hósdagur 16. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
26
Nr. 176 - 16. september 2004
AWI Boats
PDF
Stjóri
Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskamarknað Føroya.
P/F Fiskamarknaður Føroya, sum hevur høvuðs-
skrivstovu á Toftum, hevur eitt fjølbroytt virksemi.
Umframt at selja fisk á gólvuppsølu og á telefon-
uppboðssølu, rekur felagið landingarmiðstøð á
Toftum og í Klaksvík. Harafturat eigur felagið í P/F
Landingarmiðstøðini á Tvøroyri.
Arbeitt verður við broytingum í virkseminum hjá
felagnum,sum stjórin skal luttaka í,og tillaga bygn-
aðin í felagnum eftir.
Á virkinum starvaðust tilsamans 76 fólk í 2003.
Starvsfólkatalið hongur neyvt saman við virksem-
inum.
Uppgávurnar hjá stjóranum eru í høvuðsheitum
hesar:
• at fyriskipa og hava eftirlit við virksemi felagsins
• at hava eftirlit við bókhaldi, roknskapi og
fíggjarstýringini
• at menna og samskipa teldukervið og innan-
hýsismannagongdir í fyritøkuni
• at gera tíðarskeiðsroknskapir og ársroknskapir og
samanhalda hesar við fíggjarætlanir
Førleikakrøv
Tann, ið verður settur, skal hava:
• Hóskandi ástøðiliga útbúgving frá eitt nú
handils- ella handilsháskúla.
• Leiðsluroyndir frá almennum ella privatum virk-
semi.
• Lætt við at samvinna við fólk.
• Evni at samskifta bæði í talu og skrift.
Tann, ið verður settur í starvið, kann vænta sær eitt
spennandi,mennandi og áhugavert starv,har bæði
eigarar, starvsfólk og onnur fara at vísa áhuga og
seta krøv.
Lønarviðurskiftini verða avtalað við nevndina.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Ólav
Jøkladal ella við Jógvan Amonsson.
Tey, ið ætla at søkja, skulu senda skrivliga umsókn
við prógvum og møguligum ummælum í seinasta
lagi 1. oktober 2004 til:
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut. revisorar
Postrúm 191
110 Tórshavn
Stílað: Jógvani Amonsson
ella
t-postur: inpact@inpact.fo
I N PA C T
I N T E R N AT I O N A L
Til sølu
Kubota motorbøra (Gummibeltir) KC 50 LZ, lessar
700 kg, arbeiðsvekt 400 kg, breidd 88 cm.
Góð at koyra har sum ringt er at sleppa til. Arbeiðir
sera væl.
Er keypt sum nýggj í mai í ár. Til sølu um nóg gott
boð fæst.
Tlf. 210425
Klinikkassistentur
Søkt verður eftir klinikkassistenti at byrja beinan-
vegin, ella eftir nærri avtalu. Starvið er ásett til
hálva tíð.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum
skal sendast til Tannlæknastovuna í Brekkugøtu
8, 100 Tórshavn.
Nærri fæst at vita við at ringja.
Tannlæknastovan í Brekkugøtu
v/ Marnar Gaard
Ísak Thomassen
Regin Eikhólm
Tannlæknar
Tlf. 315158 · Fax 318716
Tvingsilssøla
Fríggjadagin, 1. oktober,
kl. 9.15 verður á Dómara-
skrivstovuni, C. Pløyens-
gøtu 1, 100 Tórshavn,
hildin tvingsilssøla yvir
ognina matr.nr.118,Nóls-
oy (AS nr. 2-17/2004).
Sambært
tryggingar-
skjalinum er talan um
eini sethús og er bygda
økið 43 kvm.
Húsini eru nærri innrætt-
að soleiðis:
Miðhæddin: Durur,køkur,
stova,sovirúm og eitt wc/
brúsu.
Loftið: 1 sovirúm og eitt
1/2 uppihaldsrúm yvir
køkinum.
Tvingsilssølan er umbið-
in av Inga Højgaard, adv.,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, tlf. 311260 (sak
nr. 45205.01), sum kann
geva nærri upplýsingar
um ognina og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynski er at síggja
ognina.
Tvingsilssøluuppgerð
kann
umbiðjast
hjá
nevnda advokati ella
hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 13.september 2004
Tvingsilssøla
Fríggjadagin, 1. oktober,
kl. 9.15 verður á Dómara-
skrivstovuni, C. Pløyens-
gøtu 1, 100 Tórshavn,
hildin tvingsilssøla yvir
ognina matr.nr.331,Toftir
(AS nr. 2-16/2004).
Sambært
tryggingar-
skjalinum er talan um
eini sethús og er bygda
økið 158 kvm.
Húsini eru nærri innrætt-
að soleiðis:
Miðhæddin: inngongd,
lítið wc, gongd og annars
køkur, vaskirúm, stova og
útfrá stovuni ein altan, 4
kømur, wc/bað. Tilbygn-
ingur í tveimum hædd-
um.
Loft í tilbygningi: (ca. 2 m
høgt skráveggir) innrætt-
að til eitt rúm og annars 2
koyggjur í hvørjumegin
undir væðingini. Restin
ovastaloft.
Kjallarahæddin: Krúpi-
kjallari.
Tvingsilssølan er umbið-
in av Inga Højgaard, adv.,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, tlf. 311260 (sak
nr. 45205.01), sum kann
geva nærri upplýsingar
um ognina og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynski er at síggja
ognina.
Tvingssilssøluuppgerð
kann
umbiðjast
hjá
nevnda advokati ella
hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 13.september 2004
www.sosialurin.fo
veitst tú ikki tað?
veitst tú ikki tað?
