Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2 TÓRÐUR THOMSEN Hevði ein avbera vánaligan dag á kontórinum. Kostaði mál, tá KÍ kom á 2-1 og hevði risa trupulleikar við at sparka út. 3 JÓNAS TÓR NÆS Legði upp til 2-2 málið og spældi væl á høgra bakkinum, har hann var ágrýtin og kom væl við í álopsspælinum, men til tíðir kom ov lítið burturúr 4 HØRÐUR ASKHAM Átti sín lut í 1-0 málinum, men spældi annars á góðari leið. Sterkur í tvídystunum, men KÍ spældi fyri tað mest upp gjøgnum hin miðverjan 3 ANDRIAS H. ERIKSEN Hevði úr at gera við at dekka Páll. Tað gekk væl í løtum, men hann hevði eisini sínar trupulleikar. Samanlagt eitt javnt avrik 3 GESTUR B. DAM Eitt javnt avrik á vinstra bakkinum, men tað kom sjáldan nakað burturúr. Slapp ikki ígjøgnum til avgerandi bóltin, tá hann var framvið 5 ODMAR FÆRØ Dagsins spælari um hugt verður eftir øllum avrikinum. Sterkur í verjuspælinum, tryggari í avspælinum og ein hóttan í álopsspælinum. Skoraði eisini 2-2 málið 3 ELI F. NIELSEN Loysti uppgávuna sum hjálpari hjá miðverjuni væl. Vann fleiri lufttvísdystir, men er enn eitt sindur seinur í avspælinum 3 RÓALDUR JAKOBSEN Spældi á framrættaða miðvøllinum. Var ein støðug hótt í bæði opnum spælið og upp á deyðbóltar 3 HANUS THORLEIFSSON (ÚT 78.MIN) Spældi serliga væl í fyrra hálvleiki, har hann kom í fleiri góðar støður í seinna hálvleiki, men kláraði ikki at halda í seinna hálvleiki 3 LUKASZ CIESLEWICZ Bleiv fluttur á vinstra vong, har hann kom í góðar støður, men tað bleiv ov sjáldan vandamikið. Fekk eisini gult kort tíðliga í dystinum fyri ov seina takling 4 SEBASTIAN PINGEL Hevur spælt seg upp í leypi av kappingarárinum og toppaði nú. Ágrýtin og ótroyttiligur í álopinum, og søkti møguleikarnar. Tað gav ein kassa 2 PÆTUR PETERSEN (INN 78.MIN) Kom ongantíð ordiliga inn í dystin, og minsti bóltin útav í fyrstu dribblingini SPÆLARAMETING 1 til 6 FÓTBÓLTUR Hvussu kann nakar ikki elska áskoðararnir við Djúpumýru? Stemningurin bleiv eina løtu nakað negativur, men tað er nú eisini lov í fótbólti – so leingi tað ikki tekur yvirhond. B36 SKAL HELST HAVA NÝGGJAN VENJARA Nógv bendir á, at Eyðun Klakstein ikki heldur fram sum venjari hjá B36. Hann hevur heldur ikki so nógvar viðmekringar til framtíðina, tí fyribils skal hetta kappingarárið fáast av vegnum. Eyðun Klakstein er venjari annað árið á rað nú. KÍ-B36 2-2 1-0: Jóannes Bjartalíð 15. 1-1: Sebastian Pingel 17. 2-1: sjálvmál 32. 2-2: Odmar Færø 87. Dómari: Ransin N. Djurhuus KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Kujdragic, Ísak Simonsen – Niels Pauli Danielsen (Mayowa Oladele Alli, 71.), Semir Hadzibulic, Hjalgrím Elttør (Heðin Klakstein, 90.) – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð Gult kort: Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic, Jonas Flindt Rasmussen Venjari: Mikkjal Thomassen B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Odmar Færø – Hanus Thorleifsson (Pætur Petersen, 78.), Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz - Sebastian Pingel Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam Venjari: Eyðun Klakstein valdi at tillaga miðvøllin til spælistílin hjá KÍ. Bæði Od­ mar Færø og Eli F. Nielsen byrjaðu inni, meðan Róaldur Jak­obsen bleiv fluttur fram á framrættaða miðvøllin og Lukasz Cieslewicz endaði á vinstra vongi. Tá tað verður sagt, at KÍ bleiv trýst aftur á egna hálvu, so eigur B36 stóran lut í tí. Tvífaldu meistararnir spældu væl og vóru greitt omaná í seinna hálvleiki. Eina stigið var væl uppiborið. Besti maður á vøllinum mundi helst verða Odmar Færø, ið ætlar sær aftur á lands­liðið. Púra óvæntað vann AB í Gundadali móti HB. Tað merk­ir, at B36 nú er sjey stig frammanfyri HB á fjórða pláss­inum. Nú hevur B36 ráð at tapa móti bæði Víkingi og NSÍ. KÍ enn á meistarakós Hóast leiðslan minkaði nið­ ur í tvey stig, so er KÍ enn á meistarakós. KÍ skal kom­ andi umfar spæla á Argjum, síð­ani kemur B68 á vitjan, áðrenn seinasta dystin í Fugla­firði móti ÍF. Tórður: Tveir ringar dystir móti KÍ Tórður Thomsen er tilskrivaður eitt sjálvmál í dystinum. Tað var 2-1 málið, har Jóannes Bjartalíð sendir bóltin móti málinum, men B36 málverjin missur hann í málið. - Tað er trupult at siga hvat hendi. Onkur skjýtur úr spískum, bólturin ferðast í luftini, og eg klári ikki at halda honum. Eg havi spælt tveir ringar dystir í ár og báðir hava verið móti KÍ, sigur Tórður Thomsen. Hann heldur ikki, at talan er um sjálv­mál. - Nei, eg haldi ikki at hatta er eitt sjálvmál, tí bólturin verður skotin upp á mál. Eg leggi ikki í, hvat tað verður noterað sum, sigur Tórður Thomsen argur. Málverjin stórbjargaði í granna­ uppgerðini móti HB, tá Arnbjørn T. Hansen kom púra leysue móti mál­inum. So stutt er millum gleði og vón­brot hjá einum málverja. Soleiðis er lívið sum málmaður. Bjargingar eins og dropp koma og fara. Í ár tykist tað sum um, at eg havi eitt KÍ komplex, sigur Tórður Thomsen at enda.