Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Slakt 11 TEMA góður hjallur hendurnar. Flettarar og hjálparfólk skulu ikki vera sjúk við eitt nú álvarsligum krími ella búksjúku, og fólk skulu verða í reinum og hóskandi arbeiðsklæðum. Reint út í hjallin Í tilmælinum hjá Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni verður dentur lagdur á týdning­in, sum tað hevur, at ullin er turr og rein. Er seyður vátur og skitin, er nógv torførari at halda rein­føri undir flettingini, serliga tá tummað verður. Í ullini og skinninum kunnu sita bakteriur, sum vanliga finnast í jørðini, eitt nú clostridium botulinum, sum kann elva til botulismu. Krovið er reint innan undir skinnin­um og tað er týdningar­mikið, at einki skitið kemur at kjøt­in­um, meðan seyðurin verður tummaður. Ullin dálkar krovið, um hon kemur at krovinum. Fólk, sum nerta við ull, mugu ikki nerta við krovið og am­boð, sum hava nomið við ullina, skulu ikki brúkast, áðrenn tey eru sóttreinsað. Seyður skal doyvast, áðrenn hann verður svavdur, og hetta verður van­ liga gjørt við at skjóta seyðin við bolt­ pistól. Fyri ikki at dálka kjøtið, má ansast eftir, at vælindi og barki ikki verða skadd undir svaving. Tá flett verður, skal takast innan úr sum skjótast og í seinasta lagi ein tíma eftir, at seyðurin er svavdur. Krovið skal ongantíð nerta við gólvið, og tá tikið verður innanúr, má gor ikki koma á kjøtið. Tá ær verður flett, og júgurið verður skorið burtur, kann mjólkin í júgurinum dálka kjøtið. Skinn, føtur, vembur og vil skulu fáast úr sláturrúminum so hvørt, sum flett verður. Tað hevur týdning, at innvølir til matna verða køldir beinavegin og goymdir kaldari enn í trimum hita­ stigum. Seyður, sum er sjúkur, skal ikki flettast. Síggja innvølir og limir øðrvísi út enn vanligt, skulu hesir ikki brúkast til mannaføði, og blóðið eigur tá heldur ikki at verða brúkt. Reinur og turrur hjallur Krovini skulu heingjast út í hjallin beina­vegin, flett er, og hitin í hjallinum skal verða kaldari enn 7 stig. Hjallurin skal liggja, har eingin luft­dálkan kann vera frá øðrum virk­ semi. Hann skal vera inn­rættaður við rimum á minst tveimum síðum, so luftskiftið er støðugt og ótarnað. Rimar skulu helst ikki vera úr berum træ, men skulu antin vera málaðar ella lækkaðar, og tað skal vera kaldari enn sjey stig í hjallinum, meðan kjøtið verður turkað. Mælt verður til, at rimarnir í hjallinum ikki eru úr berum træ, men at teir antin skulu vera málaðar ella lækkaðar. Frárensl skal vera í gólvinum, og hjallurin skal verjast móti skaða­ djórum, eitt nú flugum, rottum, mús og fugli. Tá krovini verða hongd út, skulu tey ikki hanga ov tætt saman, so luft­ skiftið millum krovini verður gott. Botulisma í náttúruni Gjøgnum árini hava fleiri tilburðir verið við botulismu – eisini í samband við, at kjøt, sum ikki hevur verið nóg væl hagreitt, hevur verið etið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan veit at siga, at botulisma kemur av eitri, sum ein bakteria, nevnd Clostridium botulinum, kann gera. Bakterian finst víða um í náttúruni, eitt nú í mold, dusti, skarni og øðrum. Men, Clostridium botulinum, skal hava umstøður at nørast, um hon skal fram­leiða eitur. Bakterian veksur best, tá hitin er millum 22 og 30 stig, og kaldari tað er, jú verri er hjá bakteriuni at veksa. Tó kann okkurt slag av Cl. Botulinum-bakterium veksa í hita heilt niður til 3 hitastig. Jú, reinari tú fert um, tá flett verður, tess minni er møgul­leikin fyri, at kjøtið verður dálkað av sjúku­elvandi bakteriuni. Tað hevur eisini týdning, hvussu turt og kalt, kjøtið hongur, meðan tað tornar. Um bakterian tá er til steðar, er minni møgulleiki er fyri, at hon kann veksa. – Gott reinføri undir slátrinum, skjót køling av krovinum, góður og støðugur luftstreymur og gott pláss í hjallinum minka munandi um vandan fyri botu­lismu­eitran, eru ráðini hjá Heilsu­frøðiligu Starvsstovuni. Krovið skal ongantíð nerta við gólvið, og tá tikið verður innanúr, má gor ikki koma á kjøtið. Myndin er tilvildarlig Mynd: Vilmund Jacobsen