Eivind Jacobsen, HSF-
formaður, sigur, at
málið viðvíkjandi
manglandi dómarum
verður tikið í størsta
álvara
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin í farnu viku
skrivaðu vit á hesum síðum
um støðuna í dómarafel-
agnum, nú tað stóð greitt,
at bert trý dómarapør
høvdu teknað seg til dóm-
araskeið, sum skuldi hald-
ast um vikuskiftið. Eitt
skeið,
sum
samstundis
verður sett sum krav til teir
dómarar, sum ætla at døma
fyrstudeildarhondbólt kom-
andi kappingarár.
Væntandi
undirtøkan
hevði tá við sær, at skeiðið
varð avlýst, men samstund-
is verður so ein seinasta
roynd gjørd, soleiðis at
skeiðið kann haldast beint
undan kappingarbyrjan í
hondbóltinum.
Eivind Jacobsen, formað-
ur í HSF, sigur, at hann enn
ikki hevur sæð skrivið, sum
bert er sent feløgunum,
men at hann sum so væl
skilur støðuna hjá Dómara-
felagnum.
– Eg má fyrst og fremst
siga, at eg skilji væl trupul-
leikan. Og samstundis kann
eg leggja dent á, at talan
ikki er um nakrar trupul-
leika, sum er serstakur fyri
Føroyar. Sjálvur var eg til
týsku steypafinaluna í vár,
og tá kom eg av tilvild at
búgva á sama hotelli, sum
dómarapørini. Har standa
teir eisini við sama trupul-
leika, uttan at nøkur enda-
lig loysn er funnin.
– Tí tað er væl eisini so-
leiðis, at tað at vera hond-
bóltsdómari, oftani kann
tykjast sum eitt slag av
urias-posti. Í løtum eri eg
næstan av teirri fatan, at
feløg vilja hava dómarar til
sínar dystir, so tey hava
onkran at skelda eftir
dystin, og tað kann so ikki
vera rætt. Og tað kann
heldur ikki vera rætt, tá
summi feløg so nærum
nokta fyri at spæla, um ávís
pør skulu døma teirra dyst-
ir. Dómararnir eru neyð-
ugir, um hondbóltskapp-
ingin skal spælast, og so er
ikki so nógv meira at tosa
um tað, heldur formaðurin.
Nógv arbeiði er eftir
Tá komið verður inn á
verandi trupulleikan, er
Eivind Jacobsen skjótur at
svara, at hann so avgjørt
ikki hevur nakra patent-
loysn upp á trupulleikan.
– Men Hondbóltssam-
bandið fer annað viku-
skiftið at hava fund við
feløgini um ymisk viður-
skifti. Upprunaliga var ætl-
anin einamest at tosa um
leikarasáttmálar og –bind-
ingar, men sum støðan er,
so taki eg tað fyri givið, at
dómaraspurningurin eisini
verður
ein
partur
av
skránni.
– Tí onkursvegna, so eru
tað framvegis fleiri lutir,
sum mangla á dómara-
síðuni. Partvíst er tað so, at
vit bara hava nøkur fá pør,
sum sýna áhuga fyri døm-
ing, men tað má so eisini
vera ein uppgáva at økja um
hendan áhuga. Samstundis
mugu vit so eisini vera opin
fyri, at tað sum so ikki tænir
nøkrum endamáli, um talið
bara verður økt, tí góðskan
skal helst eisini fylgja við,
og her eru júst slík skeið,
sum
tey
hjá
Dómara-
felagnum, alneyðug.
– Tað kann so eisini vera,
at trupulleikin í hesum
førinum er tann, at ætlaða
skeiðið var sett á skránna
ov langt undan kappingar-
byrjan, tí vanligt er jú, at
fótbólturin fer avstað við tí
nógva hesa tíðina, men tað
veit eg so heldur ikki við
vissu. Nú verður so ein
nýggj roynd gjørd við
nýggjum skeiði, og tað er
so í øllum førum mín vón,
at vit fram til tað hava
funnið eina loysn í øllum
hesum, sigur Eivind Jacob-
sen, sum annars tykist bera
ótta fyri avleiðingunum,
um vit missa bestu dómara-
pørini, soleiðis sum hótt-
anir hava ljóðað um.
– Tað eru jú altíð nógvar
meiningar um dómarar,
men hasi trý pørini, sum
vórðu nevnd, eru allar helst
tey bestu, sum vit eiga, og
gevast teir, so vil tað vera
eitt øgiligt bakkast fyri
hondbóltin.
– Samstundis vil eg eisini
leggja dent á, at fyri okkum
í HSF hevur tað verið ein
sera stór hjálp, at dómara-
felagið er sett á stovn. Bæði
tí teir loysa nógvar prakt-
iskar uppgávur í avgreiðsl-
uni av kappingarárinum,
men eisini tí dómararnir tá
hava sítt egna organ, sum
kann viðgera ymsar støður,
uttan at nevndin í HSF
hvørja ferð skal blandast
uppí. Enn hevur felagið so
bara eitt ár á baki, men tað
vildi verið tungt, um vit
skuldu vent aftur til gomlu
støðuna, sigur altso HSF-
formaðurin, Eivind Jacob-
sen, at enda.
Formaðurin skilir dómararnar
Formaðurin í
Hondbóltssambandinum
sigur, at dómarastøðan uttan
iva verður eitt av málunum,
sum verður tikið upp á
komandi fundinum við
feløgini
Nr. 176 • hósdagur • 16. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
26