Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Fult uppiborið, einki er sum at vinna HB. Enn eru ikki allar súður syftar. Vit skulu bara vinna KÍ, NSÍ og Víking, og Skála skal tapa rest. Hví ikki?. Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Frens forever. KRISTIAN JOENSEN KÍ Vit skulu prísa okkum lukkiligar fyri tað eina stigið. Men eg haldi o bestemt at FSF gjørdi ein feil, tí dómarin skuldi heldur dømt kvinnudystin aðrenn. Menn mugu hava loyvi at berjast! SÆBJØRN LEITI ÍF Gekk ikki í dag, men flot komi aftur í seinna holvleik, inntil TB fekk tað 3 máli Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Wow ein øguligur spenningur ! Hart spæl frá KÍ ! Men hvítt / svart er ikki lætt at koppa !! Eg elski HVÍTT og SVART. 7 stig frammanfyri HB Tigarin hann altíd klárur er .... JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Hatta var sgu ikki akkurát tað.. Nú mugu vit bara royna at vinna rest! Góðir! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er kreppa í HB. Hon er so stór eftir 2-1 heimatapið ímóti AB, at hb.fo ikki letur nakran iva vera um støð­una: - Fyri at taka stutt saman um dagsins dyst móti lítla beiggja av Argjum, sum at kalla er fluttur niður í næst­ bestu deildina, so kunnu vit bara kalla avrikið pínligt. Og heimasíðan heldur fram í sama spori: - At vit móti dystarenda, eftir at hava verið á odda, lata eitt av ringastu liðunum í deildini skjóta tvey mál móti okkum á heimavølli okk­ara og har aftrat klára at til­tuska okkum tvey reyð kort, er bara ikki nóg gott. Og so er peikifingurin á lofti yvir fyri øllum í HB: - Øll rundan um besta lið­ ið, og tað umfatar eisini okk­ um uttan fyri vøllin, mugu hyggja í spegilin og spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera betur. Botnurin Minsta málið hjá HB hev­ur verið at vinna pláss í europ­ eisku kappingini næsta summ­ar. 2-1 heimatapið ímóti AB í gjár ber við sær, at møgu­ leikin fyri altjóða atgongu­ merki er fánaður burtur í millum lítið og einki. Tað eru sjey stig og fimm mál fram til B36, sum við týdningarmikla javnleikinum í Klaksvík í gjár hevur heilt góðar vánir at varðveita fjórða plássið og harvið rættin at taka lut í europeiskum fótbólti næsta summar. Tað resta trý umfør. Um tað eydnast B36 at vinna ein av dystunum ímóti NSÍ (h), Víkingi (ú) og TB (h), so endar B36 frammanfyri grann­ar­nar í HB uttan mun til, hvussu tað annars vignast hjá HB. - Um tað endar soleiðis, sum tað í løtuni sær út til at fara at gera, so verður 2017 fyrsta árið siðani 2012, at vit ikki vera við í europ­eisku kappingunum. Tað er stórt ítróttarligt vónbrot, og tað hevur eisini stóran fíggj­ar­ ligan týdning, staðfesti HB formaðurin Finnbogi Arge í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum, tá ið Alex Troleis, dómarin í granna­ uppgerðini í Gunda­dali í gjár, hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Millum spælarar og venjarar var vónbrotið sum vera man ógvuliga stórt, og hugurin at úttala seg var lítil og eingin. Sviðin HB hevur í fleiri ár spent bogan eftir at vinna seg víðari í europeisku kapp­ ing­unum. Tað eydnaðist ikki í Europa liguni í ár og í fjør. Í fyrra árið eyd­n­að­ ist tað í europeisku meist­ ara­kapp­ingini, tá ið HB