mánadagur 26. september 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Slakt
12
TEMA
Vilmund Jacobsen
Ottar Hentze, sum er bóndi á Utta
stovugarðinum í Trøðum á Sandi,
hevur eitt áseyðatal, sum liggur um
170.
Á garðinum er mjólkakvota, sum
er á 168.000 litrar um árið, og hann
hevur eisini umleið 20 mjólkneyt.
Nú skurðfjøllini stunda til, og
slaktið liggur fyri framman, ger Ottar
Hentze ikki so nógv burtur úr hesum
partinum av virkseminum, tó at henda
tíðin eisini er eitt tak á garðinum.
– Vit fletta umleið 170 seyðir
um árið, og vanliga fletta vit eisini
eina kúgv ella so um mánaðin. Tað
er eingin trupulleiki at sleppa av við
kjøtið, og bæði sølan av seyða-og
neytakjøti gongur væl, sigur hann.
Epli og røtur
Tað stóra arbeiði higartil í heyst hevur
verið eplini og røturnar, sum Utta
stovugarðurin veltir og selur.
Eins og aðrir bóndur, sum velta
epli, veltur Ottar Hentze fleiri ymisk
sløg, harav tey hvítu folva-eplini og
reyðu oleva-eplini ivaleyst eru best
kend av navni millum manna.
– Vit eru rímiliga væl nøgd við
grøðina í ár, tó tað kann vera eitt
sindur ymiskt, hvussu eplasløgini
eydnast. Í summum sløgum fært tú
kanska færri, men størri epli - og í
øðrum sløgum fleiri og smærri, sigur
hann.
Ottar Hentze vísir á, at jørðin, sum
eplini verða velt í, er sandjørð blandað
við mold. Hetta ger, at jørðin er ikki
so útsett fyri vætu, um summarið
verður vátt, tí vætan seyrar væl niður
gjøgnum sand og mold.
– Í summar var ógvuliga turt, og
hetta gekk út yvir vøksturin av grasi,
har gras veksur á blandaðari jørð við
sandi og mold.
Bóndin heldur, at eplagrøðin í
ár liggur um miðal. Kanska er talið
av eplum ikki so ógvuliga stórt,
men tey hava fingið eitt stórt tal av
miðalgóðum etingareplum.
Bóndin sigur, at vanliga eigur
Uttastovugarðurin epli at selja fram
til jólar ella so, men tá jólini koma, eru
sjáldan nógv epli eftir.
– Nú í heyst selja vit regluliga í
Vágsbotni í Havn, har vit plaga at
vera fríggjamorgun. Vit plaga eisini
at gera onkran túr til Runavíkar og
Fuglafjarðar.
Uttastovugarðurin nú hevur fingið
sær profil á Facebook, og her verður
lýst um, hvørjir søludagarnir í ávikavist
Vágsbotni, Runavík og Fuglafirði
verða.
– Tað er stórur áhugi fyri føroysku
eplunum, og eg vil siga, at marknað
urin er ómettiligur. Tað eru nógv, sum
ringja um epli, og tað eru matstovur
og fólk annars hjartaliga vælkomin at
gera, men lættast er, tá møtt verður
upp á nevndu sølustøðum.
Ottar Hentze vísir á, at tað er
hugnaligt at standa og selja føroyska
grøði á marknaðarplássi, tí her kemur
tú í prát við nógv viðskiftafólk.
Røtur og gularøtur
Ottar Hentze ásannar, at tiltakið við
Veltuni í Sandoynni hevur eggjað til
at velta meira í ár enn undanfarin ár.
– Vit hava soleiðis eisini velt røtur
og gularøtur í ár, og hesar hava vit
eisini við okkum, tá vit fara út at selja.
Fyri at finna út av, hvat riggar, er
neyðugt at gera sær royndir.
Bóndin sigur, at matstovur eisini
spyrja eftir føroyskum eplum, rótum
og gularótum
Uttastovugarðurin í Trøðum á
Sandi hevur telefonnummar 211870,
og teldupostadressan er uttastov@
olivtant.fo
Vilmund Jacobsen
Eplafestivalurin í Trøðum á Sandi
eydnaðist stak væl í fjør, og komandi
leygardag verður tiltakið endurtikið.
– Vit flettu nøkur lomb á
eplafestivalinum í fjør, og vit fara
aftur at fletta hesaferð. Øll, sum hava
áhuga, eru hjartaliga vælkomin inn á
gólvið.
Jóannes Johannessen, Jóannes í
Miðstovuni, róptur, sigur, at tey fara
eisini at fletta nøkur lomb í hesi
vikuni, og áðrenn eplafestivalurin
verður.
– Tað er eitt sindur verri at skera
nýflett, og tí fara vit at hava bæði heil
og sundurlimað lambskrov til sølu,
meðan festivalurin er.
Hann sigur, at hann í fjør heyst
hevði nakað av fólki inni á gólvinum,
og tað vóru eisini tey, sum keyptu
føroyskt lambskjøt.
– Fólk kunnu keypa tað, tey vilja,
bæði heil krov, kjógv, bøgir og avroð.
Í løtuni hava vit einki neytakjøt, men
vit slakta leypandi. Tí kunnu fólk, sum
ynskja sær neytakjøt, lata okkum vita.
Jóannes í Miðstovuni sigur, at tey
á garðinum eiga bæði nýupptikin
sandepli og røtur, og hetta fæst eisini
til keyps á eplafestivalinum.
Góður seyður
Seyðafellið, sum rakti nógvar bøndur
í fjør, tá veturin var harður, og várið
var vánaligt, rakti ikki garðin hjá
miðstovubóndanum.
– Fyri okkum var árið í fjør ikki eitt
fellisár. Vit fingu at kalla líka nógv
lomb sum eitt vanligt ár. Vit fóðra
allan seyðin, og tí gjørdi vánaligi
veturin og várið ikki so ilt við seyðin
hjá okkum.
Jóannes í Miðstovuni sigur, at í ár
síggja lombini heilt væl út, og hann
væntar, at skurðurin verður góður.
– Vit fara at fletta stívliga 150
seyðir í heyst. Saman við arbeiðnum,
sum er av eplunum við upptøku,
skiljing og sølu, er hetta ein tíð, har
rættilig rokan verður á garðinum, nú
rakstur og fletting eisini stunda til.
Tey, sum hava hug at spyrja seg
fyri hjá miðstovubóndanum í Trøðum
á Sandi, kunnu ringja á tlf. 220203.
– Er tað soleiðis, at fólk eru her
í Sandoynni og vitja, kunnu tey altíð
seta seg í samband við garðin, leggur
Jóannes í Miðstovuni aftrat.
– Tað er eingin trupulleiki at sleppa av við seyða-og neytakjøt, sigur Ottar
Hentze, sum rekur Uttastovugarðin í Trøðum á Sandi
– Nú eplafestivalur verður leygardagin, fara vit at fletta, selja lambskjøt, og vit fara
eisini at selja nýupptikin epli og røtur, sigur Jóannes í Miðstovuni, bóndi
Føroyskt seyðakjøt selur væl
Fara at fletta á eplafestivali
Á innsettu myndini stendur Ottar Hentze og skilir
eplir, sum Uttastovugarður í Trøðum selur
– Fólk eru vælkomin at keypa tað, tey vilja, bæði heil krov, kjógv, bøgir og avroð, og vit
hava eisini nýupptikin sandepli og røtur, sigur Jóannes í Miðstovuni
Mynd: Vilmund Jacobsen