Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu kennist tað at hava vunnið grannauppgerðina móti HB? HB er eitt stórt felag, so tað er sjálvandi stuttligt at vinna teir, aftaná at úrslitini hjá okkum, sum heild, als ikki hava verið nøktandi hettar kappingarárið. Tit hava fingið fleiri stig móti ovaru liðunum í ár, men hava tapt mestsum allar lykladystirnar. Hvussu ber tað til? Tað er ringt at siga akkurát. Veruleikin er nokk tann, at vit ikki at verið nóg góðir og tí er støðan sum hon er í løtuni. Trúgva tit framvegis uppá at yvirliva á Argjum? Vit hava trý tey ovastu liðini eftir at spæla ímóti, sum ger tað ógvuliga trupult hjá okkum. Vit mugu taka ein dyst í senn, so síggja hvussu langt tað røkkur hjá okkum. Hvussu sært tú uppá komandi dyst móti KÍ á Argjum? Vit gleða okkum nógv til dystin. Tað verða mest sannlíkt nógv fólk til dystin, sum avgjørt fer at seta sín dám á dystin. Vit fara at gera alt fyri at fáa stig. Vónandi fái eg døgurða frá Tinu og Kára Purkhús alíkavæl, um tað skuldi hent seg at vit fingu øll 3 stigini. Skuldi tað hent at tit fara niður, verður tú so verandi í AB? Sáttmálin hjá mær við AB gongur út við kappingarenda, so verði eg noyddur at taka eina avgerð tá, hvat hendir. Vikan ið fór KÍ er enn oddalið í Effo-deildini, eftir 2-2 javnleik móti B36, men leiðslan er minkað niður í tvey, tí Víkingur vann á NSÍ H71 vinnur triðja sigurin upp í slag, og líkist aftur einum FM avbjóðara hetta kappingarár, men FM vinnararnir úr VÍF hava eisini fult stigatal, tó eftir tveir dystir Neistin vinnur tryggan sigur á VÍF hjá kvinnunum, og greipuvinnararnir hava fingið eina góðan byrjan upp á kappingarárið U16 dreingjalandsliðið í hondbólti vinnur á U18 landsliðnum hjá Onglandi. Landsliðshondbóltur er í menning Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og FH vinna íslendska meistaraheitið Jóhan á Plógv Hansen er toppskjútti, tá Bjerringbo- Silkeborg vinnur á 25-24 á Kadetten Schaffhausen úr Sveis í Champions League Hallur Hansson skorar sítt annað mál fyri AC Horsens í Superliguni, men teir tapa heili 5-2 fyri FC Midtjylland ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Eg eri stórbrúkari av Match of the Day, sum er Premier League sendingin hjá BBC. Hon sæst á BBC One, sum ikki er at síggja allastaðni í Føroyum. Sendingin tekur samanum umfarið í Premier League. Í eini vanligari viku, so er MOTD 1 leygarkvøld, meðan MOTD 2 er sunnukvøld. Í sendingini fært tú saman­ drátt frá øllum dystunum, sum hava verið. Samandrátturin er gjarna í longra lagi og tú fær allar upplýsningnar um uppstillingar, út­skifting­ar, sam­røður við venjar­ ar og annað við. Leygarkvøld er tann dámligi Gary Lineker, ið er fyrrverandi enksur landsliðsáleypari, vertur. Hann er ein avbera góður vertur, sum dugur væl at halda sendingina í einum løttu, men álvarsligum tóna. Frásøgumenninir eru allir royndir menn, ið hava sagt frá fót­bólti í nógv ár, so tað er einki at seta fingurin á. Størsta av­ bjóðingin liggur í greiningini av dystum og viðmerkjarunum. Har tykist Sky Sports við teirra Monday Night Football, Gary Neville, Jamie Carragher og risa greiningarskerminum hava munin. Onkuntíð tykjast við­merkjar­ ar­nir heldur ikki hava nokk upp á hjarta, ella tíð nokk at grava í ávísum evnum. Match of the Day er ikki bara til fót­bólts­nørdin, men eisini til fjøldina. Tú verður ongantíð vón­ brotin, men eisini sjáldan tikin á bóli. HYGG UM: Tú hevur hálvan annan tíma til Premier League eitt leygarkvøld IKKI HYGG UM: Tú hevur sæð dystir og øll málini og væntar at fáa nógv meir HVUSSU ER AT HYGGJA: Altíð væl framleitt. Onkuntíð so væl, at góður spurningar ikki fáa tíð at blíva svaraðir HVAT SIGUR TÚ: Avgjørt vert at hyggja eftir, um tú ikki hevur sæð alt fyrr á degnum. PATURALBINUS@SOSIALURIN.FO Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ INFO: Gary Lineker er á Twitter. Hevur tú Twitter, so er hann avgjørt verdur at fylgja, tí hann er bæði stuttligur og beinrakin Atli Gregersen heldur framvegis, at KÍ verður FM vinnari, hóast leiðslan nú er tvey stig Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, eftir at Víkingur vann 2-0 – KÍ verður føroyameistari. Teir hava so lættar dystir eftir – FM heitið er so gott sum farið nú Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Dion B. Splidt Aldur: 26 Starv: Fótbóltsleikari (AB) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvør verður væntandi sambært in.fo nýggjur venjari hjá EB/Streymi? 2 Hvat fyri enskt felag, sum í dag spælir í Premier League, hevur fyrrverandi landsliðsspælarin Julian Johnsson spælt við? 3 Hvør skoraði minniliga málið á Mølini, tá EB/Streymur tapti 1-0 fyri KÍ í 2006, og misti meistaraheitið í evstu løtu? 4 Hvørjum felagið keypti Manchester United Wayne Rooney frá? 5 Hvussu nógv mál hevur Hallur Hansson skorað í Superliguni? 6 Tveir føroyingar hava skorað fyri FCK. Hvørjir? 7 Hvat er navnið á einum av bestu dartspælarunum í heiminum, sum annars verður kallaður MVG? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: Heðin Askham 2: Hull City 3: Paul Clapson 4: Everton 5: 2 6: Todi Jónsson og Brandur H. Olsen 7: Michael van Gerwin 8: Gert Hansen ÍTRÓTTAR UMMÆLI SENDING: Match of the Day