mánadagur 26. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Aftur hesaferð skulu
áskoðararnir fáa tað størsta
plussið frá dystinum. Tað eru
ikki mong feløg, ið hava eitt
skipað heppikór við trummum
afturvið, men tað hava bæði
Víkingur og NSÍ. Tað skapti
góðan hýr, ið fekk ein at
gloyma tað illsliga veðrið.
Tað má vera upp á tíðina, at eitt
tað størsta felagið í landinum,
Víkingur, fær útvegað sær
eina klokku, soleiðis at ein –
uttan at seta egið stopp-ur í
gongd – kann fylgja við hvussu
nógv er farið av dystinum.
Tað burdi verið sjálvsagt.
Her eru dystirnir, sum NSÍ hevur eftir at spæla: á útivølli ímóti
B36, á heimavølli ímóti AB og á útivølli ímóti B68.
NSÍ avsmurt
í Sarpugerði
Tað er ikki ókent fyri NSÍ at fara tómhent
úr Sarpugerði. Eftir tapið í gjár hevur NSÍ
nú tapt sjey dystir á rað í Sarpugerði, og
málúrtøkan er lítið hugalig. Víkingur
hevur nevniliga smurt teir av 25-5 hesar
seinastu sjey dystirnar.
NSÍ-venjarin, Anders Gerber, heldur
tó ikki, at tað er neyðugt at gera eina søgu
burturúr tí.
- Í dag vóru tað vit, sum høvdu brodd
in fyri tað mesta í dystinum, og sum í út
gangsstøðinum vóru best. Eg veit væl, at
tað hevur nakað við spælistíl at gera, men
eg síggi ikki nakað í hasum hagtølunum.
Vit hava tað eisini trupult ímóti øðrum
liðum, tildømis B36, so eg síggi onga
grund til at gera hatta til eitt tema, segði
hann eftir dystin.
NSÍ hevur megnað at vunnið ímóti
Víkingi í ár – men í Runavík. Tað var tann
18. juni, tá ið NSÍ vann 4-2.
3
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Fekk ikki gjørt nógv við tey bæði
málini, sum sluppu ígjøgnum.
Hevði eina fantombjarging seint
í dystinum.
2
MONRAD HOLM
JACOBSEN
Vikarurin á høgra bakki var tann,
sum datt burturímillum hjá NSÍ.
Tóktist ótryggur á bóltinum
og hevði ov nógvar skeivar
spælingar.
3
PER LANGGAARD
Hann tók dystin upp við
víkingarnar, og einu ferðina í
fyrra hálvleiki tveitti hann seg
í eina takkling, sum helst hevði
blivið mál.
2
JENS JOENSEN
Varð settur av meira enn tað
einu ferðina og var á markinum
til tað seinna gula. Varð offraður
í álopskendari útskifting.
3
EINAR
TRÓNDARGJÓGV
Vinstra síða hjá NSÍ hevði sum
heild betri flog – royndi seg við
innleggum, men víkingar vildu
tað øðrvísi.
3
JANN MARTIN
MORTENSEN
Var lítið sjónligur áðrenn hann
varð útskiftur tíðliga í fyrra
hálvleiki. Kvikleikin kom ikki til
sín rætt, og tað átti Víkingur
sín lut í.
3
BETUEL HANSEN
Javnt og samt avrik á
miðvøllinum – vann nakrar dystir,
tapti nakrar. Royndi seg við
dundurskoti, men tað var ikki
dagurin.
3
NIKOLAJ KØHLERT
Nakað meinlíkt avrikinum
hjá síðumanninum Betuel. Var í
hørðum nærdystum við eitt nú
Hans Jørgen Djurhuus.
3
ÁRNI
FREDERIKSBERG
Nakrar góðar detaljur við
søkursøtum avleveringum.
Royndi nógv, men misti nakrar
bóltar og skotini vóru heilt av leið
hesaferð.
3
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Enn sum áður eitt kropssterkt
avrik á framrættaða miðvøllinum.
Formáddi sær ikki nógv á
bóltinum, men vann nógvar
luftbóltar.
3
KLÆMINT A. OLSEN
Stríddist væl og lá
framvið, men tað manglaðu
nakrir sentimetrar í fleiri av
innleggunum og fekk ikki tann
upplagda møguleikan.
4
PETUR KNUDSEN
(INNSK. Í 66.)
Kom inn við nýggjari orku,
nýggjum hugskotum og einum
dirvi, ið gjørdi hann til frægasta
leikaran á NSÍ-liðnum.
SPÆLARAMETING
2-0. Seinna málið kom eitt
gott korter inn í seinna hálv
leik, tá ið Hans Pauli Sam
uelsen sendi eitt fríspark úr
17 metrum beinleiðis í málið
– nærri nágreiniliga umvegis
tvørtræið og so inni.
- Í seinna hálvleiki spældu
vit undir tað støðið, sum
vit høvdu roknað við. Vit
høvdu væntað at kunna lagt
meira trýst á teir og skapt
fleiri málmøguleikar, men
vit høvdu ikki evnini ella
rætta dagin til at fáa mál.
Sum dysturin leið, so var tað
uppiborið, at teir vunnu, við
gongur NSÍ-venjarin, Anders
Gerber, sum somuleiðis við
gongur, at møguleikin fyri
FM helst reyk í hesum dyst
inum.
- Mest sannlíkt, segði
hann, men vísti samstundis
á, at spælararnir framvegis
eru hugagóðir og fara at
spæla eftir tí lítla møguleik
anum, sum framvegis er.
ARA TVEY
Víkingur-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 29.
2-0: Hans Pauli Samuelsen 61.
Dómari: Lars Müller
Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen,
Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus – Gunnar
Vatnhamar (Jákup Vatnhamar Olsen, 86.), Sølvi Vatnhamar, Hans
Pauli Samuelsen – Andreas Lava Olsen
Gult kort: Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava
Olsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen
(Jann Benjaminsen, 75.), Per Langgaard, Einar Tróndargjógv –
Nikolaj Køhlert, Betuel Hansen – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus
Justinussen, Jann Martin Mortensen (Petur Knudsen, 66.) – Klæmint
A. Olsen
Gult kort: Per Langgaard, Betuel Hansen, Jens Joensen
Venjari: Anders Gerber