mánadagur 26. september 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Slakt
18
TEMA
Nú kemur kunngerðin
um heimaframleiðslu
– Treytin fyri skráseting er, at matvøran er framleidd, hagreidd og tilvirkað á ogn
framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin er minni enn 200.000 krónur, sigur
Uttanríkis-og vinnumálaráðið í uppskotinum til heimaframleiðslukunngerð
Vilmund Jacobsen
U
ttanríkis-og
vinnumálaráðið
hevur sent út uppskot til
kunngerð um framleiðslu av
føroyskum matvørum frá tilfeingis
vinnuni, ætlað til sølu til heil-og
smásølur, matstovur og annað út til
hoyringar.
Hetta er tann sonevnda heima
framleiðslukunngerðin, sum ætlandi
skal koma í gildi hin 1. oktober í 2016
– ella um nakrar fáar dagar.
Uppskotið er sent úr Uttanríkis-og
vinnumálaráðnum hin 20. september í
ár, og tí er hoyringsfreistin bert nakrir
dagar.
Í málinum verður víst til løgtingslóg
nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur
v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 86
frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr.
51 frá 6. mai 2016.
Kunngerðin fevnir um framleiðslu
frá føroysku tilfeingisvinnuni (fyrsta
liði), undir hesum landbúnaði og veiði,
ætlað til sølu til heil- ella smásølur,
matstovur o.a. í Føroyum.
Hvørjar eru vørurnar?
Sambært kunngerðini verða hesar
vørur fevndar av kunngerðini: Seyða-
og neytakjøt, undir hesum eisini avroð
o.a., hara og villini fuglur.
– Beinleiðis søla frá framleiðara
í tilfeingisvinnu av nevndu vørum til
endabrúkara er ikki fevnd av kunn
gerðini, sbr. § 12 í kunngerð nr. 128
frá 28. desember 2010 um løggilding
og skráseting av matvøruvirkjum.
Í uppskotinum vísir Uttanríkis-og
vinnumálaráðið eitt nú á, at fram
leiðari í tilfeingisvinnu, sum framleiðir,
hagreiðir, tilvirkar, marknaðarførir og
selur matvørur, ið eru fevndar av § 1,
stk. 2, og sum eru ætlaðar til sølu til
framleiðara í øðrum liði, er undantikin
kravinum um løggilding og skráseting,
sbr. § 3 og 4.
Skráseting sum
heimaframleiðari
Uttanríkis-og vinnumálaráðið vísir
á, at framleiðarar eftir nýggju kunn
gerðini skulu melda til eina skrá yvir
heimaframleiðarar hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni við navni, annað hvørt
á persóni ella felag, ávíkavist p-tali
ella v-tali, og bústaði framleiðarans.
Upplýsingarnar
verða
latnar
á
serligt oyðiblað, sum Heilsufrøðiliga
Starvsstovan útflýggjar.
– Treytin fyri skráseting er, at
matvøran er framleidd, hagreidd og
tilvirkað á ogn framleiðarans, og at
samlaði árligi umsetningurin er minni
enn 200.000 krónur. Framleiðarin
skal í sambandi við skrásetingina
vátta, at hann beinanvegin fráboðar
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni,
tá
hann verður varugur við, at árligi
umsetningurin kemur upp á hesar
200.000 krónurnar.
Handfaring og framleiðsla
Eftir nýggju kunngerðini skal fram
leiðslan leggjast til rættis soleiðis, at
matvøran verður handfarin, tilgjørd,
pakkað, goymd og flutt soleiðis, at
matvøran ikki spillist ella oyðilegst,
ella at góðskan versnar munandi.
– Framleiðarin hevur ábyrgdina av,
at matvøran støðugt lýkur ásetingina
í § 4 í løgtingslóg um matvørur v.m.
Lagt verður aftrat, at framleiðari
í øðrum liði hevur ábyrgdina av, at
matvøran, meðan viðkomandi hevur
ræði á henni, verður handfarin,
tilgjørd, pakkað, goymd og flutt
soleiðis, at matvøran ikki spillist ella
oyðilegst, ella at góðskan versnar
munandi.
– Framleiðari í øðrum liði hevur
ábyrgdina av, at matvøran, meðan
viðkomandi hevur ræði á henni,
støðugt lýkur ásetingina í § 4 í løg
tingslóg um matvørur.
Uttanríkis-og vinnumálaráðið, at
matvøran kann ikki tilvirkast víðari hjá
einum øðrum framleiðara enn fram
leiðaranum sambært § 2, nr. 1, ella
verða pakkað á løggildari eind ella á
annan hátt koma í samband við løg
gilda vøru.
– Vøran skal haldast atskild frá
løggildari vøru í øllum liðum, herundir
í sambandi við flutning, goymslu, til
virking og sølu.
Marknaðarføring
Í samband við marknaðarføring skal
matvøran sambært heimaframleiðslu
kunngerðini merkjast soleiðis, at tað
greitt gongur fram av merkingini, at
talan er um vøru, sum ikki er løggild,
sbr. § 8, stk. 1, nr. 2.
Heimaframleiðslukunngerðin, sum Uttanríkis-og vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar, kemur ætlandi í gildi hin 1. oktober í 2016 - ella um nakrar fáar dagar