mánadagur 26. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HELGI EIDESGAARD TB
3 stig, sodan TB!
Men hví altíð
SOO spennandi?
Lukkutíð kom
Poulotelli til
the rescue, herligt! P.S. Nýggjan
sáttmála til Siggi!
RÓGVI HANSEN B68
Steiki Skála
vóru góðir.....
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
Úrslitini
lagađu seg
fínt í dag,
vit hava enn
møguleikan,
vit mugu bara
dríva á! Koyri á deingir!
WLYV
JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA
Frá málturki til
málveitslu
Stuttligt at vera
til dyst í dag.
Flott dreingir.
Go Skála
FÓTBÓLTUR
tá hann metti, at talan hevði
verið um óhøviskan atburð.
ÍF misti á stokkinum
Vanliga leiktíðin var farin, tá
ið TB við sigursmálinum til
3-2 tryggjaði sær øll stigini í
heimadystinum ímóti ÍF.
Poul Ingason skoraði sig
ursmálið.
- Vit eiga ongan upplagd
an vinstra vongverja. Tí
skipaðu vit okkum við fimm
í verjuni. Kofi Appiah var
vongverji í vinstru, og Poul
Ingason var ein av trimum
miðverjum – í útgangsstøðu
tann longst til vinstru. Tá
ið ÍF hevði javnað til 2-2,
spentu vit álopsbogan fyri
at vinna. Poul Ingason varð
fluttur fram í álopið, tá ið
tað restaðu fimm minuttir,
og hann skoraði sigursmálið,
greiðir væl nøgdi Sigfríður S.
Clementsen frá.
Tá ið hann tók við venj
arastarvinum var málið at
vinna 26 stig.
- Tað plagar at vera nóg
mikil úrtøka fyri at varðveita
plássið í bestu deildini. Nú
hava vit vunnið 26 stig, og nú
er tað púra víst, at TB eisini
næsta ár fer at spæla í bestu
deildini, staðfestir Sigfríður
S. Clementsen.
Salmundur Bech legði
heimaliðið framum bein
anvegin. Albert Adu økti til
2-0 tíggju minuttir undan
steðginum. Tá sá spurning
urin út til at vera, hvussu
stórur heimasigurin fór at
verða.
ÍF vísti nógv betri hug
burð eftir steðgin. Karl Løk
in, sum var framrættaður
sentralur miðvallari, fekk
spenning í aftur, tá ið tað
restaði eitt korter, og tveir
minuttir seinni var tað lið
formaðurin og miðverjin Jan
Ó. Ellingsgaard, sum stýrdi
bóltin í málið.
So var tað, at Sigfríður
Clementsen flutti Poul Inga
son fram í álopið, og tað
loysti seg.
- Vit eru sera vónbrotnir
um at missa øll stigini, tá ið
vit vístu so góðan hugburð og
reistu okkum so væl. Í seinna
hálvleiki var yvirvágin hjá
okkum størri, enn hon var
hjá teimum í fyrra hálvleiki,
hóast TB hevði undanvind í
báðum hálvleikunum, sigur
annar av ÍF venjarunum
Símun Eliasen.
Hann og hinir í ÍF leguni
harmast upp aftur meiri,
tá ið tað nú vísti seg, at HB
einki stig vann ímóti AB. ÍF
sigur í Trongisvági hevði
flutt ÍF at verið bara tvey
stig frá fimta plássinum og
HB, sum ÍF skal spæla ímóti
í næstsíðsta umfari.
Skrædl á Skála
Málið hjá B68 at vinna fulla
úrtøku í hvussu so er eina
ferð, áðrenn tað verður rigg
að av fyri hesaferð í fremstu
røð, kámaðist uppaftur meiri
í gjár, tá ið toftamenn løgdu
rygg til 5-1 tap á Skála.
Hetta var sætti sigurin
hjá Skála, og hetta var onnur
ferðin, at talan var um 5-1
sigur. Í fyrra førinum var tað
á heimavølli ímóti TB.
Skála venjarin Pauli Poul
sen var sera væl nøgdur:
- Vit høvdu avrátt at vera
tættir í mótstøðumonnunum
og at syrgja fyri, at leikferðin
var høg. At vit skoraðu tvær
ferðir fyrsta korterið bar
við sær, at setningurin varð
lættari, sigur Skála venjarin.
Rasmus Andersson var
fremsti maður, tá ið Brian
Jacobsen var leikbannaður.
- Hann arbeiddi nógv, og
tað var frálíkt, at hann skor
aði tvey mál. Lítla løtu und
an steðginum minkaði B68
um munin til 3-1. Tað vóru
vit argir um, og í steðginum
avráddu vit, at teir skuldu
ikki skora nakað mál aftrat,
og tað eydnaðist at halda
teimum burtur frá møgu
leikum, sigur Pauli Poulsen.
Miðvallarin Edvin Jacob
sen var tvífaldur málskjútti.
