­ ne­sen, kendi seg snýttan fyri brotskasti. - Eg eri púra fríur og verði takklaður, tá ið eg skjóti. Bólturin fer við síðuna av, og dóm­ararnir dømdu málkast. Vit kendu okkum snýttar fyri brotskasti í støðuni, men tað eru kortini ikki dómararnir, sum hava skyldina av, at vit søpla sigurin burtur seinastu min­uttirnar, sigur Beinir Johan­nesen. Beinir Johannesen var so óður um, at hann ikki fekk brots­kast í støðuni, at hann ístaðin fekk tveir minuttir fyri kjaftaslit. Harvið spældi Team Klaksvík í undirtali sein­astu løtuna. Upp á tey seinastu 40 sek­ und­ini eydnaðist tað nevni­ liga StÍF at javna til 24-24. Klaks­víkingarnir gjørdu tó sítt fyri at forða hes­um, tí at Jens Pauli Mohr fekk blátt kort fyri eina neyð­ bremsu. Eitt blátt kort, sum er eitt nýtt tiltak í hond­bólti, merkir, at leikarin bæði verð­ ur útvístur og sam­stund­is fær aganevndin hjá HSF frá­ boð­an frá dóm­arunum um til­burðin. Aganevndin skal síð­ani taka avgerð, um leik­ar­ in skal hava leikbann ella ikki. Um ikki annað, so kunnu bæði liðini gleðast eitt sindur um, at tey nú eru komin á stiga­talvuna við hvør sínum stigi. VÍF bankaði Neistan Meðan neistakvinnur vunnu trivaligan sigur ímóti VÍF, so var tað tann umvenda verð, tá ið neistamenn seinni á deg­num tóku ímóti før­oya­ meist­ara­liðnum í FTZ-deild­ ini í fjør, sum eisini var VÍF. Dysturin endaði 25-36 eftir hálvleiksstøðuna 15-21. Talan var um fyrsta dyst­ in hjá neistamonnum hetta kappingarárið. Ikki kann sig­ast annað enn, at mans­ liðið hjá Neistanum fekk ein mis­eydn­aðan elddóp upp á nýggja kappingarárið. VÍF byrjaði kappingar­ár­ ið mikukvøldið, tá ið úti­dyst­ urin ímóti Team Klaksvík varð vunnin 26-16. Sostatt hava vestmenningar fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum eftir tvey umfør. Hoyvíkingar halda fram har teir sleptu H71 er byrjað kappingarárið stak væl við stórsigrum ímóti Team Klaksvík og StÍF. Í gjár var aftur dystur í Hoy­ víks­høllini, har Kyndil kom á vitjan. H71 vann dystin 26-19 eftir hálvleiksstøðuna 12-7. Tað var munur á liðunum bein­anvegin. Kyndil hevði trup­ult við at fáa bóltin í mesk­arnar, og hetta merkti, at hoyvíkingar fóru undan. Eitt skifti var støðan 8-3 til H71, men áðrenn fyrri hálv­ leikur var lokið høvdu kynd­ ils­menn fótað sær somikið, at hálvleiksstøðan var 12-7. Allur spenningur var tó tik­in úr dystinum í fyrra parti av seinna hálvleiki, tá ið H71 koma á odda heili 17-7. Enn einaferð megnaði Kyndil tó at fóta sær eitt sindur. Endaliga úrslitið gjørdist 26- 19 til H71. Sostatt hevur H71 seks stig og fult stigatal eftir tríggj­ar dystir. Kyndil hevur 0 stig eftir tveir dystir. Greipuvinnararnir løgdu hart út Tveir dystir eru spældir í Hvonndeildini um viku­ skift­ið. Í høllini á Hálsi tóku greipuvinnararnir frá í fjør, neistakvinnur, ímóti VÍF. Neist­in vann triv­a­lig­an sigur áljóðandi 27-18 eftir hálvleiks­ støð­una 12-7. Talan var um fyrsta lands­kappingardyst­ in hjá Neist­anum í nýggja