Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TUNLAR Árni Gregersen Spenningurin var øtiligur, tá ið tunnilsfelagið lat inn­ komnu tilboðini, um at byggja undursjóvar­tunl­ar­ nar upp á Hotel Føroyum. Tá ið tilboð verða latin inn, so hevur ongin sæð tey áðrenn. Tey vóru væl pakkað inn í plastikk og í teimum tveimum ringbindum, lógu tilboðini frá tveimum norsk­ um fyritøkum. Lægra tilboðið átti AF- Gruppen. Tað ljóðaði uppá 1,875 milljardir krónur. Hitt tilboðið var á leið tað sama, men kortini 16 milljónir krón­ur hægri. Tað kom fra NCC í Noreg. – Hetta er avgjørt nakað, sum vit kunnu arbeiða víð­ari við, segði stjórin í Tunn­ils­ felagnum. Teitur Samuel­sen, tá ið tølini vóru almanna­ kunngjørd á Hotel Føroyum seinnapartin týsdagin. Nógv hava ivast í um til­ boðini fóru at gerast dýrari enn mett upprunaliga, tí búskapurin er so upphitaður í løtuni. Hóast Tunnilsfelagið ikki hevur gjørt nakrar beinleiðis kostnaðarmetingar síðani lógin um tunlarnar var sam­ tykt, so var hetta á ongan hátt nakað, sum skelkaði um­boðini fyri tunnilsfelagið – Eg haldi, at hesi tilboð­ ini eru á heilt góðari leið. Sjálvandi skulu tey eftir­ kannast og roknast ígjøg­ num, men hetta er á ongan hátt meira enn tað, vit rokn­ aðu við, segði Henrik Old, landsstýrismaður við sam­ ferðslumálum. Nakað afturat Tilboðini fevna um sjálva berg­holsgerðina, men ein partur sum ikki er við, er alt el-arbeiðið. Tað kostar nak­að afturat umframt tað sum longu er brúkt til pro- jek­tering og til vegagerð frá tunn­ils­munnunum. Sjálv verkætlanin fer tí at gerast nakrar 100 milljónir dýrari enn tað, sum tilboðini ljóða uppá. Báðar fyritøkurnar, sum lótu inn tilboð, hava heim­ stað í Noreg. Enn vita vit ikki, hvørjum tað felagið – eftir øllum at døma AF-Gruppen- sum fær arbeiðið, fer at samstarva við í Føroyum. Fleiri føroyskar byggi- fyri­tøkur vóru umboðaðar, tá ið tilboðini vóru latin upp – millum annað Articon og J&K Petersen. Í gongd í ár Tunnilsfelagið fer nú undir at eftirkanna tey bæði inn­ komnu tilboðini. Tað fer at taka nakrar vikur, tí allar út­rokningar verða gjørdar eina­ferð afturat. – Men okkara avgjørda ætlan er, at fyrsta skotiðå skal skjótast í ár, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í tunnilsfelagnum. Sjálvur heldur hann held­ ur ikki, at tilboðini vóru ser­l­iga ógvuslig, ú tey vóru opn­að. – Men eg var minst líka spentur sum øll onnur, tá ið tølini vóru lisin upp, segði hann. AF-Gruppen, sum hevur lægsta tilboðið, er ein norsk børsskrásett fyritøka. Tá ið arbeiðið at gera Vágatunnilin var boðið út, hevði fyritøkan næstlægstatilboðið. Lægsta tilboðið ta ferðina hevði NCC Noreg, sum altso hesaferð hevði eitt tilboð, sum var einar 16 milljónir krón­ur hægri enn tað hjá AF-Gruppen. Norska AF-Gruppen hev­ ur gjørt nógv stór byggi­ar­ beiðir í Noreg seinastu árini. Fyritøkan var sett á stovn miðskeiðis í áttati-árunum og er vaksin ómetalig nógv síð­ani. NCC er eisini ein kend fyritøka, sum hevur arbeitt nógv í byggivinnuni. Deildin, sum lat tilboðið inn er í Noreg og fyritøkan skrivar í tilboðnum, at vinna teir tilboðið, so verður eitt føroyskt NCC felag sett á stovn. Norska AF-Gruppen eigur lægra tilboðið uppá at gera undirsjóvartunlar til Eysturoy og Sandoy Bert 16 milljónir á muni á tilboðunum Nógv vóru komin at vera hjástødd, tá ið tilboðini vóru latin upp Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, helt ikki, at innkomnu tilboðini vóru ov høg Bergur Poulsen, nevndarformaður: Eg var minst líka spentur sum øll onnur. Hann sæst her saman við Teiti Samuelsen, stjóra í Tunnilsfelagnum gevur bara meira Fá meira prent fyri pengarnar www.nema.fo/oki