Hann hevur skorað fýra mál
og er toppskjútti hjá skála
monnum. Ólavur Mikkelsen
skoraði fyrsta Skála málið í
ellivta minutti.
Toftamenn tykjast nú
bíða eftir, at teir sleppa
burtur úr hesum kappingar
árinum.
Serbiski
álopsspælarin
Damir Ibric Yüksel skoraði
fínt mál lítla løtu undan
hvíldini. Tá var hann so
mikið skaddur, at hann var
ikki førur fyri at koma aftur
á vøllin eftir steðgin. Hetta
var aðru ferð, at serbiski
álopsspælarin skoraði. Hann
hevur spælt fimm dystir og
skoraði fyrra málið, tá ið
B68 í nítjanda umfari tapti
í Sarpugerði. Úrslitið ta
ferðina var eisini 5-1 tap.
25. umfar
Sunnudagin 2. oktober
B68-HB
Víkingur-TB
AB-KÍ
ÍF-Skála
B36-NSÍ
Skála-B68 5-1 (3-1)
1-0: Ólavur Mikkelsen 11.
2-0: Edvin Jacobsen 13.
3-0: Rasmus Andersson 39.
3-1: Damir Ibric Yüksel 45.
4-1: Rasmus Andersson 49.
5-1: Edvin Jacobsen 83.
Dómari: Petur Reinert (Kári J. á Høvdanum)
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Teitur R. Joensen, Fritleif í Lamb
anum, Rógvi Egilstoft Nielsen – Símun Petur Poulsen, Pætur Dam
Jacobsen – Ólavur Mikkelsen (Jákup Johansen, 65.), Edvin Jacobsen
(Jákup Joensen, 88.), Jónhard Frederiksberg – Rasmus Andersson
Gult kort: Teitur R. Joensen, Ólavur Mikkelsen
Venjari: Pauli Poulsen
B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Helgi Johannesen,
Ari Johannesen, Albert Róin Johannesen – Otto Reinert
Petersen (Bergur Johannesen, 72.), Michal Przybylski (Esmar
Clementsen, 88.), Evrard Blé, Kristian Anton Andreassen –
Óli H. Olsen, Damir Ibric Yüksel (Leivur Højgaard, 46.)
Gult kort: Kristian Anton Andreassen
Venjari: Odd Olsen
HB-AB 1-2 (0-0)
1-0: Øssur Dalbúð 67.
1-1: Patrik Johannesen 78.
1-2: Dion Splidt 88.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest
Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Teit Jacobsen, Rókur
av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Ari Mohr Olsen, Adrian
Justinussen (Tróndur Jensen, 46.) – Arnbjørn Hansen (Øssur Dalbúð, 66.)
Gult kort: Bartal Wardum, Jóhan Troest Davidsen
Reytt kort: Rókur av Fløtum Jespersen 93. (beinleiðis reytt),
Ári Mohr Jónsson eftir dystarlok (beinleiðis reytt)
Venjari: Jan C. Dam
AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Kári Nielsen, Dmitrije
Jankovic, Sandri Færø (Teitur Olsen, 67.) – Bárður Olsen, Dan
í Soylu (Beinir Henriksen, 86.) – Jónas Stenberg, Dion Splidt,
Jobin Drangastein (Bjarni Skála, 78.) – Patrik Johannesen
Gult kort: Bárður Olsen, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála
Venjari: Trygvi Mortensen
TB-ÍF 3-2 (2-0)
1-0: Salmundur Bech 6.
2-0: Albert Adu 34.
2-1: Karl Løkin 75.
2-2: Jan Ó. Ellingsgaard 78.
3-2: Poul Ingason 91.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Casper Radza – Heri H. Mohr, Eirikur Ellendersen, Teitur
Olsen, Poul Ingason, Kofi Appiah (Ragnar Joensen, 84.) - Rógvi
Joensen (Heini Mikal Mortensen, 90.), Salmundur Bech, Jákup
Pauli Breckmann, Ndende Adama Guéye - Albert Adu
Gult kort: eingin
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
ÍF: Elias Rasmussen – Dánjal Pauli Højgaard (Leivur Joensen, 83.), John
Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Ingi
Sørensen (Hanus Eliasen, 81.), Kristoffur Jakobsen – Andy Olsen, Karl
Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni (Jóhan Petersen, 68.)
Gult kort: eingin
Venjarar: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
24
17
3
4
54-22
32
54
2
Víkingur
24
16
4
4
53-24
29
52
3
NSÍ
24
16
1
7
53-33
21
49
4
B36
24
12
7
5
39-24
15
43
5
HB
24
10
6
8
37-27
10
36
6
ÍF
24
9
4
11
39-51
-12
31
7
TB
24
7
5
12
28-41
-13
26
8
Skála
24
6
5
13
21-37
-26
23
9
AB
24
3
6
15
26-41
-15
15
10 B68
24
0
7
19
19-70
-51
7