Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. september 2016 · Nr. 110 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge –Tórsvøllur Lars Olsen hevur givið 23 spælarum boð til lands­ dystirnar móti Lettlandi og Portugal, sum verða 7. og 10. oktober. Hópurin líkist nógv sær sjálvum, men onkur smávegis broyting er. Gilli Rólantsson Sørensen er aftur í hópinum, meðan Pól Jóhannus Justinussen ikki er í hópinum. Tað er fyrstu ferð, síðani Lars Olsen tók við sum vernjari, at NSÍ spælarin ikki er úttikin. Hugsar ikki um Portugal Á tíðindafundinum bleiv Cristiano Ronaldo ikki nevnd­ur við einum orði. Lands­liðs­venjarin vildi heldur ikki kom inn á Portu­ gal, tí øll orkan skal brúkast upp á dystin í Lettlandi fyrst. – Eg fari ikki at tosa um Portu­gal í dag. Vit kenna teirra spælarar og øll sóu teir vinna EM í summar. Fyri meg er dysturin móti Lettlandi týdningar­miklari. Serliga tí hann kemur fyrst, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin ásann­ ar, at hann ikki er so kønur í lettisk­um fót­bólti, men hevur sæð dystir hjá teimum. Millum annað dystin í fyrsta um­fari móti Andorra á útivølli, har Lett­land vann 1-0. – Tað var ein rótutur dystur, har Lettlandi spældi við longum bóltum. Teir spæla annars góðan fótbólt, sigur Lars Olsen. Ongin Pól Jóhannus Justinussen Fyri fyrstu ferð síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari 2011, er Pól Jóhannus Justinussen ikki við í landsliðshópinum. – Tað vísur bara hvussu hørð kappingin er um plássini í landsliðnum í løtuni. Hesa ferð fellur valið á Gilla Rólantsson Sørensen, sum spælir í oddinum í norskum fótbólti, sigur Lars Olsen. Pól Jóhannus Justinussen hevur spælt 23 landsdystir higartil. – Tað er harmilig, men tað hevur ikki verið torførari enn hetta at vera landsliðsvenjari. Hetta er tó ein partur av uppgávuni, sigur Lars Olsen. Útskiftingar Lars Olsen sigur eisini, at tað verða broytingar á liðnum frá fyrra dystinum, til tann seinna. – Vit hava fyrr havt trupulleikar, tá vit hava spælt tveir tættar dystir. Tað sóu vit millum annað, tá vit spældu í Finnlandi, eftir at hava spælt móti Ungarní farnu undankapping. Tá vóru vit troyttir, sigur Lars Olsen. Hann hevur ikki meldað tað út fyri hópinum, men tað verður eitt tað fyrsta hann boðar frá, tá spælararnir samlast. trondur@sosialurin.fo Í grannalandi okkara fyri sunnan, Orknoyggjum vilja tey á fyrsta sinni hýsa oyggjaleikunum. Eftir ætlan vilja Orknoyggjar hýsa oyggjaleikunum á sumri í 2023. Robbie Fraser, formaður í oyggjaleikanevndini hjá Orknoyggjunum greiðir frá, at í Kirkwall er ein ítróttarmiðstøð, sum nevnist The Pickaquoy Centre. Hendan ítróttarmiðstøðin saman við øðrum ítróttarvallum á høvuðsoynni Mainland, og í hinum størra býnum á Mainland, Stromness ger tað møguligt hjá Orknoyggjum at hýsa 12 ella 13 ítróttargreinum. Robbie Fraser staðfestir, at Orknoyggjar hava tveir golfvallir, sum eru nóg góðir til oyggjaleikir. Tað er so meir enn Føroyar í verandi stund kunnu bjóða. Robbie Fraser viðgongur, at tað, sum í Føroyum ikki er nóg mikið av gistingarhúsum, men hann vónar, at eins og á Bermuda í 2013, at tey í Orknoyggjum eisini kunnu bjóða ítróttarfólkum at búgva á skúlum meðan leikirnir eru. Robbie Fraser vónar, at grannaoyggjarnar, Hetland, Suðuroyggjar (Hebridurnar) og Føroyar stuðla umsóknini hjá Orknoyggjum at hýsa oyggjaleikunum í 2023. Um leikirnir verða í Orknoyggjum fara føroyingar eisini at hava eina stutta leið til oyggjaleikirnar. Og vit eiga avgjørt at stuðla orknoyingum, tá vit ikki eiga tann politiska viljan heima í Føroyum at gera neyðugu rammurnar fyri, at vit kunnu hýsa oyggjaleikunum. Tað eru eisini søguligar, mentanarligar og praktiskar orsøkir til, at vit eiga at stuðla okkara grannum í Orknoyggjunum at sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2023. Lat okkum bara taka teir sjálvsøknu orsøkirnar fyrst. Tað verður stutt hjá ítróttarhópunum, leiðarunum, fjølmiðlafólkum og áskoðarum at ferðast til leikirnar á Orknoyggjunum. Airbus- flogførini hjá Atlantic Airways hava stuttan veg til Wick í Norður-Skotlandi, og úr Wick er stutt til Scrabster, har ferjan siglir til Stromness á meginoynni á Orknoyggjunum. Úr Stromness eru bert 25 minuttir at koyra til Kirkwall. The Pickaquoy Centre rættvísger umstøðurnar langan veg, og har eru umstøðurnar betraktiliga betri enn á leikunum á Isle of Wight í 2011. Enn er internetið ikki optimalt á Orknoyggjunum, men nú fer Føroya Tele at syrgja fyri, at standurin verður væl betri við tí. Talan er um eitt gamalt norðurlendskt fólk, sum hevur nógvar norðurlendskar søguslóðir, og flestu nøvn á Orknoyggjum eru av norðurlendskum uppruna. Orknoyggjar vóru eitt av fáu londunum vit spældu fótbóltslandsdystir ímóti áðrenn vit fingu altjóða limaskapin í FIFA og UEFA í 1988. Tí hava vit eina søguliga og mentanarliga skyldu til at stuðla orknoyingum at fáa leikirnar. At Orknoyggjar eru eitt framúr vakurt, og eitt væl fungerendi ferðamannaland ger tað ikki verri. Orkn­oyggjar tora og hava golf­vallirnar TOSI IKKI UM PORTUGAL Gilli Rólantsson Sørensen er aftur á landsliðnum, meðan Pól Jóhannus Justinussen stendur eftir við Svartaper fyri fyrstu ferð í søguni, síðani Lars Olsen tók við LANDSLIÐ S­ HÓPURIN: Málverjar: Gunnar Nielsen, FH (ÍS) Teitur M. Gestsson, HB Kristian Joensen, KÍ Verjuspælarar: Jónas Tór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Vidar (NOR) Jóhan Troest Davidsen, HB Viljormur Davidsen, Vejle (DK) Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ÍS) Gilli Rólantsson Sørensen, Brann (NOR) Bárður Jógvanson Hansen, Fremad Amager (DK) Miðvøllur: Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (ÍS) Sølvi Vatnhamar, Víkingur Hallur Hansson, AC Horsens (DK) Brandur Hendriksson Olsen, Randers FC (DK) Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DK) René Shaki Joensen, Vendsyssel (DK) Árni Frederiksberg, NSÍ Róaldur Jakobsen, B36 Fróði Benjaminsen, HB Álop: Klæmint A. Olsen, NSÍ Jóan Símun Edmundsson, OB (DK) Páll A. Klettskarð, KÍ