Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Mat- seðilin Hósdagin 16. sept: Hamburgarrygg Fríggjadagin 17. sept: Bostonsteik Leygardagin 18. sept: Svínakotelettir Mánadagin 20. sept Kjøtfrikadellir Týsdagin 21. sept: Fisk í fat Mikudagin 22. sept: Saltkjøt *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík Í Býin i C M Y K 28 Morten Olsen stúrir Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen er farin at stúra fyri HM-dystunum ímóti Albania og Turka- landi, eftir at nógv avboð eru komin til danska lands- liðið. Spælarar sum Kasper Bøgelund, Peter Madsen, Martin Laursen og Daniel Jensen verða neyvan førir fyri at spæla, og aðrir spælarar eru ivasamir. – Vit hava fingið so nógv avboð, sum vit kunnu tola. Um tað koma fleiri avboð, so standa vit í eini sera óheppnari støðu, sigur Morten Olsen. -ek Misnýtti tvey brotsspark í 8 minuttir Mexikanski verjuspælarin Francisco de Anda misnýtti farna vikuskiftið tvey brots- spark innanfyri átta min- uttir, tá ið felagið hjá honum spældi í mexikansku lands- kappingini. De Anda er vanliga ein tryggur brots- sparksskjútti, men hendan dagin bar einki til. Fyrst skjeyt hann bóltin á stong- ina, og tá hann nakrar min- uttir seinni fekk ein nýggjan møguleika, sendi hann bólt- in upp um málið. Úrslitið av dystinum var 1-1. De Anda eigur tó ikki metið, tí brasilski Alex brendi í 2003 fýra brots- spark í seinastu 25 minuttu- num av einum dysti fyri felagið Cruzeiro. -ek Fáa leikbann fyri ófrið Tríggir spælarar frá portug- isiska felagnum Madeira sleppa ikki at spæla fyri felagið í UEFA Cup hós- kvøldið. Madeira hevur sjálvt gjørt av, at teir skulu hava leikbann, eftir at teir mánamorgunin vóru tveittir í fongsul eftir ein bardaga við løgregluna høvuðs- staðnum á Madeira, Fun- chal. Løgreglan hevur skuld- sett teir tríggjar spælarar fyri harðskap og fyri at hava forða løgregluni í at gera sítt arbeiði. -ek Shearer skal halda fram Nýggi venjarin hjá New- castle, Graeme Souness, vil hava álopsspælaran Alan Shearer at halda fram sum spælari næsta ár. Shearer hevur róð fram undir, at hann gevst sum spælari næsta summar, men tað roynir Souness nú at broyta. – Um Shearer kann skora 20 mál í hesum kappingar- árinum, ætli eg mær at plága hann við at halda fram at spæla, sigur Gra- eme Souness, sum í týs- dagin tók við venjarastarv- inum í Newcastle. -ek Henke søkti Celtic Europeiska meistarakapp- ingin í fótbólti byrjaði av álvara aftur týskvøldið, tá fyrstu dystirnir í bólka- spælinum vórðu leiktir. Og fyri tað mesta, so háttaðu úrslitini seg so- leiðis, sum roknast kundi við. Arsenal hevði tó tørv á einum sjálvmáli, áðrenn teir kundu tryggja sær heimasigur ímóti PSV, og í Porto máttu verandi meist- ararnir taka til takkar við málleysum javnleiki, tá CSKA Moskva vitjaði. Tvey av liðunum, sum nógv verður roknað av í ár, eru Chelsea og Barcelona, og tey bæði sannførdu eisini um sína styrki. Didier Drogba skeyt tvey mál, tá Chelsea vann 3-0 á útivølli móti Parsis-SG. Og Henrik Larsson kom á vøllin í seinna hálvleiki í dystinum móti fyrrverandi felagi sín- um, Celtic, og hann bæði legði upp til og skoraði eitt mál, tá Barcelona vann trupla útidystin 3-1. Úrslitini týskvøldið vóru annars hesi Arsenal-PSV 1-0 Celtic-Barcelona 1-3 Porto-CSKA Moskva 0-0 Inter-Werder Bremen 2-0 Panathinaikos- Rosenborg 2-1 PSG-Chelsea 0-3 Shahktar Donetsk- Milan 0-1 Valencia-Anderlecht 2-0 -jm Meira FCK í Suðurafrika Danska høvuðsstaðarfel- agið hevur nú gjørt sam- starvsavtalu við Santos, sum spælir í bestu suður- afrikonsku deildini Undan hesum hevur FCK í nøkur ár havt fótbólts- skúlan, UPE-FCK í nøkur ár, men við nýggja sam- starvinum er ætlanin, at FCK skal fáa enn størri gagn úr hesum skúla. Í fyrstu atløgu er sam- starvsavtalan galdandi fram til nýggjárs, og inniber hendan millum annað, at Roald Poulsen, sum er stjóri í UPE-FCK, eisini skal hava ein leiklut í talentmenningini í Santos. -jm Gongur spakuliga hjá Toda Tað røkist lítið fyri, at Todi Jónsson, sum herfyri varð skaddur í knænum, verður tøkur, tá føroyska fótbólts- landsliðið skal royna seg í útidystunum móti Cypros og Írlandi. – Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu langa tíð eg noyðist at bíða afturat, áðrenn eg kann venja sam- an við hinum. Tað gongur rætta vegin, men tað gongur spakuliga. Higartil havi eg fyri tað mesta vant á súkklu. Enn hevur tað ikki borið til at súkkla ígjøgnum, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað er ikki hugsningur um at renna og sparka til bóltin. So tað er einki annað at gera enn at koyra á og vóna tað besta, skrivar Todi á heimasíðu síni, www.todi.fo. -jm Í Býin -har tað hendir 29