mánadagur 26. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Her eru dystirnir, sum Víkingur hevur eftir at spæla: á heimavølli
ímóti TB, á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti AB.
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
GEZA TURI
Hann gjørdi tað kanska ikki
við stíli, men hann gjørdi tað
neyðuga og skal hava yvir miðal
fyri at halda búrið reint.
4
GERT HANSEN
Var rættiliga eyðsýndur
og átti eitt vakurt upplegg til
1-0-málið. Í verjupartinum
greiddi hann eisini setningin.
4
ATLI GREGERSEN
Verjuskansin gekk enn
einaferð á odda, og tá ið NSÍ
trýsti mest, var tað ofta Atli, sum
stóð fyri at rudda burtur.
3
ERLING JACOBSEN
Stóð kanska eitt sindur í
skugganum av felaga sínum í
miðverjuni, men hann kom sær
ikki í óneyðugar støður og gjørdi
tað, hann skuldi.
3
HANUS JACOBSEN
Gjøgnumbrotini komu fyri tað
mesta í hinari síðuni, men hann
vardi fyri tí, sum kom fyri honum.
3
GUNNAR
VATNHAMAR
Tað sást ikki nógv til hanara
í fyrra hálvleiki, men í seinna
hálvleiki stríddi hann seg til
krampa og varð útskiftur.
4
HANS JØRGEN
DJURHUUS
Eitt stríðsavrik av rang á
miðvøllinum. Eirindaleysur í
takklingum og var við til at pilka
NSÍ-spælið sundur.
4
SORIN ANGHEL
Aldrandi rumenin spældi sera
væl. Vann bóltar og var heilin
handan nógv uppspøl, eitt nú til
1-0-málið.
4
HANS PAULI
SAMUELSEN
Tað var eitt sindur upp og niður
dystin ígjøgnum, men nakrar
fiksar detaljur og kryddaði tað
við einum vøkrum frísparksmáli.
3
SØLVI VATNHAMAR
Hann raknaði serliga við
í seinna hálvleiki. Gløggar
spælingar og ikki minst nøkur
góð gjøgnumbrot.
5
ANDREAS
LAVA OLSEN
Arbeiddi sum ein hestur sum
einsamallur fremsti maður – fylti
eins nógv sum tveir áleyparar.
Eitt mál og nakrar framúr
driblingar.
SPÆLARAMETING
Undan 24. umfari vóru tríggir FM-
biðlar, men nú eru bara tveir eftir.
Eftir 2-0-tapið í Sarpugerði viðgongur
NSÍ-venjarin, at gulldreymurin
í Runavík helst er rokin
Pætur Albinus
Tað stóð nógv upp á spæl,
tá ið tey bæði liðini á øðrum
plássi í Effodeildini, Víkingur
og NSÍ, brustu saman í
Sarpugerði í gjár. Ein sigur
setti ikki einans liðið í eina
góða støðu í mun til silvurið,
men fór helst eisini at
halda lív í vónini um gullið
– serliga, um hjálp fekst frá
B36 í Klaksvík.
Víkingur hevur seinastu
tvey árini fullkomiliga gjørt
av við NSÍ í Sarpugerði, men
neyvan skuldi tað vera lætt
hesaferð, nú NSÍ var ósigrað
í níggju dystum á rað og av
álvara hevur bundið sam
anum í verjupartinum, har
teir einans høvdu latið eitt
mál inn undanfarnu fýra
dystirnar.
Illsligt
Veðurlíkindini til fótbólt
vóru ikki av teimum bestu
í Sarpugerði, har tað kom
nógvur vindur inn eftir
fjørðinum og gjørdi tað
trupult at spæla skipaðan
fótbólt.
Víkingur valdi at hava
vindin undan í fyrra hálv
leiki, men tað var NSÍ, sum
í mótvindinum átti fyrstu
skotroyndina.
Royndin
endaði tó langt omanfyri
málinum.
NSÍ
smæddist ikki burt á hesum
vøllinum, har teir hava tað so
trupult, og NSÍ spældi tann
betra fótbóltin stórar løtur
av fyrra hálvleiki. Víkingur
hevði tað hinvegin trupult
í nógva undanvindinum, og
flestu bóltarnir blástu við
vindinum út av baklinjuni.
Lava
Tað var NSÍ, sum hevði dir
igentstokkin, meðan NSÍ
royndi at seta skjót mótálop
í gongd. Hóast tað mangan
miseydnaðist, so skuldi tað
bara eydnast ta einu ferð
ina áðrenn full úrtøka fekst
burturúr. Árni Frederiksberg
hevði hug at kyssa
bóltin ov leingi – Sorin Ang
hel rændi avgjørdur bólt
in frá honum og setti eitt
mótálop í gongd. Gert Han
sen náddi heilt fram í høgra
borð, haðani hann sendi ein
bólt innfyri fólkalítla brots
teigin, har Andreas Lava Ol
sen var hægstur og stútaði
bóltin í netið til 1-0 til Víking.
- Teir standa stillir og
sleppa ikki ordiliga upp, so eg
hoppaði bara upp um teir og
skallaði hann í málið, greiðir
Andreas Lava Olsen frá um
málið.
Hann er avloysari fremst
á vøllinum, nú Finnur Just
inussen er skaddur og Philip
Djordjevic hevði leikbann.
- Tað er ikki mítt yndis
stað at spæla, men nú hava
vit verið óhepnir á álops
plássunum í ár. Tá brúk er
fyri tí, so traðki eg til. Eg
havi spælt har fyrr, so tað er
eingin trupulleiki, sigur And
reas Lava Olsen og leggur
afturat:
- Mær dámar best at vera
á vonginum og sleppa at
renna heldur enn at berjast
upp í álopinum, men eg eri
góður til bæði, so tað ger ikki
mun, sigur Andreas Lava Ol
sen og blinkar við eina eyga
num.
NSÍ-venjarin helt eftir
dystin ikki, at tað var uppi
borið, at Víkingur slapp til
hálvleiks á odda 1-0.
- Eg haldi vit spældu ein
góðan fyrra hálvleik. Tað
var ikki eftir spæli og møgu
leikum, at teir førdu 1-0, men
vit mugu bara rósa teimum
fyri
tann
effektivitetin,
sum teir hava, segði Anders
Gerber.
FM reyk
Í seinna hálvleiki hevði
NSÍ vindin undan, og hóast
greiða yvirvág í spælinum
nakrar løtur, so vóru teir
stríðandi
spælararnir
úr
Víkingi truplir at spæla seg
ígjøgnum, og at enda eisini
fingu fulla løn fyri stríðið.
Víkingur vann nevniliga
NÚ ERU BA
EFTIR