mánadagur 26. september 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Slakt
10
TEMA
– Gott reinføri undir slátri, skjót køling av krovi, góður og støðugur luftstreymur og gott pláss í hjallinum
minka munandi um vandan fyri botulismueitran, eru ráðini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Vilmund Jacobsen
F
yri nøkrum árum síðan festi
Heilsufrøðiliga Starvsstovan á
blað ymisk góð ráð í samband við
slátur og fletting, og útgangsstøðið
er, at tað eru einstøku flettingarfólkini
og hjálparfólkini, sum eftir førimuni
mugu tryggja besta reinføri.
Tað hevur týdning, at seyðurin
verður væl viðfarin og ikki verður
overevaður undir rakstri og á rættini.
Mælt verður til, at seyðurin ongantíð
verður bundin niður, og ansast skal
væl eftir, at seyðurin ikki fær stoytir
ella løstir.
Hetta er bæði av djóraverndarávum
– og tí, at stoytur beinanvegin sæst
aftur á krovinum sum bløðingar.
Men, um seyður fær skaða undir
rakstri, eitt nú beinbrot, skal hann av
lívast beinanvegin, og tá tað verður
gjørt, er einki í vegin fyri at brúka
kjøtið.
Góðar umstøður
Góðar flettingarumstøður eru fyrsta
treytin fyri, at slátrið verður reint.
Rúmið eigur at vera gjørt úr tilfari,
sum er lætt at vaska. Best er, um gólv,
veggir og loft eru úr tilfari, sum er
hart, slætt, ljóst og sum ikki drekkur
vatn í seg.
Í flettingarrúminum skal vera
rennandi vatn við góðsku sum drekki
vatn til handavask og til vasking av
amboðum, og best er, um vatnið er
lunkað.
Mælt verður til, at flettingarrúmið
er innrættað soleiðis, at góð arbeiðs
gongd er fyri flettingina, og best
er, um einki óviðkomandi órudd er í
rúminum.
Mælt verður til, at vembur og vil
ikki verða tømd og vaskað í slátur
rúminum, meðan slátrað og flett
verður. Skulu vembur og vil tømast og
vaskast beinanvegin, skal tað gerast í
øðrum rúmi.
Best er, sigur Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, um flettingarborð, íløt
og annað í rúminum er úr tilfari, sum
kann haldast reint.
Flettingarborð úr ráum træ eru
ikki best egnaði, tí tey drekka vatn í
seg og eru ikki løtt at halda rein. Men,
eru borðini lakkerað ella málað, er
yvirflatan lukkað, og tá er reinhaldið
lættari. Best er tó, um borðini eru úr
stáli.
Mælt verður til, at knívar, sagir
og annað, sum verður brúkt undir
fletting, eru rein.
Amboðini skulu vaskast við vatni
og sápu og síðan sóttreinsast, soleiðis
at tey eru rein, tá byrjað verður.
Best er at skolda knívar og onnur
amboð millum hvønn seyð, ið flettur
verður, og amboðini skulu haldast í
kókandi vatn í minsta lagi 10 sekund.
Reinføri altavgerandi
Tilmælið hjá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni fevnir ikki bara um flettingar
borð og amboð annars. Tað er eisini
umráðandi, at arbeiðsklæði, eitt
nú oljuklæði og svintur, eru rein, tá
byrjað verður, og mælt verður frá at
brúka oljuklæði, sum hava verið brúkt
til fiskaarbeiði. Orsøkin er, at fleiri av
tilburðunum av botulismu í Føroyum
hava verið av tí bakteriuslag, sum
vanliga verður sett í samband við
fiskavørur.
Eitt krov er reint, áðrenn vit nerta
tað og tað, sum dálkar, er okkara
handfaring, meðan flett verður. Tá
vit fletta, eiga vit at hugsa um, at vit
standa og gera mat - og vit eiga ikki
minst at hugsa um, at tað turkaða
kjøtið ikki verður kókað, áðrenn tað
verður etið.
Tí skal handfaring undir fletting
vera so rein sum gjørligt.
Er neyðugt at turka krovið, tá
flett er, er best at brúka eingangs
klútar ella klútar, sum verða skiftir
hvørja ferð, klúturin er brúktur eina
ferð. Vatnið í spannini verður skitið
fyrstu ferð, klúturin verður skolaður,
og tí eigur ein nýggjur klútur at verða
brúktur eftir hvørja turking.
Um krovið verður dálkað av gori,
tá tikið verður innanúr, skal dálkaða
pettið skerast burtur. Hetta er ein
nógv betri máti enn at vaska við klúti,
tí tá smyr tú bakteriur út yvir ein nógv
størri part av kjøtinum, sjálvt um tað
ikki sæst.
Soleiðis, sum víst er á í hesi grein,
eiga flettarar og hjálparfólk at vanda
sær um persónliga reinføri, og ikki
minst eiga hesi at vaska sær væl um
Reinføri í fletting og
avgerandi fyri kjøt
Tá krovini verða hongd út, skulu tey ikki hanga ov tætt saman, so luftskiftið millum krovini verður gott
Mynd: Bjørn Patursson