Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 43

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Slakt 19 TEMA – Eg haldi, at ásetingin í kunngerðini um, at árligi umsetningurin ikki skal verða hægri enn 200.000 krónur, politiskt favoriserar seyðahald sum ítriv og er ein beinleiðis háðan av okkara arbeiði, sigur bóndin í Dúvugørðum – Matvøran skal bjóðast til sølu fyri seg, t.d. í einum kølidiski, har eingin onnur matvøra er, og framleiðari í øðrum liði skal gera keyparanum greitt, at talan er um vøru, ið ikki er løggild. Er talan um marknaðarføring á eini matstovu, skal tað vera til­skilað í mat­skránni, at talan er um ikki løg­ gilda vøru.     Merking av vøruni Tá vøra verður seld sambært heimaframleiðslukunngerðini, skal merkingin hava upplýsingar um navn á framleiðara og skrásetingarnummar hjá viðkomandi, og vøran skal merkjast »Óløggild vøra« og »Unauthorized« við týðiligum teksti. Her skal eisini verða ein vørulýsing, eitt nú við upplýsingum um haldføri, møgulig útílatingarevni og angevni. Framleiðsludagurin er dagurin, tá vøran er framleidd, og upplýsingar skulu eisini vera um, hvussu vøran skal goymast. Haraftrat kunnu vera ásetingar um møguliga tilgerð, t.d. at vøran skal hitaviðgerast. – Vøran skal merkjast soleiðis, at upplýsingarnar eru sjónligar og lættar at lesa, og teksturin skal verða á føroyskum, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í uppskotinum til kunngerð.   Eftirlit og upplýsingar Í samband við, at Heilsufrøðiliga Starvs­stovan kannar, hvørt ein mat­ vøra líkur ásetingina í § 4 í mat­ vøru­lógini, kann Heilsufrøðiliga starvs­stovan sambært § 52, stk. 3 í matvørulógini, krevja, at framleiðarin og framleiðarin í øðrum liði geva allar upplýsingar, sum hava týdning fyri fremjan av eftirlitinum, undir hesum at royndir verða tiknar av matvørunum. Eftir uppskotinum er tað Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum kannar, hvørt ein framleiðari lýkur treytirnar sambært § 4, stk. 2, og stovnurin kann sambært matvørulógini krevja allar upplýsingar um eitt nú fíggjarlig og roknskaparlig viðurskifti hjá framleiðarunum. – Lýkur ein matvøra, fevnd av heimaframleiðslukunngerðini, ikki krøvini í § 4 í løgtingslóg um matvørur v.m., kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan geva boð ella seta forboð fyri framhaldandi framleiðslu, tilvirking, marknaðarføring og sølu av matvøruni. Lagt verður aftrat, at stovnurin kann strika ein framleiðara, um so er, at framleiðslan ikki longur lýkur krøvini í hesi kunngerð, ella um boð ella forboð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ikki verða fylgd. – Avgerð um striking hevur virknað frá tí degi, at avgerðin er fráboðað framleiðaranum, um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu ella í avgerðini. Avgerðir, tiknar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan fýra vikur eftir, at tann, sum avgerðin viðvíkur, hevur móttikið avgerðina.   Revsing fyri brot Um revsing fyri brot verður sagt í uppskotinum til heima­fram­leiðslu­ kunn­gerðina, at revsað verður við bót, um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, og revsiábyrgd kann vera áløgd løgfrøðiligum persónum sam­bært reglum í revsilógini. Eftir nýggju kunngerðini skal framleiðslan leggjast til rættis soleiðis, at matvøran verður handfarin, tilgjørd, pakkað, goymd og flutt soleiðis, at matvøran ikki spillist ella oyðilegst Kunngerð favoriserar seyðahald sum ítriv Vilmund Jacobsen – Eg gjørdist rættiliga vónsvikin, tá eg sá hoyringsuppskotið til kunngerð um heimaframleiðslu. Sum størsti framleiðari av seyðakjøti í Føroyum havi eg lagt nógva orku í hetta og havi átikið mær váða fyri at fáa okkara seyðahald upp á eitt heilvinnuligt støði. Tað sigur bóndin í Dúvugørðum í Saksun, Jóhan Jógvansson. Hann vísir á, at í ætlaðu kunn­ gerðini hjá Uttanríkis-og vinnu­ málaráðnum stendur, at »treytin fyri skráseting er, at mat­vøran er framleidd, hagreidd og til­virkað á ogn framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin er minni enn 200.000 krónur…« – Eg haldi, at henda áseting politiskt favoriserar seyða­hald sum ítriv og er ein bein­leiðis háðan av okkara arbeiði. Sjálv­andi skulu reglur­nar vera líka fyri allar. Eg dugi ikki at síggja, hví smáframleiðarar í hesum føri skulu hava framíhjá­rætt at selja sínar vørur til handlar og mat­stovur. Jóhan Jógvansson vísir á, at størsti parturin av slíkari smáframleiðslu í Føroyum verður latin ella seld í durasølu, og hetta er í flestu førum nøktandi. – Eg vildi mett, at dura­sølu­ marknaðurin er nóg mikið til ítrivs­ fram­leiðsluna. Hjá teimum, sum ynskja at selja í handlar, ber væl til antin at skapa sær umstøður - ella at taka upp samstarv við aktørar sum eru løggildir. Bóndin í Dúvugørðum sigur, at um henda kunngerð verður lýst, soleiðis sum hon er orðað, merkir tað - soleiðis sum hann skilir hesa áseting – at tað verða seriøsir vinnuligir framleiðarar, sum fáa meirútreiðslur til løggilding fyri at sleppa at selja sínar vørur í handlunum. – Samstundis, sum vit, ið hava eitt størri vinnuligt brúk, fáa hesa útreiðslu, sleppur hvør Hanus og Janus, sum eigur nakrar fáar seyðir, flettir í tilvildarligum fjósum ella kjallarum - frítt at kunna selja sínar vørur. Eg vildi meint, at hesi viðurskifti eiga at verða eins fyri øll og ikki soleiðis, at tað verða smáframleiðarar, ið hava framíhjárætt at selja sínar vørur til handlar og matstovur. Jóhan Jógvansson sigur, at drívmegin aftan fyri hansara arbeiði fyrst og fremst er tjóðskaparligur og fakligur stoltleiki. – Men, vit eru tíverri í einari støðu, har føroyskt seyðahald er so niðurpínt, at teir flestu hava køvt neistan, og raksturin er í dag meira ella minni kulturelt baseraður, sum bóndin tekur til. Hann vísir á, at menn hava seyð meira sum ítriv enn sum vinnuveg, og av tí sama er næstan eingin íløguhugur og ongar vakstrarambitiónir. – Lívfrøðiliga potentialið er tó stórt, men trupult er at spáa um, hvussu stórt tað er. Eg meti tað verða neyðugt – eisini frá almennari síðu – at geva greið signal um, hvørt vit í Føroyum ynskja vinnuliga seyðakjøtsframleiðslu. Jóhan Jógvansson sigur, at hann sum stórur seyðabóndi í dag stendur í einari sera truplari støðu. – Nú er fjalltíð, og fyrstu seyðirnir skulu til sláturs. Sambært uppskotinum til kunngerð kunnu vit ikki rokna við, at okkum verður loyvt at selja krovini til handlarnar samsvarandi ætlaðu kunngerðini, sigur bóndin í Dúvugørðum í Saksun.