hond­bólts­kapp­ing­ar­ári­num. Hetta kemst av, at neista­ kvinnur hava verið upp­tikn­ ar av tveim­um evrop­eiskum dyst­um, sum tí­verri vórðu tapt­ir ímóti rum­enska CSM Ploi­esti. Hóast hetta var fyrsti land­skappingardysturin hjá Neistanum, so var tað fyri aðru ferð upp á stutta tíð, at neistakvinnur og vest­ menn­ingar hittust á Hálsi. Fyri nøkrum vikum síðani spældu hesi liðini eisini stór­ steypadyst sínamillum. Tá vann Neistin 20-19. Leygardagin varð eis­ini ein dystur spældur í Hvonn­ deildini, somuleiðis í høll­ini á Hálsi, tá ið Kyndil tók ímóti VB. Hesin dysturin endaði 32- 23 til Kyndil eftir hálv­leiks­ støðuna 19-10. TEAM KLAKSVÍK LORKAÐI SIGUR BURTUR HONDBÓLTUR HVONNDEILDIN: Neistin-VÍF 27-18 (12-7) Neistin: Brynja Høj 9, Lilja Mohr 4, Marjun Danberg 4, Eir Berg 4, Birita Jacobsen 4 og Jacklin Durhuus 2 VÍF: Turið Arge Samuelsen 7, Daniella Joensen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Marianna G. Eystberg 2, Randi Virgarsdóttir 1 og Brynja Rógvadóttir 1 Kyndil-VB 32-23 (19-10) Kyndil: Guðrið G. Eystberg 6, Anna Brimnes 6, Bára K. Hansen 5, Anja Eliasen 3, Eyðleyg Súnadóttir 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Lea Durhuus 2, Bjarta Johansen 1, Marin Skaalum 1, Gudrun Restorff 1 og Anja Hammer 1. VB: Bára K. Mortensen 7, Danijela Mistric 6, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Barbara K. Hjelm 3, Rúna Jacobsen 2, Gurið K. Augustinussen 1 og Magna Tórðardóttir 1 Gevið gætur: Skrásettir málskjúttar mangla fyri tvey mál hjá Kyndli á dómaraseðlinum FTZ-DEILDIN: Team Klaksvík-StÍF 24-24 (12-9) Team Klaksvík: Finnur Hansson 7, Beinir Johannesen 4, Hanus Norðberg 3, Birgir Poulsen 2, Jacob Knudsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Henrik Justesen 1 og Einar Dam 1. StÍF: Allan Norðberg 6, Sveinur Justinussen 4, Fríðir R. Djurhuus 3, Pætur G. Joensen 3, Pætur Johansen 2, Tummas Simonsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Rúni Niclassen 2 Neistin-VÍF 26-35 (15-21) Neistin: Torkil Hentze 9, Christopher Moe 6, Terji Mørk 3, John í Innistovu 3, Rói Berg Hansen 2, Beinur Davidsen 1 og Nicholas Satchwell 1 VÍF: Filip Jojic 9, Julian Olsen 8, Hanus Christophersen 6, Andrias Eriksen 5, Sjúrður Olsen 2, Jón Múller 2, Jugoslav Djumic 2 og Jóhan í Garðastovu 1 H71-Kyndil 26-19 (12-7) H71: Peter Krogh 10, Jónas G. Djurhuus 5, Rúni Vest Højgaard 4, Tróndur Arge 3, Bogi Gaard Davidsen 2, Sigmundur Nolsø 1 og Ári Dam 1. Kyndil: David Edvardsen 9, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Torvald Abrahamsen 1, Bartal Klein Olsen 1, Tummas Pauli Hanusarson 1, Tórður Skorheim Guttesen 1 og Kristoffur Kristoffersen 1 - Vit kendu okkum snýttar fyri brotskasti í støðuni, men tað eru kortini ikki dómararnir, sum hava skyldina av, at vit søpla sigurin burtur seinastu minuttirnar, sigur Beinir Johannesen hjá Team Klaksvík. Aðrir dystir eru eisini spældir hetta vikuskiftið Beinir Johannesen í hornatøkum við StÍF-verjuna. Mynd: Norðlýsið