í fyrsta innleiðandi umfari vann á Lincoln Red Imps úr Gibraltar og síðani í øðr­ um innleiðandi umfari tapti ímóti FK Partizan úr Beo­ grad. Serliga lut­tøk­an í europ­ eisku meist­ara­kapp­ing­ini ber nógvar milli­ónir í inn­ tøku við sær. Fyri at vinna FM og rættin til at spæla í europeisku meist­ara­kapp­ ing­ini er upphæddin frá UEFA 3,3 milliónir krónur. Um tað eyd­nast at spæla seg víð­ari úr fyrsta umfari verða lagdar 2,2 milliónir aftrat. Upphæddin fyri at vinna seg í Europa liguna liggur um 1,5 milliónir krónur. Um tað eydnast at vinna seg eitt umfar víðari, so verður 1,5 millión løgd aftrat. Tapið ímóti AB í gjár ber við sær, at eingir av UEFA peng­unum fara at renna í HB kassan næsta ár. Ti er tað, at HB formaðurin staðfestir, at talan verður um stóra ítrótt­arliga og fíggjarliga avleiðing. Ber nýtt mót við sær AB venjarin Trygvi Mort­en­ sen ásannar, at tað ivaleyst er ov seint at bjarga liðnum undan niðurflyting: - Men vit hava nógv at spæla um. Í gjár sýndu spæl­ ar­arnir framúr hugburð, teir vóru raskir, hildu seg fyri tað mesta til avtalurnar, og teir skoraðu tvey fín mál. Sunnudagin fáa vit vitjan av KÍ. Í hesi vikuni fara vit at leggja nógv fyri í fyri­reik­ ing­unum. KÍ var á Argjum 21. apríl, tá ið úrslitið var 1-1. Av­rikið og úrslitið í gjár vísa okkum, at vit framvegis hava møgu­leika ímóti teimum, sum verða roknað at teljast millum tey stóru. Talvan sigur, at KÍ er topplið, men vit gleða okkum, sigur Trygvi Mortensen. HB hevði bóltin væl meiri enn gestirnir, og talan var um møguleikar, men AB slapp undan, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Øssur Dal­ búð vísti beinanvegin, eftir at hann varð skiftur inn, at máltevinum bilar einki. Hann setti bóltin í málið, og so kendist tað sum um, at spurningurin var bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða: - Ta løtuna vóru vit illa skip­aðir og kroystir, og tað vóru fleiri spentar støður í okkara brotsteigi. Men vit arbeiddu okkum inn aftur í dystin. Patrik Johannesen stútaði eitt fínt mál eftir frí­ spark úr høgru og úr stórari fjarstøðu. Dan í Soylu legði upp um HB miðverjarnar og til handara stólpa, har Patrik var hægst. Tað setti av álvara mót í okkum, og so var tað Dion Splidt, sum eft­ir innlegg úr vinstru og tvørtur um smekkaði bóltin í mál­ið, greiðir Trygvi Mortensen frá. Mistu tamarhaldið Tað restaðu tveir minuttir, tá ið Dion Splidt skor­aði sig­urs­málið. Sjálvandi vóru HB spælararnir bæði nipnir og vónbrotnir. Men tað var óheppið fyri teir og liðið, at teir síðstu løtuna tiltuskaðu sær tvey beinleiðis reyð kort, ið bera við sær, at tveir av føstu monnunum verða leikbannaðir sunnudagin. Rókur av Fløtum Jesp­er­ sen sá reytt fyri ógvusliga takling lítla løtu undan, at Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð. Tá ið vongverjin í vinstru, Ári Mohr Jónsson, hevði takkað dómaranum fyri dystin, vísti dómarin HB vongverjanum reyða kort­ið, Meðan TB hevur tryggjað seg, og Skála mest sum hevur tryggjað seg, so noyðist AB tungu gongdina niður í næstbestu deildina, hóast argjamenn í gjár vunnu í Gundadali ímóti HB, sum lorkaði altjóða at­ gongumerki burtur og síðstu løtuna sá tvey reyð kort EFFO-DEILDIN HB FOR Í SVART OG SÁ REYTT