Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR KÍ SKAL HELST HAVA NÝGGJA LIÐSKIPARA Nógv bendir á, at Jonas Flindt Rasmussen ikki heldur fram í KÍ komandi kappingarár. Flestu av spælarunum hava longt sáttmálan í KÍ, men liðskiparin er ein av teimum, sum ikki hevur gjørt nýggjan sáttmála. Hann vil ikki gera viðmerkingar til málið og sigur, at hann fyribils bara hugsar um hetta kappingarárið. DYSTURIN HESA VIKUNA 4 KRISTIAN JOENSEN Eigur ikki lut í málunum og spældi annars væl. Var einar tvær ferðir í fullari longd og vardi fyri. Tóktist tryggur 3 SØRMUND KALSØ Spældi væl í fyrra hálvleiki, men fekk størri og størri trupulleikar so hvørt sum tíðin gekk í seinna hálvleiki. Raskur í tvídystunum, men datt ov langt aftur 3 JONAS F. RASMUSSEN Stríddist manniliga í miðverjuni, men hevði sínar trupulleikar við Pingel. Átti lut í 2-2 málinum og megnaði ikki trýsta KÍ liðið longur fram móti endanum 3 AHMED MUJDRAGIC Vann nakrar lykalatvídystir og hevði úr at gera við Pingel. Datt ov langt aftur í seinna hálvleiki og gjørdi ov nógv fríspørk 3 ÍSAK SIMONSEN Partur av frálíkar vinstru síðu í fyrra hálvleiki, har hann kom væl framvið. Í seinna hálvleiki var hann ikki at kenna aftur 2 NIELS PAULI B. DANIELSEN (ÚT 71.MIN) Spældi væl í fyrra hálvleiki, men eins og restin av liðnum, so kom væl minni burturúr í seinna hálvleiki 2 JÁKUP B. ANDREASEN Var í løtum als ikki við í dystinum, tí spælið hjá KÍ leypir miðvøllin um. Smæðist ikki, men kom sjáldan til sín rætt 2 SEMIR HADZIBULIC Hevði úr at gera á mið­vøll­ inum við nærdystum. Royndi at fáa umgang í bóltin, men tað var torført. Virkaði frustreraður í seinna hávleiki, har hann eisin fekk gult kort 3 HJALGRÍM ELTTØR (ÚT 90.MIN) Spældi væl í fyrra hálvleiki, har hann var ein støðug hóttan á bóltinum í vinstru, men hvørki hann ella Ísak komu út til seinna hálvleik 5 JÓANNES BJARTALÍÐ Skorar tvey mál í einum so týdningarmiklum dysti. Tað gevur altíð góðar metingar, men spældi ikki til meiri enn kanska eitt 4-tal. Onkur góð trekk, men annars ikki sjónligur 4 PÁLL A. KLETTSKARÐ Kroystur millum verjuna og miðvøllin hjá B36, men fekk alíkavæl nógv burturúr í serliga uppspælinum. Ótroyttiligur í trýstinum, men bleiv vekk í seinna hálvleiki 2 MAYOWA ALLI (INN 71.MIN) Kom inn í eina trímans miðverju, men hevði onkrar feilavleveringar og taptar nærdystir, sum telja niður HEÐIN KLAKSTEIN (INN 90.MIN) Inn seinastu løtuna. Ov stutt til at gera meting SPÆLARAMETING Tróndur Arge – Djúpumýru KÍ hevði dystin og FM stríðið akkurát har, sum teir skuldu, tá teir mistu høvdið. Tað kostaði tvey stig. Tað er av álvara spenningur aftur í landskappingini, eftir at B36 í evstu løtu javnaði til 2-2 í stóra dystinum í Klaksvík mill­um KÍ og B36. Í seinna hálvleiki gloymdi KÍ at spæla sítt spæl. Orkan fór til at ilskast inn á døm­ ingar, og endaði í egnum brots­teigi. Tað kostaði mál og tvey stig. Hámarksferð Um fyrri hálvleikur var ein bilur, so høvdu bæði Eyð­ un Klakstein og Mikk­jal Thomas­sen helst fing­ið í minsta lagi klipp í koyri­kort­ ið. Tað gingu líka nakrir min­ uttir, har spælararnir hugdu at hvørjum øðrum, og so bleiv hondbremsan slept. Komandi hálva tíman fingu áskoðararnir trý mál, tvey gul kort, trý skot á steng­urnar og ein rúgvu av taklingum og nærdystum. B36 hevði munin, men KÍ var á odda, tá liðini fóru til hálvleiks. Havandi dyst­ in móti Víkingi í huga, so mundu tey flestu vænta, at KÍ fór at hava orkuna at spæla allan dystin. Ransin í fokus KÍ spælararnir vóru ónøgdir um frísparkið, sum var upp­ havið til 1-1 málið. – Teir hava mál upp eitt fríspark, sum ikki er eitt fríspark, sig­ ur Jákup B. Andreasen, mið­ vallari hjá KÍ. Ferðin var eisini høg og tí vóru fleiri samanbrestir. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá KÍ vísti tekin um at missa høvd­ ið. Semir Hadzibulic fær gult kort á miðjum vølli. Tað er ilt at siga um tað var til eitt gult kort ella ikki, men reaktión­in frá spælarunum var til at fáa eyga á. Allan seinna hálvleik tykjast spælararnir hjá KÍ hava eitt horn í síðuni á dóm­aranum, meðan eitt nú áskoð­ararnir eisini øsa seg um hvørja døming. Eitt nú tá Jonas Flint Ras­ mus­sen fær gult kort fyri at sparka B36 spæl­ara. Døm­ ing tóktist púra í lagi, men alíkavæl fór øll orkan til at ilkast um tað. KÍ gjørdi ein Víking Á taktikk-talvuni gjørdi KÍ sama feil, sum Víkingur gjørdi móti júst KÍ í farnu viku. KÍ endaði við at blíva trýst heilt aftur í egnan brots­teig. Hugskotið við at skifta Mayowa Alli inn og spæla við trimum miðvejrum gav í so máta meining, men tað gjørdi tað bara uppaftur verri at koma úr egnari hálvu. Tað, sum riggaði væl í fyrra hálvleiki við serliga vinstru síðu, har Hjalgrím Elt­tør og Ísak Simonsen komu væl framvið og kláraðu at halda fast í bóltinum, rigg­ aði ikki í seinna hálvleiki. Tá var talan fyri tað mesta um lang­ar bóltar í tóman heim. B36 tillagaði seg Tað sást tíðliga, at B36 Jóannes: Tað var eitt innlegg Jóannes Bjartalíð er heldur ivasamur um hvør eigur málið. Hann roynir at til­ tuska sær málið, men ásannar eisini, at talan er um eitt innlegg. - Tað er ringt at siga. Tey plaga at siga, at um bólturin hevur kós móti mál­inum eigur spælarin tað. Eg dugi illa at siga um hann hevði tað, men eitt mál er eitt mál. Eg fekk rættuliga nógv burt­ur­úr støðini vil eg siga, sigur Jóan­nes Bjarta­ líð brosandi. Hann viðurkennur, at talan ikki er um skot á mál tó. Tað byrjar við einum horna úr okk­ ara vinstru sum eg taki. Vindurin tekur bóltin og endar úti hjá Niels Paula Dan­ielsen. Hann skjýtur bóltin innfyri aftur, men er ov langur og endar úti í vinstru síðu aftur. Eg royni so faktiskt bara at halda bóltinum inni, og knalli hann innfyri aftur. Og ja, hann endaði í málinum. Um tað var mítt mál ella um Tórður eigur tað er ringt at siga, sigur Jóannes Bjartalíð. Hann er fyribils ájavnur Páll A. Klett­ skarð sum toppskjútti hjá KÍ við 17 mál­ um. KÍ MISTI HØVDIÐ OG TVEY STIG KÍ var á gáttini at seta alt upp á pláss í FM stíðnum, men gloymdi at spæla fótbólt í seinna hálvleiki. Øll orkan fór til at skelda dómaran og verja